Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-07-02, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. juli 1999síða 8

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Listarliga NR. 123 - 2. JULI 1999 skapanarsøga fuglfirðinga FRITS JOHANNESEN Í ár eru tríati ár runnin síð- ani fyrsta málningafram- sýningin var á Varmakeldu- stevnu. Leita vit aftur til hesar dagar og fram til dag- in í dag, eru mong strok farin eftir løriftinum, og mikið av oljurivnum hevur fest seg í eygnakrókarnar á fólki, og mangar myndir, sum seldar eru á málninga- framsýning á Varmakeldu, hanga á veggum, víða um. Lorvíksfjall og Tyrlarnir Ein tann fyrsti, sum fór at mála í bygdini, var Símun Oliver Johannesen. Hann — Andin frá teimum ljóðkátu sekstiárunum reistist øgiligur úr tí djúpa firðinum, har sum bert likkur, måsar og øskulittir vetrarfuglar høvdu fargað løtuna. Men nú...nú var tað listin, sum fór yvir tann spegilsblanka fjørð... (Málningur hjá Øssuri Mohr) búði Heimi á Sandi í Fugla- firði, og lýsti hann í málningunum sínum, um- hvørvid hiðani. Lorvíksfjall átti fastan sess í myndum hansara, og — Tyrlarnir smæddust heldur ikki burtur år hesum livandi strokum. Mánalýsið, skaddan, sum datt inn um Varmakeldu- eiðið, trøini, aldudragið á Sansinum og skipini, sum lógu á vågni og isaðu í, vóru ein partur av hesum drátti. Her var marglitti heimur hansara - skaldaheimurin, sum varð festur á lørift- ið...soleiðis var byrjanin. Aðrenn tað kunnu vit siga, at skapanarandin lá yvir tí djúpa firðinum og bíðaði eftir orðunum: Verði ljós! Og tað varð ljós. Ljósið festi seg á løriftid. Hetta var fyrsta dagin, og mong sóu, at tað var gott. Dýrgripurin Síðani tá vóru tað nakrir, sum tóku samanum og bóru ljósið inn í stovur og hallir. Ikki kunnu vit fara avstað, uttan at nevna Kristjan Han- sen, Kristjan hjá Benadikt - so sjáldsamur og friðsamur var hesin listamaður. Tekn- aði, málaði og fotografer- aði hvert kykt og hvort mansbarn her í bygdini. Honum til heiðurs er ljómur av dagsverki hansara ein dýrgripur í bygdini. Eitt endurskin av listarligum dropum, ið mala sum smáir iðukálvar á stillini vatni. Hetta var annar dagur. Og tað var gott. Knortlut er gott Kristjan Vígda, sum búði norðuri á Enni, var kanska tann mest sjáldsami av teimum fyrstu. Hann málaði smáar sluppir, vældæmdar og reyðbotnaðar. Hann hevði eina avgjørda mein- ing om málningin. Hann búði uttan fyri tann partin av bygdini, sum bar dagin um húsarhornið. Norðuri á Enni sat hann frammanfyri gluggan og eygleiddi rákið í bygdini. Hann var sjó- maður, og heyði mangan brattan farið; tí vóru slupp- irnar hansara partur av hes- um skaldaheimi, ið róði upp undir løturnar. Orð hansara, um at teir knortlutu málningarnir vóru teir bestu málningarnir, sita enn í huganum. Kanska er tað so. Hetta var tridi dagurin. Ljósið mentist í hverjum. Og tað var gott. Ævigi listamaðurin Sælar løtur hava verið í fim- leikarhøllini øll hesi árini. Ein lyfti, annar lætti - førdi seg fram og metti um mynd- irnar og gav teimum skoðs- mál eftir sínum hegni. Tann ævigi listamaðurin, Hans Jacob Hansen, hevur dvalt longi við málningin. Hevur tikið mangt til sín, og var hin fyrsti at rógva uppundir at fáa í lag málningafram- sýning á Varmakeldu. Hann hevur fest manga løtuna á løriftid og vovið skart og skrúð úr sínum musiska hugaheimi. Hann er eisini ein av teimum fyrstu, og gongur sum ein profetur úr Gamla Testamenti og lívgar um okkum í tí dagliga. Hann er fróður maður og veit um mangt at siga, eisini tá farið varð undir at mála málningar í bygdini. Tí tel- ist hann millum teir fyrstu. Hetta var fjórða dagin, og sólin stavaði niður á tann gamla fjørdin og lýsti sign- Ein aðalkraft í mentanarlívinum í Fuglafirði. Við kjølfestu í Skapanar- søguni hugleiðir Frits Johannesen, lærari, um listaliga framburðin i bygdini. Mynd: Jens Kristian Vang ing yvir tey, sum tordu at vera eitt sindur ødrvisi. Og tað var gott. Lið millum gamalt og ungt Maður kom úr Sumba; Valdemar Djurhuus, sýslu- maður. Hann hevði pensilin við sær, og málaði myndir úr Fuglafirði og Sumba. Hann lat málningin í jarpt, gult ljós og daggrønan vøkstur. Hann er eitt lið millum teir fyrstu spámenn- inar og teir ungu málarar- nar, sum smædnir litu upp í himnahválvið og bóðu ljós- ið signa dagin og løtuna á løriftinum. Hetta var fimta dagin, og enn var skapanin ikki liðug. Hon setti halkoytur í sinnið, og talaði við stilla máli sínum í fim- leikarhøllini til teirra, sum komu á málningaframsýn- ingina, ár um ár; bæði tey sum sýndu fram og so tey, sum stukku inn á gólvið og fingu sær eina hugfarsliga løtu inni í høllini, framman- fyri målningunum. Og tað var gott. Ljóðkátu sekstiårini Sætta dagin komu allir teir ungu målararnir, sum nå dittadu sær at rópa seg listamenn. Ljósið mentist og skyggingarløturnar gjørdust stórbarar og sælar. Andin frá teimum ljóðkátu sekstiárunum reistist ggi- ligur úr tí djúpa firðinum, har sum bert likkur, måsar og øskulittir vetrarfuglar høvdu fargad løtuna. Men nú...nú var tað listin, sum fór yvir tann spegilsblanka fjørð og litaði hvítmyljur- nar, sum uppøstar rópaðu upp til tann himmalska listamannin. Og hann sá, at tað var gott. Tað er gott Guð vælsignaði hin sjeynda dagin, og halgaði hann, tí á honum hvíldi Guð frá øllum verki sínum, sum hann hevði skapað og gjørt (1. Mós 2,4). I ár er sjeyndi dagur. Síðani 1969 er henda skapanin farin fram. Hetta er søgan um ein part av Varmakelduframsyningini og uppruna hennara. Og tað er gott... Genta Tú ert veingjasløg í málsins friska ljósi suð og gul máling á pensli listamansins svallig dógg á tómum speglum men eisini skyggjandi knívar í skugga sannleikans kvirrar løtur livandi arr i slignum brekkum helluædrar ørkymlandi måtloysi í trongum gøtum (Alexander Kristiansen)