fríggjadagur 2. juli 1999síða 2
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
ni
Internet: www.sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
ítróttarskrivari:
Emil L. Jacobsen
nn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Útgevari, uppseting og prent:
Sp/t Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
Postadr: Pos 76.)
110 a
Telefon: 311820 |
Telefax. 314720
e-mail:
post Gsosialurin.fo
|
)
lløgur mugu
helst toyggjast
Oddagrein
Seinastu dagarnar hevur verið tosað og skriv-
að um nýtsluna hjá vanliga foroyinginum.
Øktur innflutningur bendir á, at nýtslan er okt
nakað, eftir at hon hevur verið í botni í nøkur
ár. Formaðurin í ráðgevandi nevndini hevur
havt fingurin á lofti og landsbankastjórin hevur
eisini mælt til at tálma nýtsluni.
Sjálvandi skulu vit veraá varðhaldi, men í
fyrstu atlogu eiga vit at taka tað róligt og
gera sum Karsten Hansen: at fylgja væl við.
Fólk brúkar nú fyrst og fremst pening til tað,
sum ikki varð gjørt i kreppuárunum: vidlika-
hald, nýtt flutningstól 0.a.
Hingartil hevur bara verið tosað og skrivað
um nýtsluna, og ikki um allar iløgurnar, sum
standa fyri durum. Nærum dagliga hoyra vit
landsstyrismenn tosað um iløgur í hetta og
hata.
Fyri stuttum fekk almenningurin at vita, at
Landssjúkrahúsið skal út- og umbyggjast fyri
200 milliónir krónur. Harafturat koma fleiri
hundrað milliiónir krónur at umvæla og nú-
timansgera Landssjúkrahúsið fyrri.
Frammanundan er avgjørt at smíða nýtt vakt-
arskip fyri slakar 100 milliónir. Sandoyarferja
verður smíðað fyri 60 milliónir. Harafturat
koma havnailøgur fyri 20 milliónir. Nytt skip
skal smíðast til Norðoyggjar fyri 20 milliónir
og harafturat skal nýggjur Smyril útvegast.
Sagt er, at eitt slíkt skip fer at kosta einar 200
milliónir.
Fara vit upp á land, skal undirsjóartunnil
borast undir Vestmannasund. Talað verður
um undirsjóartunnil um Lorviksfjørå og tunnil
úr Kambsdali og til vegin Millum Fjarða. Har-
afturat skal her vísast á, at Suðuroyggin er
fullkomiliga afturúrsigld, tá tað ræður um
samferðslukervið.
Umframt nevndu iløgur á heilsuøkinum og
samferðslugkinum er greitt, at nýggjur
studentaskúli skal byggjast. Hann fer neyvan
niður um 80 milliónir. Eisini hevur Tekniski
Skúli havt ætlanir at byggja nýggjan skúla
við skúlahemið við Marknagilsvegin. Upp-
runaliga verkætlanin segði 100 milliónir. Eisini
hevur verið ætlanin at byggja nýtt skjalasavn
í sama oki.
Hesi nevndu ætlanir fara langt upp um eina
milliard krónur. Men tær flestu eru nevndar í
fíggjarlógini og peningur er játtaður til fyri-
reikingar o.tl. Afturímóti er eingin raðfesting
gjørd.
Vit skulu vera á varðhaldi, so nýtslan ikki
veksur, men ein orsøk til at nytslan veksur,
er hon, at ov nógvar iløgur verða gjørdar
samstundis. Tað er tí heilt greitt, at hesar
ílegur mugu raðfastast og toyggjast yvir eitt
langt áramál, so vit ikki enda sum í åttati-
árunum, tá alt skuldi gerast í senn.
Nú ger Fíggjarmálastýrið fíggjarlógaruppskoti
fyri ár 2000. Samstundis átti samgongan gjørt
eina raðgesting og ætlan fyri allar iløgurnar,
talað verður um at gera.
Sosialurin
Politiski veruleikin
Um frágreiðingina frá løgmansskrivstovuni til løgmans viðvíkjandi málinum
um Landsverkfrødingin
Tann politiski veruleikin
tann 8. januar 1999:
I grein sini tann 8. januar i
Sosialinum, “At dusa sær i
Otryggleikanum”, hevur
varaløgmaður - teir seinastu
dagarnar undir kreppuni í
januar sum fungerandi løg-
maður - eina greiða polit-
iska støðu til spurningin um
tað, sum hendi á Landsverk-
frødinginum um jóltíðir og
tann týdning sum viðgerðin
av hesum máli hevur fyri
framtíðarútlitini í samfelag-
num.
