fríggjadagur 2. juli 1999síða 4
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
4
tíðindablaðið
NR. 123 - 2. JULI 1999
Landsbankastjórin: Ferðin er ov nógv:
Rætt at seta
búskaparlig
tiltøk í verk
— Okkurt slag av kravdari uppsparing verið tað rætta, tí so
fáa fólk peningin aftur, sigur Sigurð Poulsen
B
I ERIHÚLI
onkur búskaparlig tiltøk í
verk fyri at tálma gongdini,
nú er ferðin blivin nakað
ið ikki fyrst og fremst
nýtslan, sum er nakar vandi
Men vøksturin er stórur og
nýtslan veksur áleið við
somu ferð sum lønarinntøk-
umar í samfelagnum, ella
sum tøka tjóðarinntókan og
sum lønarvøksturin er
Fad vil ikki siga, at før-
oyingar brúka stórri part av
inntøkuni nú, men inntøkan
veksur so nógv, og ti veksur
lan etsini so nog
Sigurð Poulsen sigur, at
Ær eru
stundis
Or
UT CRIN NN på
i kk:
Ha g KK kki
lan sum e ip
SKå DU
er Kosin
Durturt it
marknaðurin lætt undir
og tað førir til fløsku-
ramleidsluni og so
bæði lønar
Ti fyritøkur, sum ikki
fáa fólk at framleiða tað,
sum tær hava bundið seg til,
og sum efurspurningurin er,
noyðast at betala seg burt-
urúr ti, og tað kostar
Oneyðugt at hækka
skattir og avgjøld
Sigurd Poulsen sigur ti, at
hann hevur leingi hildið, at
tað er neyðugt at seta onkur
tiltøk í verk fyri át tálma
gongdini
Tess fyrr, vit seta hesi
tiltøk í verk, tess bleytari
raka tey. Bíða vit hinvegin
ov leingi, skulu inntrivini
verða so mikið harðari fyri
rka
Vit spurdu eisini Sigurd
Poulsen, hvørji tiltøk, hann
hugsar um
Teir almennu kassarnir
hava ikki brúk fyri fleiri
inntøkum. Sostatt er tað 6
neyðugt at hækka skattir ov
avgjøld, sigur Sigurð Poul-
sen
Hann sigur, at hansara til
mælið er hinvegin, at okkurt
slag av krvdari uppsparing
verður sett, so at trygd er
fyri, at fólk fáa peningin
aftur. T.d. hevur hann onki
ímóti, um uppsparing verð-
ur sett í verk til eftirløn -
um semja fæst nóg skjótt
um treytirnar fyri henni.
Hættislit
Tað hevur verið nevnt, at
tað er ógvuliga ymisk, sum
teir ymsu landspartarnir í
Føroyum eru fyri búskap-
arliga og at tað rætta hevði
verið at gjørt mun á tí fíggj
arpolitikki, sum
førdur í teimum ymsu okj-
unum í Foroyum?
Tað er uttan iva rætt, at
tað er ógvuliga ymiskt,
hvussu teir ymsu partarnir í
Føroyum eru fyri.
Men at gera mun á
fíggjarpolitikkinum í teim-
um ymsu økjunum í Før-
oyum, er trupult.
Ti so koma vit inn å
bygnaðarpolitikk.
- Vit skulu alla tíðina føra
bæði konjunkturpolitikk og
bygnaðarpolitikk.
— Men tað er tað við
verður
Tað er neyðugt at seta búskaparlig tiltøk í verk. Og Tess fyrr, vit seta hesi tiltøk í verk,
tess bleytari raka tey. Bíða vit hinvegin ov leingi, skulu inntrivini verða so mikið harðari
fyri at at virka, sigur Sigurð Poulsen
bygnaðarpolitikki, at hann
virkar ikki frá degi til dags.
-So tað ber ikki til at føra
bygnadarpolitikk, tá ið tørv-
ur er á konjunkturpolitikki.
Tað tekur tíð at fáa
bygnaðarpolitikk at virka,
og tað er ógvuliga vanda-
mikið at loyva vissum pørt-
um av búskapinum at blíva
ov heitar fyri at fáa eina
tillaging á øðrum økjum.
- Vit noyðast at føra kon-
junkturpolitikk fyri at stilla
hitan í búskapinum. Vit
noyðast at gera tað, sum er
neyðugt, men á ein slíkan
hátt, at inntrivini ikki verða
so ógvuslig, sigur Sigurð
Poulsen.
Men hann leggur aft-
urat, at tað er ikki bráðneyð-
ugt við tiltókum.
