leygardagur 3. juli 1999síða 4
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
4
Strandferðslan seinkað fleiri mánaðir:
Nú kemur ferða-
ætlanin endiliga
Stjórin á Strandferðsluni sigur, at hendir onki óvæntað.
skuldi ferðaætlanin næsta ár verið liðug nógv fyrr enn í ár
Summarferðaætlanin hjá Strandferðsluni kemur nú í gildið 12. juli. Ein broyting er, at
Smyril skal aftur sigla til Vágs. Tann túrurin verður ley gardag og tað hevur loypt rættiligt
goði í løgtingmenn úr Vági
AKI BERTHOLDSEN
Nú kemur hon endiliga,
summarferðaætlanin hjá
Strandferðsluni, sum vit oll
hava bíðað eftir nú í fleiri
mánaðir.
Reidar Nónfjall, stjóri á
Strndferðsluni, sigur, at
nýggja ferðaætlanin er farin
til prentingar og hon kemur
í gildi 12. juli.
Strandferðslan heldur, at
ferðaætlanin er ein nátúr-
ligur partur av upplýsingar-
virkseminum hjá stovnin-
um, og tí verður hon at fáa
ókeypis hesuferð.
— Tað er ikki rætt, at fólk
skulu gjalda fyri at fáa upp-
lýsingar um, hvussu tey
kunnu koyra og sigla við
okkum, sigur hann.
Ferðaætlanin verður ikki
borin í hørt hús, men fer at
liggja frammi í bussum, á
skipum, á bensinstødum og
aðrastaðni, og so kunnu fólk
fáa sær hana fyri einki.
Ferðaætlanin fyri allar
rutur hjá Strandferðsluni
verður hereftir býtt sundur
í eina summarferðaætlan og
eina vetrarferðaætlan.
Frammanundan hevur tað
verið ymiskt, nær rutur hava
gingið eftir summarætlanini
og nær, tær hava gingið eftir
vetrarætlanini, men hereftir
verður fastur dagur ásettur
fyri allar rutur.
Summarferðaætlanin
gongur frá 1. mai til 31.
oktober og vetrarferðaætl-
anin frå 1. november til 30.
april.
Reidar Nónfjall viðgong-
Nýggja summar- ferdaætlanin hjá S trandferðsluni:
Ein stor provokation
imoti Føroya Løgtingi
—Tå id Løgtingid samtykti at, at Smyrli skuldi sigla á Vág, var tað ti, at tårurin
skuldi tæna vinnulivinum. Men ein tårur å Våg leygardag, kann ikki brúkast til
nakað sum helst, sigur Henrik Old
AK! BERTHOLDSEN
Hetta er ein stór provo-
kation ímóti Føroya Løg-
tingið
Ja, hetta er heilt einfalt
at halda Føroya Løgting fyri
6 turra spølt. — -
Ferðaætlanin hjá Strand-
ferðsluni hevur mangan
verið keldan til politiska 6-
semju og kjak
Og tað er longu nú greitt,
at tað verður ferðaætlanin,
sum kemur í gildi nú 12 juli,
EIS
Tað eru ikki minst løg-
tingsmenninir úr Vági, sum
hesuferð vísa sína misnøgd
Eitt nú er Henrik Old sera
misnøgdur við nýggju
ferðaætlanina hjá Smyrli
Tvs, at tað er siglingin á
Våg, sum hann er so mis-
nøgdur við
Løgtingid samtykti í vár,
at hereftir Smyril eisini
sigla á Vág, umframt sigl-
ingina á Drelnes
Høvudsendamålid hjá
løgtinginum var, at túrurin
til Vágs var neyðugur fyri
vinnulívið í syðru helvt í
Suðuroy
Men nú nýggja ferðaætl-
anin hjá Strandferðsluni
kemur, er tað greitt, at túr-
urin á Vág verður leygar-
dag.
Eftir, hvatrskilst, skal
Smyril sigla av Drelnesi til
Havnar leygarmorgun, og
Suðuraftur á Vág á miðdegi.
Men síðani skal hann
beinanvegin sigla norður
aftur á Drelnes, og haðani
norður til Havnar seinna-
partin
Stór provokatión
Henrik Old heldur. at hetta
er ein ótrúliga stór provo-
katión ímóti Føroya Løg-
tingi.
Men hann leggur afturat,
at satt at siga hevur hann
havt illgruna um hetta
leingi.
- Tað er nakað síðani, at
Smyril fór at sigla tvær
ferðir um dagin mánadag og
mikudag og frammaundan
sigldi hann
fríggjadag.
-So nú fóru møguleik-
arnir at fækka, so eg havi
havt illgruna um hetta
leingi.
Henrik Old sigur, at hov-
uðsgrundgevingin hjá løg-
tinginum fyri at fáa vágs-
túrin við aftur í ferðaætl-
anina, var, at tað var neyð-
ugt hjá vinnulívinum.
- Men at túrurin nú verð-
ur lagdur til leygardag er ein
heilt ótrúliga stór provoka-
tion og vísir, hvussu lítil
virðingin er fyri løgtingin-
um.
—Tí ein túr leygardag
kann vinnulívið í Vági ikki
brúka til nakað sum helst.
—Ja, eg veit ikki, hvor fær
nýttu burturúr hesum túr-
inum yvirhøvur.
— Tí tað er eisini ivasamt
um ferðafólk hava áhuga í
at sita ein hálvan tíma longri
umborð á Smyrli, enn
neyðugt er.
— Endamálið við Vágs-
túrinum var fyrst og fremst
hósdag og
at tæna vinnulívinum. Og tá
ið túrurin ikki gagnar vinnu-
lívinum, dugi eg íkki at
síggja nakað sum helst
endamál at sigla á Vág yvir-
høvur.
