fríggjadagur 2. juli 1999síða 19
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 123 - 2. JULI 1999
19
noy. Allir hesir listamenninir,
oma úr útlondunum at uppliva
oyar, eru skeggvaksnir. Hevdi
verið glattbarberaður og plús-
ur. so hevdi eg ikki riggad so
í ii selskapinum, sigur einasti
yski langabbin við hesthala.
arnadur vøkstur
mos skegg hjá Hans Jacobi
mscn sluppu at grógva longi,
áðrenn upptøkut6lini hjá Malmros
fóru at mala.
— Útvarpið boðaði frå, at søkt
var eftir statistum í filmi. Treyt-
irnar vístu seg at vera, at hár og
skegg sluppu at veksa. Eg teknaði
meg sum statist, men segði í
brævinum til fyriskipararnar, at eg
somuleiðis var áhugaður í onkrum
røttum leikluti. Saksur varð so
ikki nomin; í fyrsta umfarið einar
tríggjar mánaðar. So fór konan at
gera vart við seg. Eg noyddist so
at siga sum var; at eg skuldi vera
Kyrjasteinur er bygdur í 1937.
Tað var við hesum skipi, Hans
Jacob Hansen fyrstu ferð fór
til sjós. Nú liggur skipið og
gnaddar gummihjólini, ið
hanga á rustaðu
dragbjálkunum uttast á
brygguni við Lítla Bátahyl í
Fuglafirði. Slitnu vantrini
halda einsamøllu stórmeistrini
standandi. Rustur og rot í
hesum fyrr so stolta fari, hava
við sær, at skipið neyvan
sleppir at vera liggjandi árið
út. Mynd: Jens Kristian Vang
tíðindablaðið SOS;
filmsleikari.
— Tá ár var runnið, frættist, at
filmsætlanini væntaði pengar, og
at ongin filmur varð gjørdur fyri-
bils. Filmur ella ikki; skegg og
hár vuksu ótarnað. Hárið var nú
vorðið somikið sítt, at eg noyddist
at knýta tað í hala afturi á nakka.
Annað árið varð filmurin kortini
tikin upp. Áðrenn varð eg so biðin
at koma á Háskúlan í Havn til
roynd. Eg skuldi siga eina huldu-
søgu, ti Malmros hevði meg í
huganum til leiklutin sum Tór-
maður. Eg segði so eina søgu,
sum systir mín heyði sagt mær, og
legði okkurt afturat. Væl
hepnaðist, tí eg fekk leiklutin...
— Malmros ringdi til min tríggj-
ar dagar undan upptøkuni, og
spurdi meg um eg hevði fingið
nakað upptøkurit til filmin. Eg
segði nei, men at eg ætlaði at síga
tað, sum í bókini stóð. Ein pro-
fessari í fóroyskum (Christian
Matras) heyði týtt Barbaru, so
ongin kundi seta ein fingur á tað
góða málið. Harumframt eru part-
ar av bókini skrivaðir á ein so-
vorðnan hátt, at teir væl eru
brúkiligir sum beinleiðis handrit,
sigur Hans Jacob, ið var við at
stevna sjónleikarafelagið í Fugla-
firði, og longu í 1940, tólv ára
gamal hevði fyrsta leiklut sín.
Virkin á Varmakeldu
Á Varmakeldu, fer Hans Jacob at
Sjónleikarin, Hans Jacob
Hansen. Aftanfyri sæst partur
av kubistiska brotamyndin, ið
umboðar ein part av lista-
manninum, Hans Jacobi
Hansen. Mynd: Jens Kristian
Vang
syngja og spæla uppá harmoniku
á musikkkafeini, ið verður í
Fuglafirði stevnudagarnar. Tenor-
rødd hansara fer eisini at verða
hoyrd í Manskórinum, ið fer at
hava framførslu.
Virkni listamaðurin fer har-
umframt at hava fyrilestur í sam-
bandi við stevnuna. Evnið er tei
gomlu listamenninir í Fuglafirði
Teir, ið millum aðrar fara at verða
nevndir, eru Símun Olivur Jo
hannesen, ið m.a. málaði leik-
tjøldini til sjónleikin, Magnus, ið
varð framførdur í Fuglafirði undir
Krígnum.
Eisini fer Hans Jacob at røda
um Kristian Hansen, ið var
myndatøkumaður og seinni lista-
målari, og sonevndu Øra
menninar, ið bæði teknaðu og
gjørdu modellskip. Sjónleikarin,
Magnus Andreasen, 10 var
fuglfirðingur, men búði mong år í
Havn verður eisini umrøddur
Tá Hans Jacob Hansen stígur
uppá rødarapallin fríggjadagin, fer
hann at hava ein ordans pappirs-
dunga undur hondini. Men,
fyrilesturin er ikki longur enn 20
minuttir kortini. Orsøkin til
mongu ørkini er, at hann noyðist
at prenta fyrilesturin vid sera
stórum stavum, skal hann síggja
orðini.
Umframt mongu málningarnar,
ið fara at vera sýndir í Fuglafirði,
ber til at síggja hárfagra Hans
Jacob Hansen in persona, ið fer at
sita vakt niðri í fimleikarhøllini,
varmakeldudagarnar.
— Einar tríggjar mánaðar varð saksur ikki nomin; í fyrsta umfarið.
So fór konan at gera vart við seg. Eg noyddist so at siga sum var; at
eg skuldi vera filmsleikari. Mynd: Jens Kristian Vang