Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-07-02, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. juli 1999síða 24

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

24 tíðindablaðið 5052 17 NR. 123 - 2. JULI 1999 Unglingi skrivari í fjórðings old Tá hann kom í starvið kendu eldri menn í bygdini ábyrgd fyri at geva nýggja skrivaranum góðan fórning JOANNES HANSEN Fyri einum mánaða síðani bjóðaði býráðið í Fuglafirði til móttøku. Høvid var, at býráðsskrivarin, Jákup Frants Larsen, hevði verið í starvi hjá kommununi í 25 ár. og hóast hann ikki er eldri enn so, at hann 14. nov- ember verður 47 ára gamal, so hevur kommunuskrivar- in í Fuglafirði røkt skrivara- starvið i 24 ár, og síðani 1. desember í 1976 hevur hann næst eftir formannin í Fuglafirðar kommunu havt fyrisitingarligu ábyrgdina av kommununi. Jåkup Frants Larsen er kanska meiri enn nakar ann- ar imyndin av kommununi í Fuglafirði, og tað sást eis- ini, tá móttøkan var, og ein rúgva av fólkið hugdi inn á gólvið Formenninir í Fuglafirðar kommunu hava sitið leingi í sessinum, men hóast skriv- arin ikki er eldri enn so, at hann er í tí aldrinum. tá tað eru fleiri. sum fara í starvið, ið kanska verður mett sum 3, so hevur komm við fýra bygdarráðs- og by fyrstu atløgu var hann formaður í fram til og við 1980 — og seinni var hann 1989 og til og Steintór Larsen var formaður frá 1981 og formaður frá við 1996 til og við 1988. og síðani á nýggjárinum í 1997 hevur Hallbjørg Hansen verið for- maður í Fuglafirðar komm- unu. Karmarnir eru ikki víðir Tað er bara í tveimum kommunum í Eysturoy, at uppstillingin til kommunu- val er politisk. Onnur er Gøtu kommuna, og hin er í Fuglafirði. Jákup Frants Larsen hevur verið skrivari, meðan formenn og sam- gongur av ymiskum slagi hava stýrt kommununi, men skrivarin heldur ikki, at talan hevur verið um stórvegis mun á tí, sum politikararnir hava ætlað og útinnt: — Nú hava vit eina inn- tóku uppá umleið 30 milli- ónir, og tá rentur og avdrátt- ir eru farnir av, og tað er goldið til almenna og heilsumál, IRF og aðrar postar, sum býráðið sum so einki kann gera við, so er tað so lítil partur av inn- tøkuni, sum býráðið hevur at ráða yvir. Raksturin ligg- ur meiri ella minni fastur, og so er spurningurin, hvat lokalpolitikararnir = vilja brúka íløgukrónurnar til, og í tí hava allir vilja betrað um treytirnar hjá vinnulívi- num og annars gjørt tað so liviligt hjá fólkinum, sum tað hevur borið til. Og so vísir skrivarin á, at síðani í sjeyti árunum eru stórar íløgur gjørdar í eitt nú havnarlag, fótbóltsvell og itrottarhøll, barnagarð, kirkjugarð, eldrasambýli og byggibúning. Lesturin mátti dvína Kommunuskrivarin = var bara 21 ára gamal, tá hann kom í starvið, sum eftir øll- um at dóma gjørdist lívs- starvið hjá honum: - Eg var liðugur í studentaskúlanum í Hoy- dølum í 1972. Tey bæði næstu árini fekst eg við fyri- fallandi arbeiði, meðan eg hugsaði um, hvat fyri lesna eg skuldi fara í holt við. Á sumri í 1974 var eg sloppin inn á læraraskúla og inn á lærdan háskúla at lesa løg- fróði. men so var tað, at ynmunan sókti eftir ein SKEIVSLOVUMaNnnNnt, eg fekk arbeiðið. og so it royna, og síðani t eitt spennandi og fjøl MOYLU Starv Fá Jákup Franst Larsen kom í starv hjá kommununi, var Obert Eliasen komm- unuskrivart. Av heilsuåvum fór hann úr starvinum |. august 1975, og so røkti Jåkup Frants skrivaraupp- gåvunua inntil tað í 1976 varð lýst eftir nýggjum skrivara. Jákup Frants søkti, fekk starvið og