fríggjadagur 2. juli 1999síða 7
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Góðu stevnugestir
og fuglfirðingar
Stevnutíð er summartíð.
Longsti dagur er farin afturum
- Jéansvøkuhald og -bál hava
verið. Nú er so tíðin komin til
at halda Varmakeldustevnu í
Fuglafirði; fyri seinastu ferð í
1900-talinum.
Vit, sum búleikast við
Fuglafjørd eru góð við hendan
stað, og eru vit stolt av okkara
vøkru fjøllum og náttúruni her.
Tað er eisini við ávísum
stoltleika, at vit bjóða
gongutúrar til okkara minstu
bygd í kommununi, Hellurnar,
ið um góðan mánaða skal
hátíðarhalda 150 ára dagin fyri
fyrstu búsetingunum har.
Arið 1999 er eitt hendingar-
ríkt ár fyri Fuglafjarðar
Kommunu á fleiri økjum, og
skal eg stutt nevna nakað í
hesum sambandi.
Á vinnuøkinum verður gjørd
ein djúpvatnskei, umframt at
farið verður undir at gera ein
tunnil afturat hinum trimum
inn í fjallið. Afturat hesum
verður nýggj brandstød bygd,
sum skal avloysa núverandi
stød, ið stendur á
havnagkinum, soleiðis, at
hesin bygningur, ella hetta
gkið kann nýtast til onnur
vinnufremjandi endamál.
Tað er gleðiligt; ikki minst
nú vit halda altjóða eldraár, at
hava tikið eitt stásiligt hús í
nýtslu til sambýli fyri eldri og
Hallbjørg Hansen,
borgarstjóri í Fuglafirði
Mynd: Jens Kristian Vang
óhjálpnar borgarar.
Kommunan hevur leigað
hølir til at hýsa kommunu-
læknanum v.m. Hesi verða
innrættað seinni í ár.
Eftir summarfrítíðina verður
farið undir at kanna tørvin á
bygging av íbúðum til ymisk
endamál. Og vísir tað seg at
vera ein gongd leið, verður
farið undir hetta eftir skipanini
hjá Húsalánsgrunninum.
Goymsluplássið hjá Fugla-
fjarðar Bókasavnið verður
víðkað. Pláss er funnið at seta
Høvdahisini á, ið skulu vera
karmur um virksemið hjá
fornminnisfelagnum. Farið
verður undir at projektera
tilbygning til skúlan, so at
hesin kann nøkta tey krøv, ið
m.a. nýggja fólkaskúlalógin
setir.
Mentanarhúsið verður studl-
að peningaliga, soleiðis at
hetta vónandi kann takast í
nýtslu um ársskiftið.
Dagrøkt er skipað fyri børn
úr O til 8 ára aldur. Talan er í
fyrstu syftu um 15 børn.
Farið verður undir at
projektera vegin vestur í Bø,
so farast kann undir arbeiðið
fyrst í komandi ári.
Byggisamtyktin, sum gongur
út í ár verður endurskoðað.
Fuglafjarðar Kommuna var,
sum nógvar aðrar kommunur í
landinum, hart rakt av
kreppuni, sum kom fyrst í
nítiárunum. Tað er tíbetur tað
gleðiliga hent, at hendan
gongd er vend til tað betra.
Tað eru komin nógv
arbeiðspláss afturat seinastu
tíðina. Her eru fleiri virkir í
menning, og eru vit sera spent
uppá virkið, sum eftir ætlan
skal lata upp til heystar. Eisini
er eitt nýtt skip komið til
kommununa í ár.
Hóast hesi góðu útlit eru
fyri virksemi, so mugu vit tó
vidganga, at vit ikki eru so
nógv gðrvísi fyri enn fleiri
onnur stød kring landið, tå
umræður at fáa ungdómin at
stóðast á plássinum. Hetta er
ikki sagt fyri at finnast at, at
ungdómurin fer burtur í út-
búgvingargrindum,
tvørturim6ti; vit mugu hava
útbúgvið fólk. Men, vit mugu
samstundis arbeiða fyri, at tey,
Í vælkomuskrivi sínum
leggur borgarstjórin í Fugla-
firði stóran dent á árið 1999,
ið hevur verið eitt hend-
ingarríkt ár fyri Fuglafjarð-
ar Kommunu á fleiri økjum.
Mynd: Jens Kristian Vang
tá tey flyta heim aftur til
Føroya, hava hug at flyta aftur
í heimbygdina. Nakað, sum
avgjørt kann vera við at stuðla
hesum, er at tað verða skaptir
fjølbroyttir møguleikar fyri
størvum; t.v.s., at vit
framvegis mugu arbeiða fyri
at fáa flutt uppgávur frá landi
til kommunur, umframt at
blaðmaður,
Rullandi redaktiónin hjá Sosialinum í Fuglafirði: Høgni Mohr,
ddog Jens Kristian Vang, m
Varmakeldustevnan
Fuglafjørdur 1999
dentur må leggjast å
fritidarvirksemi á staðnum.
Fuglafjarðar Kommuna er
tilreiðar at taka ímóti slíkum
uppgávum so skjótt sum
landsmynduleikarnir eru klárir
at leggja hesar út.
A Varmakeldustevnu í ár er
nógv á skránni, sum víst er
aðrastaðni í blaðnum. Eg vil tí
við hesum fáu orðum ynskja
øllum, bæði úr bygd og bý
hjartaliga vælkomnum til
Fuglafjarðar við vón um, at vit
øll fáa eina góða stevnu.
Hallbjørg Hansen,
byrådsformadur
r. Pilturin i
miðuni eitur Heini... Mynd: Canon EOSIN...