fríggjadagur 2. juli 1999síða 23
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
á
eee,
SR
NR. 123 - 2. JULI 1999
tíðindablaðið
23
Í ár eru 20 ár síðani ÍF gjørdist
føroyameistari i fotbolti
Í 1979 vann ÍF sítt fyrsta føroya-
meistaraheitid og tad fyrsta til
Eysturoynna. Millum leikararnar tå
var Kristian Petersen, sum seinni var
liðskipari á fóroyska landsliðnum i
fyrsta altjóða landsdystinum, sum
fóroyingar leiktu
TERJI NIELSEN
Tað var ein minniligur dag-
ur tann 30. september i
1979, tå ið besta mansliðið
hjá IF vann fyrsta føroya-
meistaraheitið í 1. deild inn
í Eysturoynna. Seinasta
leikumfar var, og í Fugla-
firði høvdu teir vitjan av
B36 úr Havn.
Fýrverkið var ikki lent
Undan dystinum var greitt,
at skuldi IF gerast føroya-
meistari, var bara eitt at
gera, og tað var at vinna.
Vann IF sín dyst, so var tað
líkamikið, um nærmastu
kappingarneytarnir úr TB
vunnu sín dyst ímóti NSI.
Kristian Petersen, sum var
21 ára gamal, tá ÍF gjørdist
meistari, minnist væl henda
dystin móti B36. Einki iva-
mál er um, at tann dysturin
hevur åskodarametid í
Fuglafirði, tí fólk vóru alla-
staðnis, til bar bert at síggja
eitt sindur av vellinum.
Dysturin var 17 minuttir
gamal, tá ið heimaliðið
legði seg á odda 1-0. Róm-
urin var Oførur á risastóru
mannamugvuni, og rakettir
og annað fyrverk varð skot-
ið upp i luftina. Tó fingu
fuglfirðingar sum våta vøtt-
in, ti fýrverkið var ikki lent,
so lá bólturin í netinum aft-
an fyri Ova Joensen í IF-
málinum, og so var javn-
leikur.
Nakað seinni í fyrra hálv-
leiki, kom heimaliðið aftur
á odda, so at hålvleiksstød-
an var 2-1 til ÍF eftir ein
javnan fyrra hálvleik, har
bæði liðini høvdu nógvar
målmøguleikar.
Seinni hålvleikur var eins
javnur og undirhaldandi
sum tann fyrri. Bert tað eina
málið kom eftir steðgin, og
tað fekk IF. Sostatt vunnu
fuglfirðingar dystin 3-1, og
harvið fingu teir tað fyrsta
og higartil einasta føroya-
meistaraheitið í 1. deild hjá
monnum í søgu felagsins.
Hóast IF vann við tveim-
um málum, so hevði dyst-
urin verið ógvuliga javnur,
og í bløðunum stóð eftir
dystin, at málverjin hjá ÍF,
Ove Joensen, hevði staðið
ein frålikan dyst, og at hann
kanska var munurin.
Ungt lið við nógvum
javnaldrum
Kristian Petersen greiðir
frá, at tað var eitt ógvuliga
ungt lið undir leiðslu av svi-
anum Ronny Gunnarsson,
sum vann føroyameistara-
heitið í 1979. Seks av leik-
arunum á tí liðnum vóru
eisini við á unglingaliðnum,
sum fýra ár frammanundan
hevði vunnið tað fyrsta før-
oyameistaraheitið í fótbólti,
ið IF vann. Teir seks vóru
Meinhard Dalbúð, Jan Niel-
sen, Sonni Jensen, Ove
Joensen, Kaj Eli Poulsen og
Kristian Petersen sjálvur.
Allir vóru teir um tey 21
árini, tá ið teir vunnu
føroyameistaraheitid í 1.
deild.