Í pettinum um “Rættar-
trygd og álit", har víst verð-
ur ul fyrisitingarligu
ábyrgdina hjá umsitingini
og landsstýrismanninum, er
nidurstødan greið: “Er ikki
álit á hesa skipan eigur løg-
tingið beinanvegin at seta
misálit á alt landsstýrið."
Eftir pettið um rættar-
trygd og álit er eitt petti við
heitinum “Dom ikki áðrenn
tú veitst". Har verður sagt
“Trygd er nú veitt fyri, at
ein fullfíggjað frágreiðing
kemur um málið, og
tástaðni kann metast um,
hvort nakað skeivt er farið
fram, og um so er, hvor hev-
ur ábyrgd og hverjar avleið-
ingar skulu takast."
Í pettinum um “Hvussu
finna vit semjur?" leggur
varaløgmaður dent á, at
"Just sum í framferðini á
ríkisrættarliga = økinum,
skulu allar fyrireikingar og
grundgevingar leggjast opið
fram, so løgting og Føroya
fólk kenna seg trygg og fáa
ávirkan á gongdina."
Í pettinum um politiskan
løtuvinning vísir Høgni
Hoydal til, at hetta målid er
prinsippmål við orðunum:
"Ti haldi eg, at vit nú hava
fingið eina semju, ið greitt
setur upp, hvat hetta málið
snýr seg um, og hvussu far-
ast skal fram í hesum ítgki-
liga máli og øðrum slíkum
málum frameftir." (okkara
undirstriking).
Hesum politiska veru-
leika man løgmaður eisini
hava verið samdur í, so
hann setir fremstu embætis-
fólk síni á økinum, løg-
mansstjóran og deildar-
stjóran á starvsfólka-
politisku deildini, til at
loysa uppgávuna.
Tann politiska semjan er
funnin tann 5. januar 1999,
og so endiliga tann 5. maí
1999, fýra mánaðar — 80
arbeiðsdagar — seinni,
hava vit fingið eitt fimm
síður langt upprit.
Tað var kanska ikki heilt
óbesnissað at almanna-
kunngera hesa frágreiðing
beint eftir, at fyrisitingarligi
eftirlitsmyndugleikin,
løgtingid, var farið heim —
men júst starvsfólka-
politiskt og fyrisitingarliga
álitisvekjandi var tað ikki.
Arbeiðshátturin:
Málið sjálvt er so gruggað
til, at hóast vit helst hava
ein vissan varhuga av
gongdini, so er í dag trupult
at skyna á ósannindi, fantasi
og veruleika.
Fyri at skyna millum hesi
fyribrigdi eru royndar
mannagongdir, sum fylla
gerandisdagin hjá einum og
hvørjum dómara í demo-
kratiska heiminum: at eggja
pørtunum til at siga sina
søgu sum frægast og út frá
hesum at finna fram til eina
mynd, sum er so nær veru-
leikanum, sum møguligt.
I hesum førinum er ein
onnur mannagongd roynd
aftur, hóast hon í demokrat-
iska partinum av heiminum
hevur ligið í dvala síðani
inkvisitiónina: at spyrja tey,
sum undir málsviðgerðini
høvdu formellu maktina og
sum tianverri i hesum føri
vóru so óskettin at koma
sær á ákærubeinkin. Hetta
kann ikki vera meiningin.
Hin parturin, tann út-
sparkaði landsverkfrøding-
urin og vit, sum enn eru á
stovninum, hava als ikki
verið við í prosessini. Vit
eru bert ákærd. Hetta kann
ikki vera “fyri mark”?
Tann 'fullfiggjada'
frágreiðingin:
Í frágreiðingini fáa vit at
vita, at tað var ein undan-
førslutåta, tá ið grundgev-
ingin fyri at uppsiga Henn-
ing Jacobsen var at Strand-
faraskip Landsins og
Landsverkfrødingurin
skuldu leggjast saman.
Hetta samsvarar vid på-
standin hjå okkum å stovn-
inum og er f andsøgn vid
påstandin hjá Vinnumåla-
styrinum um j6ltidir.
Vit fåa at vita um eina
kladdu til eitt skriv vid
vurderingum hjå Henning
Jacobsen um hann pers6n-
liga kanska eigur at taka av-
leiðingarnar av teim bygn-
aðarligu = broytingunum,
sum framdar eru.
Tey flestu okkara á stovn-
inum vistu einki um hesa
kladdu, men okkurt bendir
á, at hendan kladdan ger
greitt, at um ætlanin bert var
at fáa Henning Jacobsen til
hús, so kundi landsstýris-
maðurin gjørt tað við at
ringja til Henning og vísa
til hesa kladduna — so fór
Henning Jacobsen helst til
hús í sátt og semju og stovn-
urin fekk nýggjan stjóra
undir nýggju skipanini.
