leygardagur 3. juli 1999síða 5
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 124 - 3. JULI 1999
tíðindablaðið
--At sigla til Vágs leygardag gevur onga sum helst meining. Smyril kundi fyri tað siglt á
Víkarbyrgi,
sigur Hergeir Nielsen, sum er rættiliga argur inn á nýggju ferðaætlanina
— Viljin hjá Log-
tinginum tambaður
meiri enn gott er
--Nú Strandferðslan hevur lagt túrin á Vág leygardag, er
tað beint ímóti ætlanini hjá tinginum, sum vildi hava hendan
túrin fyri at tæna vinnulívinum, sigur Hergeir Nielsen
AK! BERTHOLDSEN
Eg havi alla tíðina stúrt
fyri, at teir fóru at finna upp
á okkurt. Og tíverri fekk eg
rætt.
Eisini Hergeir Nielsen,
løgtingsmadur úr Vági, er
sera misnøgdur við seinasta
tiltakið hjá Strandferðsluni
at lata Smyril sigla á Vág
leygardagin.
A síðu try hava vit greitt
frá nýggju ferðaætlanini og,
hvussu stóra provokatión,
Henrik Old, løgtingsmadur
heldur hetta vera.
Ein annars løgtingsmaður
úr Vági, Hergeir Nielsen er
púra samdur.
Tá ið løgtingid samtykti
at Smyril skuldi sigla á Vág,
var endamálið, at hesin túr-
urin skuldi koma vinnulív-
inum til góðar.
— Men at lata Smyril sigla
á Vág leygardag kann
vinnulívið ikki brúka til
nakað sum helst.
—I veruleikanum tænir ein
túrur á Vág leygardag ong-
um endamáli, tí tað er al-
ment viðurkent í Suðuroy,
at Drelnes er samferðslu-
havn í Suðuroy.
— At sigla til Vágs við
ferðafólki, er heilt burtur-
við. Sostatt er vinnulívið
einasta orsøk til at sigla á
Vág, sigur Hergeir Nielsen.
Hann sigur, at hann hevur
spurt seg fyri, og hann hev-
ur fingið at vita, at Strand-
ferðslan hevur hvorki spurt
vinnulívið, ella bý- og
bygdaráð til ráðs, áðrenn
túrurin til Vágs varð settur
í ferðaætlanina.
— Men eg havi alla tíðina
varhugan av, at okkurt so-
vorðið fór at henda.
— Tí tá ið uppskotið varð
til viðgerðar í tinginum
nevndi eg, at tað átti at verið
meiri itøkiligt fyri nettupp
at sleppa undan slíkum.
— Tá vóru tað tingmenn,
sum høvdu hug at sláa tað
upp í glens, tí „nakað slíkt
kundi landsstýrismaðurin
aldrin finna uppá“.
— Men nú hevur so tíðin
víst, at illgrunin var rætt-
vísur, tí tað er júst tað, hann
hevur gjørt.
Hergeir Nilsen sigur, at
tað, sum nú er hent, er ein
provokatión ímóti løgting-
inum.
— Hetta er at tamba løg-
tingsins vilja meiri enn gott
er, heldur hann.
Hergeir Nielsen úr Vági
er einasti løgtingsmadur úr
Suðuroynni í samgonguni,
og vit hava spurt hann, um
hann ætlar at taka málið
upp.
— Eg veit ikki, hvat fer at
henda. Men eg havi nú
nakrar dagar at umrøda meg
i, til tingid kemur saman
aftur.
— Men tað er 6møguligt
hjá tinginum at leggja ferða-
ætlanina, tí tað er at leggja
seg út í eitt umsitingarligt
mál, og tað kann tingið ikki.
Hergeir Nielsen dylir ikki
fyri, at hann er ógvuliga
vónsvikin av landsstýris-
manninum í samferðslu-
málum.
Eg fekk í samgongu-
skjalið, at suðuroyarsigling-
in skuldi dagførast beinan-
vegin.
— Men tað gingu yvir 400
dagar til tað hendi.
— Í sínum fíggjarlógar-
uppskotið hevdi landsstyris-
maðurin skyldu til at leggja
upp fyri, at suduroyarsigl-
ingin varð dagførd.
