fríggjadagur 2. juli 1999síða 18
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
18
tíðindablaðið 5052
Langabbin
við hesthala
Hans Jacob Hansen í Fuglafirði er ikki einans hjáleikari í filminum,
Barbaru. Hann var, og er so mangt. Listamálari, ið hvórki ræðist
Picasso ella Ingálv. Tónasmiður og leikari, ið hevur tikið nýggjastu
tóknina til sín. Skald og rithóvundur, sum ikki smæðist burturímillum
tey frægastu. Og giftur við Vilhelminu, ið hann fekk seks børn við, so
at siga í einari rúgvu. Summum longist eftir manninum handan hárið,
men fyribils fer blíðskortaði Hans Jacob, sum Samson á sinni, at lata
alt hanga í friði...
HOGN MOHR
Vit vistu ikki i bygdini,
Hans Jacob Hansen búði, og eins
nvar
tid visti lítli Fróði, ið gekk og
spældi við hundahvølpar sínar í
einum garði norðuri á Bakka, tå
du hann. hvar Hans Jacob
búði. Men, tá vit spurdu hann
gamla manninum
1 og hest-
avgjørdur
vit Spur
Nor
Br
2 Nóg i þú erga at
k u Nils
N i > I dansk in
} eri pensjonist
F Ø 3% eiklu {
} Tað nn, sum segði
Ur máling í tonasmid
( skurð ð tí fyri eyg
Øø 5 I da t
men
} ið eftir er, er tíbetur alt á ein-
eyga. Spurdur, hvussu skapan
wevnini koma til sjóndar, nú ikki
her til
er ut
at måla longur, sigur hann
seg hava kastað seg yvir i tóna-
smíð. Hetta arbeiðið verður gjørt
á teldu. Burturúr hesum arbeiðið,
spretta bæði sálma- og
harmonikuløg. Onki er komið út
enn, men okkurt av tí hevur hann
sjálvur spælt í Utvarpinum. Eina-
ferð hevur hann spælt egin løg á
harmoniku í Sjónvarpinum. Hetta
r í sambandi við fólkatingsval
Hans Jacob er eisini rithøvund-
ur. I 1990 gav hann ut békina, å
Brúnni. Bókin er eitt savn við
yrkingum og hugleiðingum
Eg havi málað handan mál-
ningin har; tá var eg ikki blindur,
sigur Hans Jacob og peikar yvir á
eina fjøllitta kubistiska brota-
mynd, málað á eina vatnfasta
krossfinerplátu. Hetta málaða
frístykkið. tók honum einar 400
tímar at gera. Stóri flatin er ab-
straktur, meðan miðjan tykist
meira náttúrlig, við einum før-
oyingi á hestbaki sum myndevni
Er áskoðarin lættur á flogi, súgva
ógvusliga målningastøddin og teir
umleið 5.000 ymiskt littu
tríhyrningar hann inn í annan
heim
So stór lørift fingust ikki tá á
dógum, sigur langhærdi
fuglfirðingurin. Málningurin á
træplátuni er o.u. 3,3 fermetrar til
støddar
Kanska er tad stør synd, at hetta
åhugaverda verk, å ongum sinni
hevur verið sýnt fram aðrarstaðir
enn í Fuglafirði
Leggjast kann afturat, at bróður-
parturin av tapetinum í stovuni
hjå Hans Jacobi og konuni, Vil
helminu, hvørva afturundir listar-
verkum, id hann sjålvur og døtur-
nar hava latid år hondum
Syndi fram undir Krignum
Hóast onkur, eftir útsjóndini at
dóma, kundi lagt Hans Jacob
undir at vera provokatør, er hetta
Treydugt so, dóturnar
iltid hildið pápan vera sjåld
saman, vil hann vera við
Í sjálvum sær: at hava lista
framsýning undir Seinna Heims
bardaga, man hava verið sjáld-
samt, og tað játtar Hans Jacob
etsinI
Eyðkendi fuglfirðingurin fór
heilt ungur at mála. At byrja við
málaði hann á glas. Hetta var sum
nevnt undir Seinna Heimsbardaga,
tá hann var eini 13, 14 ára gamal
Myndaevnini vóru mest fuglar og
blómur. Eisini gjørdi hann jóla-
kort, ið vóru málað á glas!. Mót-
tøkan av slíkari list var góð, tí tað
var so sjáldan, at nakar tókst við
at mála, tá á døgum.
— Jólakortini, minnist eg, gingu
sum heit Vienarbreyð, sigur Hans
Jacob, ið longu 14 ára gamal, sum
so mangur fór til sjós. Hann fór at
rógva út suður úr Bakkafirði í
Íslandi.
— Eg havi lisið meg til, at 1.000
skip vórðu sekt í Norðuratlants-
havi í 1942, tað árið, eg fór til
sjós. Eg noyðist eisini at vid-
ganga, at eg var eitt sindur
bangin, tá vit vóru á veg yvir við
Kyrjasteini, tí vit sóu ikki færri
enn 11 minur á ferðini til Íslands.