- Men tað er neyðugt at
stilla búskapin eitt sindur.
— Og tað er neyðugt at
umrøda spurningin, so at vit
finna tær neyðugu semjur-
nar, sigur Landsbankastjór-
in.
In geborg Vinther sigur kortanei til alt tos um búskaparlig tiltók:
Grovt at lønarhækkingin nú
skal takast frá okkum aftur
--Fakfelógini fara
ikki at finna seg,
at fyrsta lønar-
hækkingin í 10
ár, verður tikin
frá okkum aftur
AKI BERTHOLDSEN
Hesum fara vit ikki at
finna okkum í
Ingeborg Vinter, for-
kvinna í Føroya Arbeidara-
felag, mótmælir uppá tað
harðasta øllum tosi um at
seta búskaparlig tiltøk í verk
fyri at kola føroyska bú-
skapin niður
Seinastu dagarnir hava vit
fleiri ferðir hoyrt, at ferðin
á føroyska búskapinum er
blivin nakað nógv og at tað
er neyugt at tálma gongdini,
so at hann ikki hitnar ov
nog
Men hesum mótmælir
forkvinnan í Føroya Arbeið-
arafelag upp á tað allar
harðasta.
Føroyska verkafólkið
hevur onki at taka av. Tíma-
lónin er beint omanfyri 80
krónur, í londunum rundan-
--Beinanvegin verkafólk fingu nókur oyru uppá lónina,
verður tosað um búskaparlig tiltók. Tað góðtaka við ikki
og Karsten Hansen skal verða vísur í at fáa eitt aftursvar
frá fakfeløgunum, sigur Ingeborg Vinther
um okkum er hon yvir 100
krónur.
Men eitt er timalønin, eitt
annað er, hvussu nógvar
tímar, verkafólk sleppa til
arbeiðis. Og tað vita oll, at
ikki minst í fiskivinnuni á
landi, men eisini aðrastaðni,
er talan um sera óstøðugt
arbeiði, so tey eru fá, sum
hava fulla årsinntøku.
Annars heldur Ingeborg
Vinther, at tað er toppmált,
og ikki sørt provokerandi,
at fara at tosa um at seta
búskaprlig tiltøk í verk nú.
Tað eru ikki meiri enn
tveir mánaðir síðani, at vit
fingu tað fyrstu lønarhækk-
ingina øll kreppuárini.
Hækkingin var millum
7-10%, men tað er verri enn
so nokk til at koma uppaftur
á sama støðið, sum lønirnar
vóru á fyri kreppuna.
- Skuldu vit havt fingið
alt tað, sum tann tøka lønin
er fallin hesi kreppuárini,
skuldi talan verðið um eina
lønarhækking uppá eini
28%.
-So her er onki at taka
av, heldur ikki til uppspar-
ing.
— Men møguliga er okk-
urt at taka av hjá teimum,
sum góvu sær sjálvum eina
lønarhækking upp á 60%,
sigur Ingeborg Vinther.
Hon sigur tí, at hon tekur
yvirhøvur ikki undir við, at
búskaparlig verða sett í verk
ímóti vanliga løntakaran-
um.
Ingeborg Vinther sigur, at
tað er beinleiðis grovt at
tosa um búskaparlig tiltøk,
so at lønarhækkingin verður
tikin innaftur.
— Hetta fara fakfeløgini
ikki at finna seg í, og Kar
sten Hansen skal vera vísur
í at fáa eitt aftursvar frá okk-
um, sigur hon.
Men, hvat fakfeløgini
fara at gera, ella, hvat aft-
ursvarið verður, fer tíðin at
Vísa.
So skjótt, tað liggur fyri,
fara vit at hava fund í sjey-
mannabólkinum at tosa um
støðuna, tí vit fara ikki at
finna okkum í, at tosað
verður um tiltøk, bara tí, at
vit hava fingid nøkur oyru
uppå lønina
Er tå ikki samd i, at ferðin
á búskapinum er ov nógv?
— So skuldi tey heldur
ansa eftir almennu íløgun-
um, so at ikki allar almennar
fløgur verða gjørdar, sam-
stundis sum privatar íløgu
verða gjørdar. Og tað er ikki
hissini íløgur, sum tað al-
menna ætlar sær undir næst-
u árini.
Ingeborg Vinther heldur
eisini, at Fíggjarmálaráð-
harrin skuldi heldur eisini
farið at kanna prisvøksturin
seinastu tíðina, síðani lønar-
hækkingini kom í gildi.
— Alt er dýrkað, enntá
breyðið, hóast handverkarar
ikki fingu lønarhækking.