Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-11, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. januar 2005síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 6 - 11. januar 2005 Havnarmenn høvdu í vikuskiftinum gyltan møguleika at heinta inn á oddaliðið úr Klaksvík, men tóku ikki av. TALV Carl Eli Nolsøe Samuelsen Dysturin millum klaksvík- ingar og vestmenningar í sætta umfari gjørdist rætti- liga javnir. Ein uppgerð millum oddaliðið gjøgnum alla kappingina og næst- aftasta liðið, men hetta sást ikki týðiligt aftur á talv- borðunum sunnudagin. Dysturin kundi fara báðar vegir. Klaksvíkingar høvdu Heina Olsen, sum vitjar her heima í hesum døgum, á fyrsta borði. Ikki er loyvt, ífylgju reglugerð talvsam- bandsins, at hava tveir úti- setar í senn á sama liði og varð tí ikki møguligt hjá Eyðuni Nolsøe at leika við klaksvíksliðnum á hesum sinni. Heini fekk skjótt javna støðu og enntá lítlan fyri- mun við svarta fólkinum móti John Rødgaard. Men eftir nakrar avbýtingar varð lítið at fara eftir hjá báðum pørtum og Heini tók tí av remistilboðnum hjá Rød- gaard miðskeiðis í mið- spælinum. Talvið á 2. borði varð somuleiðis rættiliga javnt. Við hvíta fólkinum fekk Ólavur Simonsen lítlan fyrimun í byrjanarspælin- um móti yvirritaða, men í miðspælinum broyttist gongdin nakað, samstundis sum Ólavur kom í tíðar- neyð. Í endatalvinum misti klaksvíkingurin sítt einasta vápn, fríffinnuna, og løtu seinni varð riddari hansara innifangaður. Stutt eftir hetta legði Ólavur kongin. Toppskorarin og aldursforsetin Stigslúkarin á klaksvíks- liðnum, Finnbjørn Vang, er ikki til at steðga. Hóast leingi trýstur, fekk hann í tíðarneyðini avgerandi fyrimun móti Samson Høj- gaard. Enn ein pinnur til Finnbjørn, sum nú hevur 5,5 stig av 6 møguligum. Aldursforsetin á odda- liðnum, Rani Nolsøe, vann eitt gott og vilt talv á fjorða borði móti John Jacobsen. Rana við hvíta fólkinum lat mann fyri tvær finnur, og í kendari teoristøðu í sisili- onsku byrjanini - sum eitt nú Shirov og Kasparov (0- 1) hava leikt - flutti John skeivt og misti mannin aftur. Rani skuffaði ikki liðfelagar sínar og vann trygt. Dystarúrslitið kunnu bæði liðini so dánt vera nøgd við. Klaksvíkingar halda framvegis fast um leiðsluna, meðan vest- menningar fara eitt pláss longur upp eftir stigatalv- uni og eru nú á fjórða plássi, framman fyri koll- firðingar og toftamenn. Havnarmenn snávaðu Hóast teir vunnu dystin móti toftamonnum, kunnu havnarmenn als ikki vera nøgdir við úrslitið 2,5-1,5. Ein tepur sigur á absolutta botnliðnum er ikki nøkt- andi. Men heiðurin eiga tofta- menn sjálvandi. Andreas Andreasen leikti við svarta fólkinum javnt móti før- oyameistaranum Martini Poulsen. Andreas hevur fyrr tikið stig frá føroya- meistarum, eitt nú í sein- asta umfari í liðkappingini í fjør, tá hann við sínum javnleiki móti Hans Krist- iani Simonsen faktiskt átti stóran lut í at klaksvíkingar vunnu FM, heldur enn kollfirðingar. Við at Helgi Joensen vann á Herluf Hansen á fjórða borði, fingu tofta- menn hálvtannað stig til høldar. Eitt úrslit sum teir kunnu vera ernir av. Óvæntaður stórsigur Í Hvalvík komu kollfirð- ingar á vitjan. Tómheintir fóru teir