Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-07-02, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. juli 1999síða 9

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 123 - 2. JULI 1999 tíðindablaðið S0S12/Ur 9 Úr París til Fuglafjarðar Kári Svensson lovar fegin áskoðaranum inn um lørifts- rammuna, og harinni hevur áskoðarin rása- rúm. Allastaðni letur listamaðurin havi, fjallagrein- um, gráa av landi og umhvarvi av húsum sleppa und- an í buldruta lita- leikinum á lørift- inum HOGNI MOHR Kendasti listamaðurin, ið verður við á Varmakeldu- framsýningini er óivað Kári Svensson. Hann er føddur í 1954, og hevur málað meginpartin av lívi sínum. Føroyingar kenna list hansara av Olavsøkufram- sýningini, ið hann hevur lut- tikið á mangar ferðir, eins og hann hevur sýnt fram í Smiðjuni í Lítluvík, Lista- skálanum og Gallerí List nakrar ferðir. Áskoðarin hevur rásarúm Sagt hevur verið um listamannin, Kára Svens- son, at landsløg eru lunn- arnir undir málningum han- sara, men at hann arbeiðir frælst við litum og skapi. Harumframt kann sigast um listamannin, at hann er litríkur í frásøgnum sínum á løriftinum. Hann er ikki heilt abstraktur, men loyvir tær fegin at koma innum karmarnar, og har hevur åskodarin rásarúm. Alla- staðni letur hann havi, fjallagreinum, gráa av landi og umhvarvi av húsum sleppa undan í buldruta lita- leikinum á løriftinum. Huntenkunst á Niðurlondum Kári Svensson hevur stung- ið aðra kós, enn mong evna- rík listafólk, ið kanska alt ov sjáldan koma út um egið bygdarmark. Umframt nevndu framsýningar í Før- oyum, hevur hann havt framsýningar á fleiri kend- um stóðum úti í Heimi. Í mai-mánaða var hann á sen- sureraðari = alheimsfram- sýning við seks málningum á Huntenkunst i Niður- londum. Í apríl í ár var hann við á Den Frie í Keyp- mannahavn, og mánaðan fyri, á Galleri NB í Viborg. Undanfarnu árini bæði, sýndi hann fram á íslendsku listasøvnunum í Reykjavik og å Akureyri, og longu i 1995 var hann á Niður- londum og sýndi fram; ta Kári Svensson, listamálari, er komin úr París til Fuglafjarðar at sýna fram á Varmakeldu Um Kára uttan úr heimi Bent Irve, Morgenavisen Jyllandsposten: >Móti havi, fjalli og húsum í bygdunum hava før- oysk listafólk fingið til gávus ein heim av mynda- evnum, ið er eins gagnligur og hann er trupul. Á føroysku listini sæst, at hana slepst so at siga ikki uttanum; eisini á eini framsýnig hjá einum tí gávu- ríkasta málaranum, Kára Svensson. < Ulf Gudmundsen, Jydske Vestkysten >Kári er ein málari, ið dugir nógv, og torir eins nógv. Tað eru drama og riðlar av litum í heimi hansara. Tað er talandi (skaldskapar)list við Norðuratlantsku náttúruni, landinum og havinum, bygdini og fjallinum, ljósinum og tí gróna grasinum sum íblástri, ið ongantíð makar av. Myndir Kára eru abstrakt-ekspressjonistiskar. Fantastiskar fråsøgnir við nógvum góðum dygdum. Ongin ivi er um, at talan í hesum fóri er um eitt bjart talent - og hevur tú verið i Føroyum, noyðist tú at geva teg yvir alt fyri eitt, frammanfyri hesum verkum. Áh, tann råstyrki. Ur størsta veggstykki í minsta málning...“ ferðina á Galleri Marialust Kári Svensson er júst aft- urkomin úr París. Á listar- ligu háborgini í Fraklandi hevur hann fasta framsýn- ing. Sleppi aldri Føroyum Ur atelierinum í Havn frætt- ist áðrenn stevnuna, at víðfarni listamaðurin ætlar sær at sýna fram stórar mál- ningar á Varmakeldu, 160 x 130 sm. Talan verður um einar fýra náttúrulýsingar. Onkrum kann tað kanska tykast logið, at Kári Svens- son, ið nú um hásummartíð kundi gingið og spankulára niðri á Champs-Elysées, heldur vil vera norðuri í Fuglafirði við málningum sínum. Tað heldur hin hálvi fuglfirðingurin, Kári Svens- son, ikki. Hann gleðir seg til at vera við á Varma- kelduframsýningini, tí sum hann sjálvur málber seg — Eg havi eina sterka kenslu fyri Feroyum. Oyggjarnar eru mær alt ov kærar til at eg á nøkrum sinni fari at sleppa jarð- festinum við tær. Úr teimum er list mín sprottin. Millum annað tí, er tað ein sjálv- fylgja. at eg fari við á fram- sýningina, nú eg eri boð- in... Úr bygd í berg. Skitsusnurra hjá Kára Svensson.