Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-07-02, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. juli 1999síða 22

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

22 tíðindablaðið S08'2/urin NR. 123 - 2. JULI 1999 Hóast stríggið hevur verið at leggja Varmakeldustevnu til rættis, fegnast oddamaðurin í IF og stevnunevndini um, at so nógv ymiskt verður á skránni hesaferð. 28 ára gamli formaðurin, Roy Róin, ið hevur kallað húsini upp eftir sær sjálvum, fer stevnudagarnar at leggja alla orku sína í tiltókini á Varmakeldu Stevnuháborgin er í Villa Roy HOGNI MOHR Eitt gott innkast vestanfyri fotboltsvøllin í Flotugerði standa gulu húsini, Villa Roy. Husini eita eftir 28 ára gamla fótbóltsleikandi for- manninum í IF, Roy Róin. Hann er maðurin, ið stendur við høvudsåbyrgdini av Ve rens ikeldustevnuni i Fuglafirði. Tað er nevndin í ltróttarfelagi Fuglafjarðar, ið eisini virkar sum stevnu- nevnd Tað hevur verið tungur burður, at fáa stevnuna lagda til rættis. Formaðurin, ið umframt at rokja fulltíð- arstarv, leikar í bestu fót- bóltsdeildini í býnum, held- ur tó. at fyrireikingarnar hava riggað hampuliga væl, hóast tað hevur ligið illa fyri at fingið nóg nógv at vita um. hverjum tiltøkum, misku felagsskapirnir hava ætlað at skipa fyri á stevnuni Alt við tað gamla - Tað hevur verið ov nógvur * 0 2 sjålvdråttur í fyrireikingu- num i år, heldur ungi for- maðurin sum kortini fegnast um, at so mangt ymiskt er å skrånni. Vit hava í stóran mun brúkt gamla stoypiformin til Varmakelduna í ár, tí tað hevur víst seg at riggað stak væl. Torført er eisini at finna uppá nakað nýtt, tí veðrið hevur so stóran leiklut á stevnunum. Vit hava lagt dent á kappróðurin, fótbólt- in og dansin á Kambsdali, hóast vit helst høvdu viljað, at bygdarhúsið var liðugt, so stevnudansurin kundi verið hildin i Fuglafirði, sum alt hitt, sigur ungi oddamaðurin. Afturúrsigldir í kappróðrinum Ahugan fyri kappróðri í Fuglafirði, heldur Roy vera ov lítlan millum unga ættar- liðið. Drúgv tíð er liðin. síð- ani navnið, Fuglfirdingur, seinast varð rópt í útvarps- mikrofonina undir tiggju- mannafarsróðri, men nú eru teir farnir at umvæla gamla Fuglfirðing ið stendur á loftinum í neystinum. Í sjeytiárunum vóru fuglfirð- ingar uppií teimum allar- bestu í heiðursdeildini í for- oyskum kappróðri. Hinir bátarnir í fuglafirði eru Gullbrandur, ið vest- menningar aftur hava mannað í ár. Seksmannafar- ið, Fuglfirðing, hava havna- menn mannað; og einasti báturin, ið fuglfirðingar hava verið mentir at manna í ár. er fimmmannafarið, Erlu Kongsdóttir, ið luttekur bæði í gentu- og dreingja- róðrinum. Kappróður krevur, at hugurin til venjing er javn- ur. Tað hjálpir ikki, at lopið verður frá í tíð og ótíð, tí metir ein ikki upp; ja, so verður báturin ikki mann- aður. Eykamenn eru í fót- bólti, ikki í kappróðri, ger formaðurin í IF vart við. Fleiri til FM-stevnu Roy Róin sigur stóran mun vera á Varmakeldustevnuni tá kappróðurin telur við í FM-kappingini, og tá hann ikki telur við, vegna tess, at róðurin á Skálafjarðar- stevnu telur við. Gestirnir eru nógv fleiri í tali á FM- stevnunum, og tað hevur tydning; ikki minst figgjar- ligan.. - Inntøkan hjå IF er nógv stórri, tá ið róðurin telur við í FM. Kappróðrarbátar koma úr øllum bygdum, og teir draga við sær hóp av áskoðarum. Summir liggja nátt, tí teir hava verið í dansi, og soleiðis spjaða vitjanirnar seg út á ymsu tiltøkini, ið eru fleiri í tali, enn tær ferðir, róðurin ikki telur við, sigur Roy Róin. Hann avdúkar, at Varma- kelda er nógv hin størsta inntókukeldan hjá felag- num, ið nýtist í minsta lagi eina million til raksturin; tað er serliga fótbóltsleik- urin, ið er unger at reka fíggjarliga.. Ókeypis á kafé Tónlerkakafélna. ið skipað f verdur fyri å stevnuni, heldur Roy Róin vera eitt hitt mest spennandi, fugl- firðingar hava at bjóða. Nógvir ymiskir tónleikarar fara at støkka inn á gólvið; Nevnast = kunnu Kári Sverrisson og týski hørpu- spælarin, Thomas Loefke, M.C. Restorff og Jóhanna Rasmussen og Niels Mid- jord og Petur Jacob Eliasen. Onnur spennandi nøvn vera eisini at hoyra á kaféini í gamla Føroya Banka. For- maðurin í ÍF ger vart við, at atgongdin til tiltakið er 6- keypis... Tivoli og fótbóltur Tað er IF sjálvt, ið skipar fyri Tivolinum, ið verður á stevnuni. Hoppiborgin og Rodeo-tarvurin vera eisini tók, stevnudagarnar. Mekaniski tarvurin verður kanska tjóraður á Kambs- dali í sambandi við dansi- tiltakið har. Løgtingsmadurin, Dan Reinert Petersen fer at seta stevnuna i morgin, og horn- fyrsta årid, høvudsåbyrgdini av goden Mynd: Jens Kristian rd ! orkestrid fer at spæla afturvið. Eftir kappróðurin fer formaðurin í kappróðra- felagnum at handa steypini. Leygardagin verður eisini skipað fyri stórari granna- uppgerð í fótbólti. Tey fýra liðini, IF, GI, LIF og EB/ Streymur fara at luttaka. Finalan verður sunnudagin, og vinnarin sleppur heim við ferðasteypi. Tað eru liðin 20 ár, síðani fuglfirðingar gjørdust føroyameistarar í fótbólti, og í hesum sambandi fara sonevndu 79 liðini hjá ÍF og KÍ at leika longu í kvold. Tað gleðir ungi formaðurin í IF seg til: — So kunnu vit ungu, sum leika í 1. deild í dag sita yviri á bakkanum og brúka munn, sigur Roy flennandi. Formaðurin í IF verður neyvan sitandi á bakkanum alla stevnuna. Oddamaðurin á Varmakeldustevnu noyð- ist at arbeiða við stevnu- tiltøkum allar dagarnar... BR y Róin stend —————