fríggjadagur 2. juli 1999síða 5
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 123 - 2. JULI 1999
tíðindablaðið
Foreldrini svar í dag
Tað hevur gingið striltið at fáa svar uppá kærurnar, sum ávikavist Foreldra-
felagið og tveir pápar í Havn sendu Kommunala Eftirlitinum í fjór, men nú
skilst, at svar kemur í dag
TURIÐ KJØLBRO
I farnu viku lovaði Søren
Pram Sørensen á Komm-
unala Eftirlitinum á lógar-
deildini i Tinganesi, at Fel-
agið fyri foreldur at små-
børnum í Havn og tveir páp-
ar í Havn, skuldu fáa svar
uppá kærurnar, sum vórðu
sendar í fjør. Tað var mið-
skeiðis í november í fjør, at
Foreldrafelagið, kærdi
Tórshavnar — byråd til
Kommunala Eftirlitið fyri at
gjalda út kontantstuðul til
foreldur uttan at hava lóg-
arheimild. Og nakað um
somu tíð kærdu tveir pápar
í Havn Tórshavnar býráð til
Kommunala Eftirlitið fyri at
umsita bíðilista, upptøku til
dagstovn og dagrøkt í stríð
við galdandi rætt.
Gott og væl sjey mánaðir
eru gingnir síðani, at báðar
kærurnar komu á borðið hjá
Kommunala Eftirlitinum í
Tinganesi. Tey, ið hava
kært, hava fleiri ferðir rykt
eftir svari. Í farnu viku við-
gekk Søren Pram Sørensen
í blaðnum, at ov long tíð var
gingin til at fáa kærurnar
avgreiddar. Tær vóru ikki so
einfaldar at avgreiða, segði
hann, og lovaði svar innan
eina viku. Tann vikan er nú
farin, og nú skilst, at svar
kemur í seinasta lagi í dag.
Tað er einki at siga til, at
fólk bíða spent eftir úrslit-
ininum, ið Kommunala Eft-
irlitið kemur fram til við-
víkjandi kæruni hjá For-
eldrafelagnum um kontant-
gjaldið. Avgerðin kann fáa
ávirkan á, um gjaldið, sum
Foreldrafelagið av fyrstan
tíð hevur ynskt avtikið,
verður verandi ella tikið
burtur.
Tórshavnar býráð hinveg-
in tvíheldur um, at tað hevur
heimild at gjalda út
kontantstuðul. Býráðið
veitti líknandi styrk í 1988
og boðaði landsstýrinum
frá. Og tá fyrilá einki um,
at býráðið ikki hevði loyvi
til tess.
(savnsmynd)
Hava kvinnurnar
helvtina av valdinum
Nýggj bók um kyn og politikk í Norðurlondum lýsir viðurskiftini millum
kynini í Norðurlondum, eisini í Føroyum, og setir nógvar áhugaverdar
spurningar
TuriÐ KJØLBRO
Norðurlendska Ráðharra-
ráðið hevur tikið stig til eina
verkætlan undir heitinum
Hálva valdið, sum nú er av.
Urslitid av verkætlanini er
ein bók, sum hevur fingið
heitið Likestilte demokra-
tier? Kjønn og politik í
Norden. Henda bókin er
uttan iva tann týdningar-
mesta útgávan um javn-
stóðu í løtuni. Í bókini eru
lýsingar av viðurskiftum
millum kynini, politikkur
og fólkaræði í Norðurlond-
um, umframt teimum sjálv-
stýrandi økjunum, Alandi,
Føroyum og Grønlandi.
Langt er enn å mål til
javnstøda er í øllum lutum
og viðurskiftum í Norður-
londum. Ritstjórnin vónar,
at bókin Likestilte demo-
kratier fer at elva til orða-
skifti og kjak um evnið, og
at hon gagnar arbeiðinum
hesum til frama eins og
politikarum, tænastufólki
sum teimum, ið í við fullum
huga ganga inn fyri javn-
stóðu. Bókin er eisini væl
egnað sum lærubók í sosial-
og samfelagspolitikki, sum
uppslagsverk og sum stødi
undir orðaskifti í kvinnu-
felagsskapum.
Ofta verða Norðurlond
sett fram sum eitt einsháttað
øki, eyðkent millum annað
av sterku støduni hjá sosial-
demokratum og umfatandi
javnstødu millum kynini.
B6kin setir spurnartekin vid
hesa myndina við at spyrja,
hvussu javnsett kvinnur og
menn eru í Norðurlondum,
og hvussu einsháttað Norð-
urlond eru.
Bókin lýsir politiskar
mobiliseringstilgongdir og
almennan vælferðar- og
javnstødupolitikk í Norður-
londum, íroknað Føroyum,
Grønlandi og Alandi. Nógv
eyðkenni eru Norðurlond í
felag um, sum geva grund-
arlag fyri einum „norður-
lendskum modelli“. Men
tey, sum hava átt ein leiklut
í bókini, vísa á, at eisini
nógv sereyðkenni eru, og at
munirnir millum londini eru
fleiri og stórri enn vit fyrr
hava verið varug við.
Í ritstjórnini hava sitið
Christina Bergqvist, sum
hevur havt ábyrgdina,
Anette Borchorst, Ann-
Dorte Christensen, Viveca
Ramstedt-Silén, Nina C.
Raaum, og Auður Styrkárs-
dóttir. Norðurlendska Ráð-
harraráðið og Universitets-
forlaget geva út.
DEEP RISING
dem
En SOLDA! ER FANGET BAG FJENDENS LINGER
ORDREN ER KLÆS her” — Ryan.
FORHANDLEREN
Leiga videofilmar å hesum stødum:
Statoilstødin i Gundadali tel. 314770
Statoilstødin i Kollafirdi tel. 421083
Statoilstødin i Saltangarå tel. 449133
Statoilstødin i Klaksvik tel. 457353
Statoilstødin i Sørvågi tel. 332001
Statoilstødin i Skålabotni tel. 441200
Statoilstødin i Leirvik tel. 443360
O STATOIL
stødirnar kring landið