Vit kunnu tí fáa varhugan
av, at uppsagnarhátturin um
jóltíðir heldur einki hevur
við samstarvstrupulleikar
millum Henning Jacobsen
og Vinnumálastýrið at gera.
Er hetta rætt, so fær tað ikki
sørt ávirkan á okkara støðu
á stovninum. Vit á stovn-
inum fáa í hvussu so er í
frágreiðingini at vita, at ein
framtíð saman við okkum
“er vónleys".
Tað hevur tí avgerandi
týdning fyri málið, at hend-
an kladdan verður nærri
vidgjørd og um møguligt
kemur alment fram.
Tann 6. oktober 1998
hevur landsstýrismaðurin
fund við Henning Jacobsen.
Vit fáa at vita: "Fundurin
var um partafelag í sam-
bandi við undirsjóvar-
tunnilin og leiklutin hjá
Landsverkfrødinginum i
hesum sambandi.” Vit fåa
einki at vita um, hvør hesin
leiklutur var.
Hoyringar millum starvs-
fólkið á stovninum vildu
víst, at ábendingar vóru um,
at landsstýrismaðurin heyði
gott álit á Henningi og at
hann og stovnurin skuldu
átaka sær stýringina av ar-
beiðinum at gera undir-
sjóvartunnil. Hoyringar
millum starvsfólkið vildu
eisini víst, at Henning nak-
að seinni var biðin um at
vera við í nevndini fyri
partafelagnum. Hoyringar
vildu víst, at landsstýris-
maðurin yvirfyri Henning
hevði nevnt hinar limirnar,
sum nú sita í nevndini,
undantikið limin, sum kom
inn í Henningsa stað. Hetta
vóru upplýsingar í trúnaði.
Tann 2. desember 1998
fer Vinnumálastýrið undir at
forfatta undanførsluna um
at leggja Landsverkfrøding-
in og Strandfaraskip Lands-
ins saman i ein stovn. Einki
verdur sagt um grundgev-
ingar ella hvat serligt er vid
just degnum 2. desember
1998.
Vit fáa at vita, at tað er
um hetta mundið, at tað
verður landsstýrismann-
inum “greitt, at tað verður
trupult at "treingja
ígjógnum' við HJ sum stjóra
fyri Landsverkfrødingi-
num”. Vit fáa onga åbend-
ing um, at tað er landsverk-
fróðingurin, sum hevur
gjørt nakað misålitisvekj-
andi millum 6. oktober og
2. desember.
Vit vita ikki, nær lands-
stýrismaðurin boðaði
vinnumálastjóranum frá
sínum ætlanum um hver
skuldi manna neyndina fyri
tunnilsarbeiðið, og harvið
avdúkaði tað álit, sum hann
heyði á landsverkfrødingin.
Okkurt kundi bent á, at tað
var tann 2. desember 1998
og at hesi bæði málini vóru
nær knýtt.
Frágreiðingin nevnir
einki um tað professionella
innihaldið aftanfyri sinnis-
tilstandir, sum verða lýstir.
Hetta hóast vit um jóltíðir
løgdu dent á tann partin av
arbeidsumhvørvinum. Hes-
in parturin kemur at ávirka
okkara arbeiði, hvør tað so
er sum leiðir stovnin. Vit
eru eitt amboð í politiskum
hondum — og vit ætlaðu
fyri vist, at vit skuldu vera
eitt gott amboð.
Sum eitt slíkt amboð ør-
kymlar frágreiðingin okk-
um ikki sørt. Frágreiðingin
bendir á, at íkki-arbeiðsfrið-
urin heldur ikki var ein per-
sónspurningur millum aðal-
stjóran og fyrrverandi
landsverkfrødingin. Afturat
tí eru nógvir leysir endar.
Tað hevur týdning fyri
okkara arbeidsumstødur at
málið verður nærri lýst.
Okkara nidurstøda:
Vit á stovninum eru í fyrsta
lagi skelkaði. Havandi í
huga tann politiska setning,
sum lagt var út við, eru vit
tó ikki í iva um, at farið
verður undir eina nýggja
frágreiðing eftir meira seri-
ósum, rættartrygdarligum
leisti, soleiðis at løgtingid
og Føroya fólk kunnu kenna
seg trygg — og vit.
Vegna starvsfólk á
Landsverkfrrødings-
stovninum,
Signar P. Heinesen
www.sosialurin.com