fríggjadagur 2. juli 1999síða 20
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Peter O.K. Olofson heldur hina sonnu gleðina í stevnuhepi liggja í felagsskapinum, náttúruni, kappróðrinum og skapandi evnum menniskjanna. Hinvegin heldur
tíðindablaðið 0812 7
hann tað vera skeivt at fáa sær kenning, tí tað stríðir ímóti Guði. Mynd: Jens Kristian Vang
Sóknarpresturin í Fuglafirði:
NR. 123 - 2. JULI 1999
Guð er nummar eitt
— Í øllum livsins viðurskiftum er týdningarmikið at liva lívið við ábyrgd fyri sær og næsta sínum,
og hetta er sostatt eisini galdandi á Varmakeldustevnu. Vit eiga avgjørt at hava Guð fremst í huga
í óllum leikum, sigur Peter Olof Krag Olofson
HOGNI MOHR
Konan og børnini eru og
ferðast á Flatlondum, og so-
statt verður sóknarpresturin
í Fuglafirði, Peter O. K.
Olofson einsamallur á borg-
ini, stevnudagarnar. Prest-
urin, ið hevur tíggju ár á
baki í Føroyum, væntar at
stevnan verður eitt sindur
ødrvisi, nú ongi børn eru
heima.
Sjálvt kallið hevur við
sær, at Olofsen sjálvandi fer
at halda guðstænastu sunnu-
dagin. Harumframt eru tey
í Fuglafirði farin undir nýtt
tiltak fyri teimum yngru.
Leygarkvøldid kl. 22 verður
guðstænasta hildin fyri hes-
um unglingum í Fuglafjarð-
ar Kirkju.
Opið hús í Thabor
— Nøkur ung spurdu meg í
fjør, um eg ikki kundi skipa
fyri guðstænastu leygar-
kveld á Varmakeldu, og eg
játtaði. Tey eru komin aftur
til mín hesaferð, og tískil
endurtaka vit tiltakið. Aft-
aná er opið hús í missións-
húsinum, Thabor, sigur
presturin, ið eins og mong
onnur ætlar sær á listafram-
sýning og til okkurt tón-
leikatiltak.
Tað einasta, ið liggur í
føstum karmi í virksemi-
num hjá Peter O.K. Olofsen
á Varmakeldustevnuni, er
kirkjuligu gerningarnir.
Felagsskapurin
hevur tydning
Undanfarnar stevnur hava
danski presturin og børnini
verið fastir gestir á Tivoli-
økinum, eins og vanligt
hevur verið at vitja úti á
sjálvari Varmakeldu. Kapp-
róðrinum lurtar hann eftir í
útvarpinum.
— Tað er ongin ivi um, at
tann felagsskapur og tey
skapanarevni, ið koma til
sjóndar í sambandi við
slíkar stevnur hava stóran
týdning fyri bygdina, sigur
Olofson.
Fuglafjarðaprestur kennir
tó ikki sama spenning á sær,
sum hann gjørdi heilt ungur,
eo
tá okkurt serstakt var í um-
búna.
— Tað er greitt, at munur
er á ungum og eldri í hesum
føri. Hinvegin er tað bara
gott, at hava eina barnsliga
gleði, hóast ein er vaksin.
Munur er tó á at hava eina
barnsliga gleði, og at bera
seg barnsliga at, leggur
Peter dent á.
Ongin undantaksstøda
— Í øllum lívsins viður-
skiftum er týdningarmikið
at liva lívið við ábyrgd fyri
sær sjálvum og sínum
næsta, og hetta er sostatt
eisini galdandi á Varma-
keldustevnu. Vit eiga av-
gjørt at hava Guð fremst í
huga í øllum leikum, sigur
hann, og leggur dent á, at
hetta eisini er galdandi í
sambandi við kappróður,
dans og annað, fólk stutt-
leika sær við á stevnunum.
Sum hann sigur:
— Guð er nummar eitt í
lívið okkara...
Olofson heldur, at tað ber
ikki til at seta undantaks-
stóðu í gildi, til tess at
sleppa burtur frá Guði,
nakrar dagar.
Ikki rætt at vera
drukkin
Men, Olofson, ber tað ikki
til at fáa sær eina kenning,
og síðani fara í dans at
hugna sær við Guði uppiá
sær, onkrastaðni í huga-
num, um tað kanska ikki er
so frammlaga, júst í tí løt-
uni. ?
— At drekka seg fullan,
ella bara at hava kenning,
stríðir ímóti Guði, tí tú her-
við letur rúsandi løg fáa
valdið á tær. At liva sum
kristin, er sum at liva í ein-
um stórfingnum urtagarði,
fullum av yndisligum trøum
og blómum. Kring hendan
urtagarð er sjálvandi eitt
stik. Innanfyri hetta stik ber
til at ganga og njóta allan
vakurleikan. Partur av
vøkstrinum trívist best ytst
ímóti stikinum, har til ber
at hyggja út um urtagarðs-
markið; kanska tí hugur er
at sleppa út. Onkur fellur
kanska eisini út um stikið.
— Tað er kanska júst hetta,
sum liggur í hasum spurn-
inginum; hvussu langt ber
mær til at sleppa burtur frá
Jesusi, meðan eg enn kann
kalla meg kristnan. Svarið
hjá mær er, at mann kann
ikki fáa sær eina kenning,
nei...tí tað hoyrir ikki til eitt
lív sum kristin...
Hin sanna gleðin
Men, Olofson, vanligt er at
siga, at summi fólk bera ein
rús væl; tey eru rólig og í
góðum lag, og ongin fær
nakran skaða av tí. Hinveg-
in eru summi, sum eftir bert
fáum snapsum, so at siga
ganga berserksgang; stutt
sagt eru meira ella minni
svók undir rúsi. Tá so stórur
munur er á avleiðingunum
á rúsinum, hvussu ber tá til
at seta markið við sjálvan
rúsin..?
— Eg ivist í, um spurning-
urin er so tekniskur. Sjálv-
andi er munur á monnum.
Men, rúsandi løgur er nú
einaferð soleiðis, at drekk-
ur ein ov nógv, tekur rúsurin
valdið á tær. Og sum kristin,
eigur ein altíð at vera til
reiðar at meta Jesusi.
Hvørja løtu. Og hesa løtu
eigur ein hvørki at hava
kenning, ella timburmenn.
— Tað sum ikki er rætt i
sambandi við rús, er at rús-
urin fær valdið á tær; og
valdið hevur rúsurin á tær í
báðum fórum; tå tú ert vin-
arligur og glaður, ella tú
gongur beserksgang. Tú ert
ikki tann, tú eigur at vera,
tá tú hevur kenning, ella ert
fullur, sigur hin avgjørdi
presturin í Fuglafirði, sum
heldur mangt annað vera at
gleða seg yvir á stevnu,
saman við ødrum: Felags-
skapin, náttúruna, kappróð-
urin og skapandi evni
menniskjanna.
— Millum annað í hesum
liggur hin sanna gleðin, og
hana eigur ongin at taka frá
okkum, og tað haldi eg at
drykkjuskapur ger, sigur
Peter Olof Krag Olofson at
enda.
———————