Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-07-03, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. juli 1999síða 2

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

t KøindabIaðið Ábyrgdarblaðstjóri: Marknaðardeild: Dagfinn Olsen Myndamenn: Postadr: Postsmoga 76, - Jan Møller Jonhard Hammer Dar Johannessen Jens Kristian Vang 110 Tórshavn F i n Dagbjørt S. Hansen Sveinur Tréndarson Alvur Haraldsen Telefon: 311820 Blaðstjóri: Útgevari, uppseting og prent: Telefax. 314720 | Eirikur Lindenskov Blaðfólk: ítróttarskrivari: Sp/t Sosialurin e-mail: — Internet: www.sosialurin.fo Aki Bertholdsen, Emil L. Jacobsen Bústaður: post Gsosialurin.fo Turið Kjølbro Argjavegur 26, Argir Vatnorkuutbygging Oddagrein I skrivandi lotu hevur Yvirfriðingarnevndin ikki tikið stoðu til, um SEV fær loyvi at fara suður í Vesturdal eftir vatni. Men væntast kann, at SEV fær hetta loyvi, tí hetta er bara ein lítil partur av eini størri heild, sum SEV frammanundan hevur fing- ið loyvi til. Sosialurin hevur vidgjørt vatnorkuútbygg- ingina hjá SEV frá ti at hon sá dagsins ljós á vetri í 1978. Tá legði SEV fram ætlan um at byggja út Fjallavatn til vatngoymisu, at byggja vatnbyrging Norðuri í Dølum, at gera tvær byrgingar við Eiðisvatn og annars savnað meginpartinum av ollum vatninum í Eysturoynni til Eiðisverkið. Einki kom burtur úr ætlanini í A Helst ti at í Vágum reistist ein folkafy KA ímóti tí náttúruoyðing, sum ætlanin var at fremja. Men norðurií Eysturoynni var nærum tøgn. Nøkur fá tandur mótmæltu, men fólkið sum heild mótmælti ikki. Heldur ikki, tá víst varð á, at vandi kundi gerast í Funninsfirði, tí so lítið feskt vatn kom í fjørdin. A Eiði fegnaðust jarðaeigarar um, at teir fingu endurgjald fyri nakrar fermetrar, sum teir mistu, tá vatnstoðan í Eiðisvatni fór at hækka. Og aðrir hagar hava síðani fegnast um tað, sum teir hava fingið burturúr. Hetta var tíverri stoðan norðuri í Eysturoynni. Men nú hava knappliga fólk í Eysturoynni tikið til orðanna ímóti verkætlanini hjá SEV. I fleiri frálíkum greinum í Oyggjatíðindum hava bøndur og annað gott fólk mótmælt. Alt gott um tað, men munnu tey, sum striddust ímóti ætlanini fyrst í åttatiårunum ikki hugsa, at nú kemur onkur sum ketta úr hevdatrogi... Skútan legði frá landi fyrst í 1985, tá Eilif Samuelsen, landsstýrismaður í umhvorv- is- og orkumálum, setti navn sítt undir loyvið hjá SEV at byggja vatnorkuverk, tunnlar og byrgingar í Eysturoynni. Tá legði skútan frá landi, og um nøkur år hevur SEV eisini framt verkætlanirnar Eiði 2 og Eiði 4, sum fevna um sunnara part í Eysturoynni. Sjálvandi kann steðgast á nú, og SEV kann fáa at vita, at nú er nóg nógv gjørt: latum okkum síggja, um nøkur árin kunnu síggjast í náttúruni. Men higartil hevur Yvirfriðingarnevndin givið oll loyvi, og mong hvøkka við, um din kemur til aðra niðurstoðu hesu- erð. Skommin hendi, tá landsstýrið g loyvi til Eiðisvatn. Ístaðin fyri at arbeiða víðari við ætlanini hjá umhvervis- og SEV-manni- num Páll Mikkelsen at byggja eina van- goymslu oman fyri Veðranes og gera eitt orkuverk norðanvet Selatrað. Sjálvandi skulu vit byggja út vatnorkuna. en við skili. Og skilagott var ikki at oyði- leggja Eidisvatn og nærum tøma hvønn åarløk í Norðureysturoy. Sosialurin Tann praktiski heimsspekingurin Uttan iva var dýrdarveður á