— Tí ongin er so ørur, at
hann vil hana Smyrli at
sigla å Våg, bara fyri at sigla
á Vág. Ger túrurin onga
nyttu, er tað bara at taka
hann avaftur, sigur Henrik
Old.
— Hann sigur, at hetta,
sum nú er gjørt, er einki
annað enn ein táta fyri at
kunna siga, at nú verður
løgtingssamtyktin hildin.
Henrik Old gevur eisini
lítið fyri grundgevingina
um, at tað ber so illa til at
sigla við farmi til Vágs, tí
Smyril fær ikki lagt reyvina
at.
— Eg kann verða samdur
í, at í summum fórum, at
tað kann verða trupult at fáa
farm í land og umborð í
Vági.
— Men tað er avgjørt und-
antaksvís, tí tað er rættiliga
nógvur farmur, sum kann
ur, at tað er í seinna lagi at
koma við summarferdaætl-
anini nú.
Men hann sigur, at tad eru
ymsar orsøkir til, at ferða-
ætlanin er so sein i år.
— Innanhysis virkisskip-
anin á Strandferðsluni er
broytt, so at tey, sum hava
gjørt ferðaætlanina higartil,
eru farin í onnur størv, og
tey, sum hava tikið yvir, eru
nýggj í hesum fakinum, so
tað hevur tikið ikki sørt av
tíð at seta seg inn í arbeiðið.
— Tað hevur eisini tikið
tíð at fáa ymsar góðkenn-
ingar úr vinnumálastýrinum
í samband við jåttanir 0.a.
— Og so gjørdi verkfallið
eisini sitt.
Men Reidar Nónfjall sig-
ur, at nú er alt tað tunga
forarbeiðið gjørt, so at her-
eftir skuldi tað verðið mun-
andi lættari og skjótari at
gjørt ferðaætlanina.
Hann sigur, at hendir onki
óvæntað, er ætlanin at fáa
ferðaætlanina lidna longu í
mars ella apríl mánaða
komandi ár.
Smyril til Vágs leygar-
dag
Reidar Nónfjall vil ikki
nevna nakrar broytingar,
sum eru gjørdar í nýggju
ferðaætlanini, tí hann held-
ur, at tað er óheppið bara at
nevna einstakar broytingar.
Hinvegin fer Strand-
ferðslan í næstum at lata eitt
tíðindaskriv frá sær, har,
broytingarnar eru nevndar í
einum samanhangi. Men
broytingarnar á Suðuroyar-
NR. 124 - 3. JULI 1999
siglingini eru longu settar í
verk.
— Tys, at nú siglir Smyril
tvær ferðir um vikuna ímill-
um Suðuroynna og Havn-
ina eisini mánadag og
mikudag. Hesir túrarnir
verða í gildið so leingi,
summarferðatlanin er í gild-
ið, tvs til 31. oktober.
Sostatt siglir Smyril tvær
ferði um vikuna ímillum
Suðuroynna og Havnina
hvønn dag í vikuni, uttan
týsdag, sum verður brúktur
til ymiskt viðlíkahald og til
ymsar venjingar. Í vetur
fella so nakrir túrar burtur
aftur.
Løgtingid hevur samtykt,
at Smrli skal sigla til Vágs?
— Ja, og tann túrurin verð-
ur leygardag.
„ Reidar Nónfjall sigur, at
I Vági fær Smyril bara lagt
síðuportrið at. Tvs, at vit fáa
ikki brúkt túrin til Vágs at
flyta nevnivert av farmi við.
Grundgevingin hjá løg-
tinginum fyri at sigla á Vág,
var júst tann, at vinnulívið
heyði brúk fyri tí.
Men Reidar Nónfjall sig-
ur, at umstødurnar í Vági
eru heilt einfalt ikki til stað-
ar til tungan flutning, tí tað
ber ikki til at fáa ikki stórar
treylarar út og inn igjøgnum
síðuportrið.
- Men hóast túrurin er
leygardag, ber tað til hjá
vinnuni at brúka hendan
túrin, í hvussu so er fyri ein
part, tí farmur kann setast á
keiini, so føra vit tað til
Havnar, sigur Reidar Nón-
fjall.
--Hetta er onki uttan ein táta. Men tá ið tingið kemur
samanaftur, skal eg hava eina frágreiðing, sigur Henrik
Old
fara igjøgnum síðuportrið.
— Tað hevur borið væl til
fyrr, so tað ber til aftur.
— Var tað so okkurt, sum
varð ov stórt og tungt, kundi
tað farið um Drelnes.
Annars heldur Henrik
Old, at vóru trupulleikar við
atløguvidurskiftunum í
Vági, kundi Strandferðslan
sett seg í sambandi við bý-
ráðið, og greitt teimum frá
trupulleikunum, tí so kundi
tað verið, at tann trupulleik-
in varð loystur.
Annars vísir løgtings-
maðurin úr Vági á, at tað
hevur fyrr borið til at leggja
reyvina á Smyrli at í Vági,
tá ið stórur og tungur farmur
skuldi íland, ella umborð.
Reisir málið aftur
Henrik Old sigur, at hann
fer ikki at lata sær hesa
provokatiónina lynda.
Tí hann sigur, at tá ið
tingið kemur saman aftur á
Olavsøku, fer hann at reisa
málið einaferð afturat.
— Eg vil hava eina grund-
geving fyri, hvi hendan
loysnin er vald.
— Og tað skal verða ein
grundgeving, sum er betri
enn tann, sum strand-
ferðslustjórin borðreiðir við
omanfyri.