Ein annar å føroyameist-
araliðnum i 1979 spælir enn
tann dag í dag i 1. deild í
Føroyum. Tað er Abraham
Hansen, sum var einans 20
år i 1979. Abraham spældi
so seint sum sunnudagin å
besta liðnum hjá IF, tå ið
teir á heimavelli taptu 0-1
ímóti oddaliðnum í 1. deild,
Kl.
Millum hinar leikararnar
á FM-liðnum hjá IF vóru
eisini Hans Elias Joensen,
Poul Eldevig, Sam Jacob-
sen, Herman Midjord og
Aku Petersen.
Nógvir av leikarunum á
FM-liðnum spæla í dag fót-
bólt í ávíkavist 4. og 5.
deild.
Øll Eysturoyggin
var vid
Tað vóru ikki bert fuglfirð-
ingar, sum vóru spentir upp
á FM-dystin í 1979. Hetta
var ein spennandi løta fyri
allar eysturoyingar, tí gjørd-
ust fuglfirðingar meistarar,
so var tað, sum áðurnevnt,
fyrsta føroyameistaraheitid
til Eysturoynna nakrantíð,
og harvið fekst ein endi á tí
ævigu kappingini millum
tey trý stóru feløgini tá, KÍ,
TB og HB, sum høvdu
skiftst um at vinna føroya-
meistaraheitið = seinastu
mongu árini.
Tískil møttu eysturoying-
ar manssterkir í Fuglafirði
henda minniliga sunnudag-
in å heysti i 1979, og eftir
dystin var ein øgiligur róm-
ur í bygdini. Kristian minn-
ist væl aftur á, at tað var ein
rimmar veitsla á Muntra
seinni um kveldið, og
veitslurómur var í Fugla-
firði í fleiri dagar.
Tá IF vann FM-heitið í
1979, var hetta startskotið
til eitt tíðarskeið í føroysk-
um fótbólti, har Eystur-
oyggin kom at vera nógv
tann mest vinnandi oyggin
í landinum. Í åttatiårunum
vunnu eysturoyingar fýra
meistaraheitir (GI og B68
tvey í part), og í nftiårunum
hava eysturoyingar higartil
vunnið fimm meistaraheitir
(GI fýra og B68 eitt).
Trupult hjá fuglfirðing-
um at vinna FM aftur
Sum stødan er nú, so sær
tað ikki gott út við møgu-
leikunum hjá fuglfirðingum
at gerast føroyameistarar
aftur, heldur Kristian Peter-
sen. Spjaðingin í bestu
deildini er stór, og tú skalt
hava ein breiðan hóp, um
tú skalt gera tær vónir um
at vinna føroyameistaraheit-
ið, sigur Kristian.
I løtuni gongur tað betur
hjá ÍF, heldur Kristian, men
enn er langt eftir, áðrenn
man kann gera sær nakrar
FM-vónir. Hann sigur
eisini, at tað eru tey penga-
sterku felggini, ið standa
seg stinnast. Tíverri telist ÍF
ikki millum hesi feløg.
Í kveld verður tó ein
møguleiki hjá fuglfirðing-
um og øðrum stevnugestum
við at síggja garparnar, sum
i 1979 gjørdust føroyameis-
tarar, aftur å vølli. Tå skulu
Kristian Petersen var
lidskipari å føroyska
fótbóltslandsliðnum, tå
teir leiktu sin fyrsta
altjóða dyst. Dysturin
var móti Íslandi i 1988
teir leika ein steypadyst
ímóti manningini hjá KÍ frá
1979, og so kunnu fuglfirð-
ingar leita sær niðan á vøllin
at minnast aftur á gamlar og
gyltar dagar, tá ið Ítróttar-
felag Fuglafjarðar vann sítt
fyrsta og higartil einasta
FM-heiti í 1. deild.
Enn tann í dag í dag
minnist Krisitan
Petersen væl, hvussu
ótrúligur rómurin var í
Fuglafirði tann 30. |
september 1979, tá IF
gjørdist føroyameistari í
1. deild. Mynd: Jens
Kristian Vang