Føroya- grunninum eina løtu, hósdagin 24. juni 1999. Tað er lætt at ímynda sær, at havstreymurin kyrraði og legði sjógvin spegilsblankan. Undir vatnskorpuni stødgadu havsins margfaldu verur á. Toskur, hýsa, upsi, brosma, longa og helst onkur 60- ára gamal kalvi eisini, støðgaðu síni ævigu jagstran eftir fødi og vendu sær loddrætt í sjónum eitt bil. Jákupsskelin læsti seg saman. Ein marmennil gavst at stjala agn av línuni. Onkur automatisk snella stødgadi á. Og á aldargomlu koral- Irivunum valdaði friður. Tí henda dagin andaðist John Smith, 64 ára gamalur. Ein maður, sum vígdi sítt lív til lívið í havi- num. Til tey fólk sum dagliga liva á sjónum. Og til okkum øll, sum skulu liva av tí, ið tey fáa upp av havsins rikidømi. Ein maður, sum var eydkendur av síni djúpu bassrødd - í einum skroypiligum kroppi eftir eitt harð- balið lív. Av sínum gløgga og víð- skygda heila. Av sínum dirvi og bersøgni. Og av sínum stóra hjarta. Eins og allir góðir fiskimenn ferð- aðist hann í sínum hugaheimi bæði omanfyri og undir sjóvarmálanum. Hann lýsti havið og grunnarnar sum ein regnskóg, har vit skulu heinta fruktirnar av tróunum og ikki draga trøini upp við rót. Tí teknaði og konstrueraði hann skip, bátar og tøkni til frama fyri arbeidsumhvørvi fiskimanna, virdisøking av fiski- num og burdardyggari veidi å grunnunum. I 1986 skrivar skaldið Jóanes Niel- sen i eini grein: ”Sundaenni. Stapin. Thomas Ny- gaard. Try hampaverk eftir John Smith. Men tad tydningarmesta. Skipini vóru nýhugsanir. Utkast at menna komandi linuflotan. Føroy- ar undir eini teknologiskari sól. Og so skrivaði hann tey sterkastu og vakrastu minningarorðini um fiski- mannin Jakke Dam. Ein sjáldsamur ídnaðarmaður hesin John Smith. Ongar milliónir á bankabók. Slíkir eru til. Flogvit lessað av forvitni og onkrum slagi av jomfrúligheit." Hesar reglur siga nærum alt um John Smith. Síðani tær vórðu skriv- aðar, kunnu onnur verk skoytast upp í: Fugltúgvan, Saturn III, góðsking- arskipanir til smærri útróðrarbátar, alternativar loysnir til svartkjafta- skip og ein ørgrynna av tekniskari nyskapan og hugskotum, sum enn ikki eru komin til sin rætt. Karsten Hoydal sigur í eini yrking: Fuglin teir høvdu í huga, allir sum skipasmíð hava dugað gjøgnum tær gráu øldir… - Mjúkur sum fuglabringa var bugur í skipabógnum og hekkan sum velið á fugli tá ið hann svam á sjónum; eydnutráandi yrktu teir Til minnis um John Smith yrktu við hamar og tong songin um langtan hjá jarðfóstum manni at vinna sær fuglavong. John yrkti við tekningum, hand- verki og mekanikki. Ikki fyri vakur- leikan á skræðuni, men fyri tann vakurleika, ið kann liggja í funktionalitetinum - í brúksvirði- num. Hjá honum vóru skip og maskinur ein heild, har hvor ein- asti smálutur var gjøgnumhugsad- ur til sítt brúk og til tey sum skulu brúka tøknina. Perfektionistur var hann út í odd og egg, sum flestøll gávurík listafólk. Tí kundi hann iva- leyst eisini vera strævin at fáast við, tá onkur kravdi, at onnur atlit vórðu tikin framum teknisku heildina. Men hvat hevði ein listamálari sagt, um onkur kravdi broytingar í einum lidnum verki, orsakað av trong- skygni mótvegis tí nýskapandi? Eitt praktiskt flogvit og ein prak- tiskur heimsspekingur var John Smith. Sínar vidføddu, kreativu gávur útviklaði hann ikki á skúla- bonki, men igjøgnum