Skiparin skeyt fleiri niður, minnist
eg
Við Kyrjasteini var Hans Jacob
eisini undir Grønlandi
Seinni var Hans Jacob seks
vetrar og róði út undir Vestmann-
oyggjum, eins og hann var við
trolaranum, Olavi Halga, hvønn
túr í hálvttriðja ár. Størsta partin
av arbeiðslívinum var hann ,
knyttur at landingini i bygdini. I
23 år landadi hann sildaskip i
Fuglafirði
Eg sigi tað bart út: Hetta var
eitt lortaarbeiði, sum oyðilegði
mær eyguni. Tá á dógum varð alt
lempað við kvísl, og meðan ar-
beitt varð, stóð formalinroykurin
úr sildarúgvunum í lastini. Tíbetur
er hetta broytt. Nú nerta teir ikki
kvísl, sigur Hans Jacob, ið av og á
egnir nakrar stampar fyri beiggja
sín. ið hevur ein maskinbát.
Mentanarligur
undangongumaður
Tríati ár eru liðin síðan lista-
framsýningin á Varmakeldu, sum
slik, varð verunleiki; men longu í
1958 hevði Hans Jacob egnar
framsýningar. Tær vóru í Klaks-
vík og í Tórshavn. Í 1969 orðaði
hann við Frits Johannesen, ið tá
var farin at mála, um tað ikki
hevdi verið best, um teir vóru
fleiri, ið sýndu fram
Teir vóru nógvir, ið málaðu tå,
og tá avtornaði vórðu teir tíggju,
ið vildu sýnda fram. Síðani tá
hevur framsýningin verið á hvór)-
um ári. Fyrstu árini var Hans
Jacob við, hverjaferð
Hans Jacob, ið longu hevði
málað fleiri ár. seldi mest á ti
framsýningini; seks málningar.
Hetta helt hann vera gott, tá havt
varð í huga, at hann ikki heyði
lært at mála.
- Eg umhugsaði ongantíð at
fara uppá listaskúla, sum t.d.
Ingálvur av Reyni, tí eg var bara
24 ár tá eg giftist, og vit fingu
seks børn, so at siga í eini rúgvu.
Eg noyddist at arbeiða, fyri at fáa
allan hendan hóp undan, sum
frægast. Eg havi ikki fingið
realiserað meg listarliga í nóg
stóran mun; tað er vist.. Hevdi eg
havt lært at mála, og havt betri
tíð, so heyði alt kanska verðið
ødrvisi. Einasta frålæra eg havi
fingið, er eitt kvøldskulaskeid í
perspektivtekning, einaferð sein-
ast í fýratiárunum, sigur Hans
Jacob brosandi.
Var ofta í Havn
Á yngri árum, heyði hann nógv
sambond við høvudsstadin. Í
listarligum, og øðrum hopi.
— Eg gjørdist sjúkur i oktober
1957, og lá á Sanatoriinum í 7
mánaðar. Tá kundi eg ikki arbeiða
vanligt arbeiði tvey tey fyrstu
árini. Hesa tíðina málaði eg av
álvara. Ofta var eg niðri í fjøruni
og málaði t.d. Nólsoynna. Eg
hevði samband við Ingålv av
Reyni, ta tíðina, og vit tosaðu
nógv um málningalist. Ingálvur
var longu tá kendur fyri at vera
eksperimenterandi.
Sølan, hesa tíðina, var heilt
NR. 123 - 2. JULI 1999
ÉT
hampulig, og listarliga
vidurkenningin ikki minni g60.
Arið eftir, í 1958, fekk Hans Jacb
fimm málningar við á Olavsøku-
framsýningina, ið longu tá var
sensurera.
— Syskinabarn mitt var giftur
við Turid Waagstein, dóttur lista-
mannin og tónasmiðin, Jógvan
Waagstein. Á ferðum mínum til
Tórshavnar, búði eg ofta hjá teim-
um. Eg slapp at hyggja at, meðan
naturalisturin, Waagstein, málaði,
og hesar løtur lærdi eg nógv gott,
tí Jógvan var ein stórur listamað-
ur. Fyri Kríggið, seldi hann ein
málning til Onglands fyri 1.000
krónur. Tað vóru nógvir pengar tá
á døgum tå ein fílari forvann 500
krónur um ári, sigur Hans Jacob
Hansen.
Langabbi við hesthala
Tað dylist ikki fyri, at Hans Jacob
Hansen er hárfagur maður. Vit
spurdu hann, um hann var vorðin
provokatørur á gamansaldrinum,
ella um hann framvegis royndi at
heysta sum best i kjalarvørrinum
av Barbaru. Ella kanska er tað hin
yngsti, ið ger uppreistur móti
teimum gomlu..? Hann er jú nógv
yngstur av tólv syskjum;
mamman var 46 ár, tá hann varð
borðin í heim.
Hársíði fuglfirðingurin fer at
flenna, tá hann fær hendan spurn-
ing; roynir kanska at tosa eitt
sindur uttanum...
— Jú, skal eg siga tykkum; tað er
tað, at eg ferðist nógv við hesum
her spælimonnunum. Í fjør vóru
vit í Fugloy, og árið fyri vóru vit í