fríggjadagur 2. juli 1999síða 3
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 123 - 2. JULI 1999
22 føroyskar
fyritøkur á
oljuvinnustevnu
Føroyar verða væl umbodadar stóru oljuvinnuframsyn-
ingini, Offshore Europe '99, id verdur i Aberdeen i sep-
tember. Ikki minni enn 22 føroyskar fyritøkur luttaka å
framsyningini
JOHN JOHANNESSEN
Føroyski åhugin fyri einari
komandi oljuvinni er alsamt
vaksandi. Eitt breitt úrval av
føroyskum fyritøkum, ið fá-
ast við kunningartøkni,
ferðafólkaflutning, farma-
flutning, elektronik, heil-
sølu og so fram vegis, hava
meldað seg til stóru olju-
vinnustevnuna, Offshore
Europe '99, ið verður hildin
í Aberdeen í september. Tal-
an er um eina ógvuliga stóra
framsýning við meira enn
600 luttakandi framsýnar-
um.
Samskipað av
Menningarstovuni
Tad er Menningartsovan, ið
hevur samskipað føroysku
luttøkuna á hesari stóru ol-
juvinnustevnu, ið umframt
at vera ein framsýningar-
stevna eisini er er ein ráð-
stevna, ið viðgerð ymsik øki
innan ojluvinnu.
Føroyar verða umboðað-
ar við einum stórum bási,
har nøkur føroysk feløg aft
ur hava smår båsar stand-
andi inni í. Tey feløgini, ið
hava sjálvstøðuugar básar
inni á føroyska høvudsbås
inum eru Atlantsflog, Eim-
skip, Faroe Ship, Norserv
Drelnes PF og Asco Før-
oyar. Síðani eru eisini nak-
rar fyritøkur, ið hava sligið
seg saman um ein bás inni í
føroyska høvudsbåsinum.
Hesar eru KJ-Hydraulik,
JT-Electric Ltd, Vónin Ltd
og Hansen Drilling.
Føroysku fyritøkurnar, ið
luttaka å Offshore Europe
"99 eru Atlantsflog, Atlant-
icon, Eimskip, El-Service
Ltd, Faroe Employers'
Association, Menningar
stovan, Atlantic Info, Faroe
Ship, Faroese Petroleum
Administration, Faroese
Telecom, Hansen Drilling
Consultants Ltd, JT-Electric
Ltd, KJ-Hydraulik, Norsery
Drelnes PF, Poul Hansen
Ltd, Poul Michelsen P/F,
Reveal International Inc.,
The Faroese Insurance
Company, The Faroese
Partnership, Thor P/F, Thor
Shipping Sp/F, Asco Før-
oyar, Vågar Airport, VIT
Ltd og Vénin Ltd
Onnur eisini
møguleika
Kjartan Kristiansen å Men-
ningarstovuni sigur, at hóast
tíðindablaðið
hetta er almenni luttakara
listin á framsýningini, so
hava onnur áhugað eisini
møguleika at koma við á
framsýningini. Tó verður
hetta ikki sum framsýnarar,
men heldur sum áskoðarar
og áhoyrar á stevnuni
Ferðast við
Atlantsflog
Føroyska ferðalagið fer til
Aberdeen við Atlantsflog
månakvøldid 6. september
og farið verður heim aftur
til Føroya fríggjakvoldið
10. september. Men fyri at
møguleiki skal vera hjá
ymisku luttakandi feløgu
num at skifta manning,
skipar Atlantsflog fyri ein
um túri mikukvøldid. Hild-
ið verður nevniliga, at fleiri
av umboðunum á stevnuni
hava so nógv jørn í eldi
num, at tað ikki ber til hjá
teimum at vera í Aberdeen
í eina viku. Tískil kemur ein
túrur, har møguleiki er at
skifta manning væl við.
Traðarmaðurin, ullin
og tjøldrini
So eru hurðarnar latnar upp
fyri teirri årligu framsyning-
ini, sum er í næstan øllum
bygdunum í Føroyum. (Tá
ið tosað verður um fram
sýningar, verður sum ofta
hugsað um okkurt áhuga
vert og hugaligt).
Men henda er minni hug-
alig. Hon sýnir mentan okk-
ara. Vísir andlit okkara úftir
Henda árliga framsýning-
in letur upp longu fyrst í
juni, og heldur á til miðjan
august, við hvort longur, ja
heilt út í oktober. Longri
hon er, fleiri hava høvi at
síggja hana. Tey hava høvi
at síggja fjøtradi tjøldur í
ymsum stigum. Summi
hava ungar, og royna tey at
geva teimum at eta. Onnur
hava bara eitt bein, hitt er
kvett av.
Fer tú at spáka tær runt í
Havn og úti á bygdunum
framvið traðirnar sær tú
sama mynstur ár um ár
Traðir, har ull rekst alla
staðni, og aðrar sum eru
reinar og snøggar.
So er beistagerðin ímóti
tjaldrinum byrjað.
Henda slóðin eftir teim-
um órgkjutu traðarmonnun-
um stendur so sjónskt t.d. í
Havn. At tú dugir nøvnini á
teimum uttanat sum umsita
tær. Tað eru altíð teir somu
Her eigur Havnar kommuna
at hava strangt eftirlit við
leigutraðunum. At tær verða
røktar
Um tær ikki verða tað, so
má onkur annar sleppa
framat, ið dugir.
Og fjølmiðlarnir, við ein-
um undantaki tiga. Hvat ger
tað, um t.d. útvarpið sum
sendir stóran part av sam
dógrinum, ikki kann ofra
nøkur sekund um dagin til
at minna fólk á tjaldrið?
Nei, so eidasørt.
Ella sjónvarpið? Hesir
stovnarnir afturspegla hug-
burðin hjá tjóðini sum er ein
fullkomin líkasæla.
At fólk sum hava eina
tróð við seyði á, og sum
hava allar møguleikar at
rudda fyri ull, ikki gera tað
kortini, er tann reini
óflýggjaskapur. Tá ið tey
vita hvønn vanda tey koma
tjaldrinum í
Tað er tað ið verður kallað
djórapínsla
Erik Mortensen
PRÝÐI TIL
HONDGJØRT
FØROYSKA BUNAN
Stokk mn á gólorð og S4
(0 hon (yjordum
HESTASKÓGVUR
SPENNIR
til Joroy: ba biinan
KNAPPUR
SPENNIR
okkara Stort og góða úrval
/ ydislitmn US, fun
SPENNIR
KNAPPAR
- Tel 31 98 20
31 06 06