hevur form- liga sitið í skrivarastarvi- num síðani 1. desember 1976. Skrivarin og formaðurin Kommunuskrivarin í Fugla- firði heldur fyri, at tá hann kom í starv hjá kommununi visti hann ikki nógv um kommunal viðurskifti og kommunupolitikk. Meðan hann gekk í Hoydølum hevði hann gingið til bók- hald í handilsskúlanum, og tað kom væl við í komm- unustarvinum, tí tey fyrstu árini var uppgávan hjá skrivaranum fyrst og fremst at bóka. Hetta er síðani broytt. Kommunala fyrisitingin er nógv styrkt síðani fyrrpartin í sjeyti árunum, tá nýggj kommunulóg varð samtykt, og politiska viðgerðin var víðkað til umframt í sjálv- um bygdarráðnum eisini at vera í nevndum. Nú eru seks fólk í starvi á komm- unuskrivstovuni í Fugla- firði, m.a. byarverkfrøding- ur og ein bókhaldari. Sambært starvsfólka- reglugerðini hjá kommun- uni, sum varð góðkend av landsstýrinum í november 1998, er kommunuskrivarin næsti fyrisitingarligi mað- urin hjá býráðsformanni- num, og tá tað ikki er full- tíðar starv at vera býráðs- formaður í Fuglafirði, so er tað uppgávan hjá skrivara- num at hava ábyrgdina av fyrisitingini: — Formaðurin er á komm- unuskrivstovuni hvønn friggjadag. Annars hava vit dagligt samband, og tað eru fáir dagar, at formaðurin ikki er á skrivstovuni, tå hon er liðug við sítt borgarliga starv. Soleiðis eru treytirnar. Ferningur frá teimum eldru Í Fuglafirði siga tey, at tað er ikki tað lokalmál, sum skrivarin ikki er inni í, og fuglfirðingar siga, at skriv- arin man duga alt matrikul- kortið yvir Fuglafjørd uttan- at. Jákup Frants Larsen sig- ur, at í Fuglafirði er ikki skift út — hvørki innangarðs ella uttangarðs — har er nógv ogn, og ti er jørðin småbytt. Spurningurin um útskifting var frammi í sjeyti árunum. Jørðin varð matrikulerað, men hon varð ongantíð út- skift. — Eg visti millum lítið og einki um jarðarviðurskiftini, tá eg kom í starv hjá komm- ununi. Tá var kommunu- skrivstovan í gamla skúla- num, har sum bókasavnið nú er. Fleiri av teimum eldru monnunum høvdu tað fyri, at teir komu inn á gólvið at práta, og kanska kendu teir eina ábyrgd fyri at læra meg um jarðarviðurskiftini. Eg legði meg væl eftir at lurta eftir teimum, tá teir tosaðu um jørð, familjur og onnur viðurskifti í bygdini, og tað, sum teir lærdu meg, hevur verið sera hent. Men kendi tú tað ongan- tíð soleiðis, at fuglfirðingar vóru ótryggir við at hava ein kommunuskrivara, sum var so blaðungur? — Ikki á nakran negativan hátt, men heldur hin vegin. Ze havi í hesum sambandi hug at nevna Herluf Bert- holdsen, sála. Hann var lær- ari, og hann hevði verið skrivari hjá kommununi í 21 ár (frá 1943 og til 1964). Eg hevði havt hann til lær- ara, og tá eg kom í skrivara- starvið, kendi eg, hvussu stóran áhuga hann hevði í, hvussu tað gekk, og hvussu hann ynskti at lyfta upp- undir og stuðla mær, og tað at hann og aðrir vístu áhuga og stuðlaðu hevði vid sær, at tað gekk skjótari at seta seg inn í kommunalu viður- skiftini. Hvussu leingi verður Ják- up Frants Larsen í skrivara- starvinum? — Mær dámar ógvuliga væl arbeiðið. Tað er huga- ligt at samskifta við fugl- firðingar, landsmyndugleik- arnar og aðrar kommunur, stovnar og fyritøkur og at samstarva við hini á komm- unuskrivstovuni og lokal- politikarnar. Eg havi ongar ætlanir um at skifta arbeiði. men vit taka ein dag í senn, tí vit vita ikki, hvat fram- tíðin hevur at bjóða. Jákup Frants Larsen, kommunuskrivari. Hann hevur verið í starvi hjá Fuglafjarðar Kommunu í 25 ár. Mynd: Jens Kristian Vang