eitt langt ar- beiðslív á sjógvi og landi. Sínar royndir og sítt útgangsstøði hevði hann úr egningarskúrinum, av dekkinum, úr maskinrúminum, lugarinum og messuni. Á tekni- borðinum, á skipasmiðjunum og á verkstødunum fingu hansara visión- ir skap. Hjá honum var ongin and- søgn millum teori og praksis. John var ti eisini ein samfelags- revsari, sum í einum setningi kundi tosa og skriva sera harðliga um okk- ara hykl og órættvísi, og samstundis vísa á tær veruligu praktisku loysn- irnar fyri framstigum. Tey flestu nýskapandi fólkini í søg- uni verða ikki viðurkend fyrrenn eftir tey eru farin. Samtíðin vísir tey frá sær, einamest tí tey eru ein hóttan móti sitandi valdinum í sam- felagnum. John gekk beint ímóti streymi- num. Hansara uppfinningar og hug- sjónir kravdu í veruleikanum eina stórbroyting í arbeiðsmoralinum, tøknini, framleiðsluni, arbeiðsskip- anini og sølulidnum í fiskivinnuni. Tær hóttu tann etablerada bygnaðin í síni mongdarframleiðslu, føstu blokksøluavtalum, stóru trolarum, stóru rakstrarútreiðslum til olju og útgerð og stóru studningum. Tí varð John tagdur burtur. Og lat okkum bara siga tað beint fram: John Smith fekk ongan peninga- ligan vinning og onga almenna við- urkenning fyri sítt Osjålvsøkna stríð. Hann fekk ongan nevndarsess og varð ikki kosin heiðurslimur í For- oya Idnaðarfelag ella Fiskimanna- felagnum. Kortini haldi eg, at John Smith fekk ta viðurkenning, sum var meira týd- ningarmikil fyri hann. Nevniliga eina tigandi viðurkenning og virð- ing frá fiskimonnunum og øllum, sum fåast vid skip og fiskivinnu - og ikki minst frå teimum, sum kendu hann sum arbeiðsfelaga og menniskja. Mær untist bert at kenna John tey seinastu 5 árini av hansara ævi. Men tað var ein lívslærdómur fyri meg. Hann var kompromisleysur og kundi stundum vera beiskur inn á sítt samfelag. Men hann gavst ong- antíð, hóast mótgang og sjúku. Kær- leikin og stuðulin frá Jóruni, børn- um, abbabørnum og familju góvu honum styrkina til at halda fram við sínum arbeiði, hóast hann visti, at hann setti stór krøv til sín sjålvs og til teirra. Eftir hann liggur hansara treytaleysi kærleiki til síni kæru, hansara hugsjónir og øll hansara praktisku og skrivligu avrik. Tann almenna viðurkenningin er eisini væl á veg. Hann náddi at uppliva tvær ferðir at verða inn- stilladur til Umvhørvisheidursløn Norðurlandaráðsins. Arbeiðið hjá John er somuleiðis í ferð við at gerast kent í altjóða felagsskapum og altjóða gransking - innan um- hvørvi, heilsu og fiskivinnu. Allur heimurin skríggjar í dag eftir tí, sum John hevur skapt í verki: Tøkniligari nýskapan, ið gev- ur fiskimonnum besta arbeiðsum- hvørvi á sjónum, bestu amboð at fáa sum mest burturúr fiskinum og sum tryggjar eina skynsama troytan av fiskastovnunum. Sum John vísti á óteljandi ferðir, kunnu vit við hesi tøkni kanska tvífalda virðið av okk- ara tilfeingi og margfalda trivnaðin og arbeiðsgleðina í fiskivinnuni. Hetta er loksins í ferð við at gerast eitt krav frá heimsmarknaðin og al- tjéda umhvørvispolitikkinum. Um vit duga at menna hesa tøkni og hesa framleiðslu, kunnu Føroy- ar gerast oddaland innan fiskivinnu- tøkni og umhvørvismål. John Smith hevur drigid seinastu línuna. Men hann hevur sett so nógvar stampar og so nógv stykkir eftir seg, at hann livir víðari í sínum verki. Høgni Hoydal