Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-11, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. januar 2005síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 6 - 11. januar 2005 25 Pedagogur til Sambýli á Líknagøtu Innan Heimarøktina og Serforsorgina við fyribils tænastu á Sambýlinum á Líknagøtu í Runavík er eitt starv leyst til setan 1. februar 2005 ella eftir nærri avtalu. Talan er um eitt tænastumannastarv. Løn- og setunartreytir sambært sáttmála millum Fíggjar- málaráðið og Føroya Pedagogfelag, lønarstig 24- 33 eftir lønartalvu pr. 01.10.04 Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna, skiftandi vaktir umframt arbeiði vikuskiftir og halgidagar. Uppgávan er at arbeiða í sambýli hjá trimum ungum monnum við autismu.Arbeiðið fevnir um at skipa gerandisdagin fyri hesar ungu menninar. Arbeiðið hevur m.a. við sær at gera kropsligt arbeiði, ganga túrar, svimja, gera fimleik o.s.fr. Starvsøkið er allur stovnurin, og tann setti kann rokna við at fáa aðrar uppgávur aðrastaðni í skipanini, um tørvur gerst á tí. Starvið er ætlað pedagogi, men um ongin skikk- aður pedagogur søkir, verður starvið fyribils sett við fólkið við aðrari útbúgving. Setanin verður tá sambært hjálparfólkasáttmálan millum Fíggjar- málaráðið og Føroya Pedagogfelag. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Oddfríðu Højgaard, leiðara á tlf. 226121. Umsóknarfreistin er. 21. január 2005 og skulu umsóknirnar sendast til: Bústovnin á Rúnarvegi ATT.: Leiðarin Rúnarvegur 6 FO - 620 Runavík Sløkkiliðsmenn til Fuglafjarðar sløkkilið Fuglafjarðar kommuna søkir hervið eftir 2 leysum sløkkiliðsmonnum til Fuglafjarðar sløkkilið til setan 1. februar 2005 ella skjótast eftir hetta. Sum treyt verður sett, at viðkomandi skulu hava heilsuváttan og stóra koyrikortið,somuleiðis sum teir antin hava ella skulu taka neyðugt grund- skeið í 1. hjálp. Neyðuga víðari útbúgving sambært kunngerð um útbúgving av sløkkiliðs- monnum skipar Fuglafjarðar sløkkilið fyri. Nærri upplýsingar um størvini eru at fáa frá brunastjóranum Gordon M. Petersen á telefon 220101. Møguligar umsóknir,ið skulu vera skrivligar,skulu vera Fuglafjarðar kommunu, Norður í Gerði 10B, 530 Fuglafjørður í hendi í seinasta lagi 25. januar 2005 kl. 15.00. Kommunan skilar sær rætt til at velja millum inn- komnar umsóknir ella onga at taka. Fuglafjørður,tann 6.januar 2005 Fuglafjarðar kommuna Umlættingarheimið Dáin, Klaksvík Pedagogur Umlættingarheimið Dáin í Klaksvík søkir eftir pedagogi, at byrja 1. mars 2005, ella eftir nærri avtalu. Arbeiðstíðin er 30 tímar um vikuna, skift- andi vaktir, dag, kvøld, nátt og vikuskiftisvaktir. Setunar- og lønarviðurskifti sambært sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og Føroya Pedagog- felag. Dáin er ein samdøgustovnur, har børn, ung, vaksin og eldri menningartarnað koma til um- lætting í styttri ella longri tíðarskeið.Talan er um bæði skipaða umlætting, har teir ávísu bólkarnir eru til umlætting hvør sær og um vanliga umlætting, har fleiri aldursbólkar eru umboðaðir samstundis. Pláss er fyri 5 fólkum í senn. Umframt døgnumlætting hevur Dáin eisini eina dagumlætting, har 3 børn/ung koma dagliga, gerandisdagar. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til leiðaran á tlf. 457185, gerandisdagar millum kl. 10.00 - 11.00. Umsóknarfreistin er 28. januar 2005 og skulu umsóknir við prógvi, viðmælum v.m., stílast til: Umlættingarheimið Dáin Mýrivegur 11 700 Klaksvík Att: Leiðarin Íbúð í Havn til leigu Við hesum verður íbúð H í ognini Torfinsgøta 23 lýst til leigu tann 1. apríl 2005. Íbúðin er uml. 40 m2 til støddar, við stovu, sovirúmi, entré, køki og baðirúmi. Mánaðarliga leigan er í løtuni kr. 3.000,- umframt hita og streym. Limir í »Pensionskassen for Sygeplejersker« og sjúkrasystranæmingar hava framíhjárætt. Skrivlig umsókn við upplýsingum um navn,bústað, føðingardato og møguligum limaskapi í pensións- kassa, verður at senda undirritaða áðrenn 1. mars 2005. Nærri upplýsingar annars, fáast við at venda sær til undirritaða: Annfinn V. Hansen, adv. Bryggjubakki 22, boks 106 110 Tórshavn tlf. 359595, telefax 359596 t-postur: advokat@advokat.fo Skrivari til landsapotekaran at byrja 1. februar 2005 ella eftir nærri avtalu. Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum: • Telefonavgreiðsla • Fyrifallandi skrivstovuarbeiði • Journalisering Krøv til umsøkjarar: • Viðkomandi útbúgving • Dugir journalisering Vit kunnu bjóða: • Sjálvstøðugt arbeiði • Møguleika fyri víðari útbúgving Setanartreytir: • Løn- og setanartreytir smb. sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag Umsóknarfreistin er 24. januar 2005 kl. 12.00. Skrivlig umsókn við CV, avrit av prógvum og viðmæli skulu sendast til: Landsapotekaran Staravegur 15 Postboks 3087 FO-110 Tórshavn Umboðsmannaval Sambært grein 28 í høvuðssamtyktini verður lýst til umboðsmannaval mikudagin 16. februar 2005 í Vestmanna, Kvívíkar og Kollafjarðar umdømi. Uppskot til umboð – minst tvey fyri hvørt umdømi – skulu skrivliga vera sjúkrakassanum í hendi í seinasta lagi 2. februar 2005. Sjúkrakassi Vestmanna Læknadømis á Miðgerði 19, 410 Kollafjørður Skrivstovu- næmingur søkist Søkt verður við hesum eftir skrivstovunæmingi til advokatskrivstovu okkara at byrja seinast 1. mars 2005. Umsøkjarar mugu hava lokið HH prógv ella hava samsvarandi útbúgving. Hollur kunnleiki til føroyskt og danskt krevst. Vit kunnu bjóða tær eitt áhugavert og mennandi arbeiði við fjølbroyttum arbeiðsuppgávum. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til skrivstovuna. Skrivlig umsókn saman við próvskjølum o.ø. verður at senda til: Annfinn V. Hansen, adv. Bryggjubakki 22, boks 106 110 Tórshavn tlf. 359595, telefax 359596 t-postur: advokat@advokat.fo Internet Sosialur www.sosialurin.fo in