suður til Kolla- fjarðar aftur eftir loknan dyst: 4-0 vann heimaliðið. Á pappírinum vóru liðini annars nøkunlunda jøvn. Hans Kristian Simonsen leikti við hvíta fólkinum eina varliga byrjan móti Rógva W. Rasmussen. Leingi togtugaðaust teir aftur og fram, men í leik fjøruti kiksaði Hans Krist- ian. Rógvi var skjótur og avgjørdi endatalvið in- struktivt. Eitt gott úrslit hjá havnarmanninum, sum seinastu tveir vetrarnar hevur umboðað hvalvíking- ar. Finnbjørn Zachariassen og Martin Brekká, sum higartil hava havt eitt gott kappingarár, vunnu báðir á ávíkavist Torbirni Thomsen og Eyðálvi Johannesen. Á fjórða borði vann Sámal Christiansen á Bernhardi Thomsen. Eitt rimmar úrslit hjá Brekká & Co, sum nú bjóða klaksvíkingum og havnarmonnum av í dyst- inum um gullmerkini. Sjeynda umfar verður kom- andi vikuskiftið. Toppurin óbroyttur Klaksvíkingar halda fast í oddasessinum hjá sær í fremstu talvdeildini her heima. savnsmynd Talvið hesa vikuna Hans Kristian Simonsen (2307) - Rógvi W. Rasmussen (2226) 1. deild 2004/05 (6. umf), 09.01.2005 Viðmerkingar: Rógvi W. Rasmussen og Carl Eli N. Samuelsen 1.e4 e5 2.Rif3 Ric6 3.Bb5 a6 4.Bxc6 (Avbýtis- varianturin í sponsku byrjanini) dxc6 5.0-0 f6 6.d4 Bg4 7.dxe5 Fxd1 8.Rxd1 fxe5 9.Ribd2 0-0-0 10.Re1 Bd6 11.Ric4 Bxf3 12.gxf3 Rf8 13.Bd2 Rie7 (Møguligt var eisini at leika 13...Rxf3 14.Bc3 Rif6 15.Bxe5 Bxe5) 14.Re3 Rig6 15.Rd3 Be7 16.Rd1 Rf7 17.Bc3 Bf6 18.Bd2 Re8 19.Ria5 Re6 20.Kf1 b6 21.Ric4 Rih4 22.Ke2 Rig6 23.a4 Be7 24.Bc1 Bh4 25.a5 b5 26.Ria3 Be7 (Her kundi svartur kanska roynt 26...c5 27.c4 c6) 27.Bd2 Bd6 28.c4 Bxa3 29.Rxa3 Rd6 30.Bc1 Rfd7 (30...Rif4+ 31.Bxf4 Rxd1) 31.Rxd6 cxd6 32.cxb5 cxb5 33.Rc3+ Rc7 34.Rxc7+ Kxc7 35.b4 d5 36.Be3 d4 37.Bc1 Kd6 38.Kd3 h5 39.Bg5 (Jøvn støða uppstendir eftir: 39.f4 Rixf4+ 40.Bxf4 exf4 41.Kxd4 g5 42.e5+ Ke6 43.Ke4 h4 44.f3 h3 45.Kd4 Ke7=) 39...Ke6 40.h4 Rif4+ 41.Bxf4 exf4 42.Kxd4 g5 (Nakrir aðrir variantar: 42...g6 43.Kc3 g5 (43...Ke7; 43...Kf6 44.Kd2 Ke5 45.Kd3 g5 46.hxg5 h4 47.Ke2 h3) 44.Kd2 gxh4 45.Ke1 Ke5 46.Kf1 Kd4 47.Kg2 Kc4 48.Kh3 Kxb4 49.Kxh4] 43.Kd3 gxh4 44.Ke2 Ke5 45.Kf1 h3 46.Kg1 Kd4 47.Kh2 Kc4 48.e5 [Væl betur, og kanska bjargingin hjá hvítum, var: 48.Kxh3! Kxb4 49.Kh4 Kc5 50.Kg5 h4 51.e5 h3 52.e6 h2 53.e7 h1F 54.e8F Fxf3 55.Ff8+ Kc4 56.Fc8+ Kb4 57.Fxa6 Fxf2 58.Fd6+ Kxa5 59.Fa3+ Kb6 60.Fd6+ Kb7 61.Fd7+ Ka6 62.Fd6+ ] 48...Kd5 49.Kxh3 Kxe5 50.Kh4 Kd4 51.Kg5 Kc4 52.Kxf4 h4 53.Kg4 Kxb4 54.f4 h3 55.Kxh3 Kc4 56.Kg4 b4 57.f5 Kd5 58.Kg5 b3 59.f6 Ke6 60.Kg6 b2 0-1 1.deild 6. umfar Klaksvík - Vestmanna 2,5-1,5 Heini Olsen - John Rødgaard 0,5-0,5 Ólavur Simonsen - Carl Eli N. Samuelsen 0-1 Finnbjørn Vang - Samson Højgaard 1-0 Rani Nolsøe - John Jacobsen 1-0 Toftir - Havnin 1,5-2,5 Andreas Andreasen - Martin Poulsen 0,5-0,5 Wenzel Højgaard - Olaf Berg 0-1 Øssur Hansen - Bogi Ziska 0-1 Helgi Joensen - Herluf Hansen 1-0 Hvalvík - Kollafjørður 4-0 Rógvi W. Rasmussen - Hans Kristian Simonsen 1-0 Finnbjørn Zachs. - Torbjørn Thomsen 1-0 Martin Brekká - Eyðálvur Johannesen 1-0 Sámal Christianssen - Bernhard Thomsen 1-0 Støðan 1. Klaksvík 17,0 2. Havnin 15,5 3. Hvalvík 14,5 4. Vestmanna 10,5 5. Kollafjørður 9,5 6. Toftir 4,0 Úrslit og støður