— Harafturat fekk eg ting-
ið at samtykkja tvær milli-
ónir eyka til suðuroyarsigl-
ingina.
So eru bara hesar báðar
milliónirnar útvegaðar til
endamálið, hevur landsstýr-
ismadurin ikki røkt sína
skyldu, sigur Hergeir Niel-
sen.
Hann sigur, at hann ivast
stórliga í grundge vingunum
fyri ikki at s sigla á Vág.
— Tað hevur fyrr borið væl
til at fáa fram íland og um-
borð í Vági. So hví tað ikki
skal bera til nú, veit eg ikki.
— Tað er rættiliga nógvur
farmur, sum kann lossast og
lastast í Vági. Er tað so okk-
urt, sum tað ikki ber til,
kann tað fara um Drelnes,
men hetta eru undantøkini,
siugur hann.
Hevur mótmælt
Løgtingsmadurin úr Vági
sigur, at fyribils hevur hann
mótmælt ætlanini.
Hann hevur eisini mót-
mælt, at Smyril skal broyta
ferðaætlanina í morgin, so
at klaksvíkingar sleppa til
finaluna í fótbólti um løg-
manssteypið sunnudagin.
— Men hetta ber í sær, at
teir suduroyingar, sum
skulu suður sunnukvoldið,
eru ikki við hús fyrrenn
klokkan 1-2 sunnukvøldid.
- Tað ber ikki til, at Smyr-
il skal takast frå suduroy-
ingum, hvørja ferð okkurt
er å våsi, sigur Hergeir Niel-
sen.
Hann sigur, at hann hevur
givid landsstyrismanninum
fleiri átalur í sambandi við
suðuroyarsiglingina.
— Men eg veit ikki, hvat
tað hjálpir. Men eg eri varur
við trupulleikan og nú má
umhugsast, hvat skal gerast,
sigur Hergeir Nielsen.
Atlantic Airways flýgur tykkum
beinleiðis til Keypmannahavn...
Keypmannahavn, býurin við teimum mongu
møguleikunum. Vit halda okkum kenna hann so
væl Í veruleikanum rúmar hann nógv fleiri
møguleikar enn vit vanliga geva okkum far um
Gist verðir á 4" hotelli i miðbýnum
Í dupultkamari
HÓSDAG TIL MÁNADAG —
Fyri hvønn .Kr. 3.910
froknad eitt atgongumerki til Tivoli
Afturat prisinum k« »ma ferdaavgjøld
Fråferd úr Føroyum hvort hoskvøld kl. 17.30
SA
AN
TEL 355 355
($) sANSIR
Aberdeen er kendur fyri sínar góðu
handilsmøguleikar, men eisini er býurin
kendur sínar vøkru parkir og urtagarðar,
søguligu bygningar og søvn…
Gist verður a Patio Hotel ið liggur nær midbynum
og Stutt fra € lið er
ordonas stuttleikaparkini. Hote
nytt og hevur nógvar itrivismøgulcikar t.d
innandurasvimjihvl og boblubað
Í dupultkamari á Patio Hotel
HÓSDAG TIL MÁNADAG —
Fyri hvonn... Kr. 3. 415,-
Afturat prísinu
ma fer daavgjøld d
"Fráferð úr - Føroyum hvønn hósdag til 14/ 10/ /99. ;
LANGT VIKUSKIFTI Í LONDON
Flogið verður um Aberdeen til
London, milliónabýin har ongum
nýtist at keða seg …
London er eitt mentanarligt mekka, vidagitin
fyri sini leikhús, listasøvn og konserthøllir
London er eisini handilsbýurin av øllum. Tað
sum íkki fæst i London, fæst valla aðrasteðs í
verðini
Á dupultkamari við morgunmati
HÓSDAG TIL MÁNADAG -
Fyri hvønn…..Kr. 4. 4.566,-
Afturat prisinum koma ferdaav gjald
C Fráferð úr Føroyum hvønn hósdag í til 14/ 10/ /99. |
eim við Atlantic Airways...
Sí annars øll okkara
góðu tilboð í blaðnum
"Út í i heim“
Ferðirnar kunnu bíleggjast
á øllum ferdaskrivstovum
kring landið.
Atlantic Airways
Tel 333 900 - Fax 333 380