leygardagur 3. juli 1999síða 11
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 124 - 3. JULI 1999
Á floti við norskari jakt:
tíðindablaðið S05/2/177;
Anna í Nólsoyarfirði
Hóast daman er eitt ár eldri enn danska grundlógin, sær
hon út sum ein ungmoy. Smurd og vælhildin, so gomlu
knarkarnir gerast púra forelskaðir og verða heilt burtur í
afturhvarvinum
EDVARD JOENSEN
Gamla »Anna« er av Sandi.
Vit møta henni í Vágsbotni,
og hon býður okkum ein túr
í fjørdin.
Tikið verður sjálvandi av,
og hendan gamla daman,
sum er eitt ár eldri enn
danska Grundlógin, snarar
sær, sum ein knarvi, á mill-
um brúnna í Vágsbotni og
flótibrúnna.
»Anna« af Sand er saman
við >Wyvern< komin til
Føroya at vitja.
Talan er um tvey avgomul
seglskip, sum Stavanger
Sjøfartsmuseum eigur, og
brúkar at sigla við um
summarið.
>Wyvern< er smíðað í
1897 og >Anna< í 1848.
>Anna< af Sand er elsta
skip í Europa, sum fram-
vegis siglir.
Norskt í Nólsoyarfirði
Hendan seinnapartin vit
fara út um molan, er veðrið
av tí allarbesta. Tað andar
norðaneftir, so ivasamt er,
um seglini yvirhøvur fara at
standa frá.
Vit glíða spakuliga út um
molahgvdið. Fram við ís-
molanum. Hinumegin ligg-
ur eitt týskt ferðamanna-
skip, skrásett í Nassau, og
lítur so yvirberandi niður á
hesa gomlu skútuna, sum
smoykir sær útum.
Aja, vit koma út á streym,
og maskina verður steðgað.
Nú skal siglast við seglum.
Sera fryntliga manningin
fer til verka, og segl verða
sett.
Spakuliga glíða vit niðan
gjøgnum Fjørðni. Kósin er
móti Boðanum, so vit
munnu helst fara eysturum,
verður tosað.
Meðan vit sigla, fer skip-
arin upp á kappan at standa
og sigur eitt sindur um
søguna, hjá hesum gamla
skipi.
Elst í Europa
>Anna< af Sand er elsta
skipið í Europa, sum fram-
vegis siglir.i.
Eftir at >Anna< varð
smíðað, var hon í farma-
sigling meira og minni heilt
fram til 1968.
Tá keyptu tveir bretar
hana og ætlaðu til Englands
við henni, har hon skuldi
brúkast til stuttleikaskip.
Men >Gamla Anna< var
ikki so at fara við. Hon vildi
líkasum ikki av landinm, og
komnir stutt út um Stavang-
er streikaði hon.
Eigararnir fingu hana so
inn aftur til Stavanger, har
teir lótu hana liggja.
Seinni keypti ein norskur
reiðari hana. Hon var sett
so nær upprunastandinum,
sum gjørligt, og er síðan
endað hjá Stavanger Sjø-
farísmuseum.
Borðreitt á kappanum
Vit koma niðan í Íðuna, og
kósin er framvegis móti
Boðanum.
Men so rópar skiparin, at
nú verður vent. Øll ferða-
fólkini verða flutt fram um
mastrina, og so venda teir.
Aftur verða vit flutt. Hesa
ferð afturum, tí nú skal
fokkan vendast.
Og spakuliga glíður Anna
suður gjøgnum Fjørdin.
Hesa ferð vid kós móti
Kirkjubønesi.
Teir stákast niðriundir.
Og upp gjøgnum kappan
koma føt vid åbiti og
drekka, sum sett veða á lúk-
una, meðan aðrir ganga runt
og bjóða upp í munnin.
Hetta er ein framsýning-
artúrur, har fólk frá ymsum
stovnum og fyritøkum í
Føroyum eru við.
Umborð er eisini >reið-
arin<, Harald Hamre, sum
er stjóri á Stavanger Sjø-
fartsmuseum.
Harald Hamre fegnast
um tað samstarv, sum er
millum Føroya Fornminnis-
savn og Stavanger Sjøfarts-
museum.
Og serliga nú, sambandið
millum Føroyar og Stav-
anger tykist at batna.
Atlantsflog hevur stovnað
rutu til Stavanger, og Tvor-
oyri og Sola eru vorðnir
vinarbyir.
Saman vid jaktini Onnu
er, sum áður sagt, eisini eitt
annað far, sum er smíðað í
1897. Hetta er ein stuttleika-
bátur burturav, sum nevndur
er Wyvern.
Hetta skipið lat ein enskur
ríkmaður smíða í Larvik.
Og tað er so eisini í nýggjari
tíð vorðið ogn hjá Stavanger
Sjøfartsmuseum.
Sum onkur av manningini
á Onnu tók til, er Stavanger
Sjøfartsmuseum nú ivaleyst
eitt tad størsta seglskips-
reiðaríðið, sum er. Við
tveimum skipum.
»Anna« af Sand er elsta skipið í Europa, sum framvegis siglir. Hósdagin var hon
framsýningartúr í Nólsoyarfirði
Beinleiðis úr Føroyum
til gullstrondin
SP aðar,
PRISDØMI:
; Íbúð Cataluna
Costa Dorada ==", 4 fólk
í 14 dagar
Flogfelag Føroya skipar fyri
ferð til gullstrondina í Spania,
Costa Dorada. Flogið verður PRÍSDOMI:
beinleiðis við Atlantic Airways
Utselt er til fråferdina 1. Ála á
august, men enn eru nøkur +”) fólk
fá pláss eftir til fráferð 18. við '/2 pens.
juli… i 14 dagar
Gist verdur i kenda feriu-
bynum Salou, id liggur vid
stóru Costa Dorada stondina. PRISDØMI:
Beint vid liggur tad stora Hotel Estival Park
stuttleikastaðið, Port Ár 2 fólk 3
Aventura, umframt tad stora ið 12
"Vatnlandið". VI d pens.
Meguleiki er at velja í 14 dagar
ímillum fleiri ymisk hotel ella 4
íbúðir. Ring ella støkk inn á
gólvið og fá meira at vita um
sg * Avslåttur fyri børn
hendan frålika møguleikan.
2-12 år: 1.200,- kr.
(Avmarkað nøgd)
Hotel Europa Park i
FLOGFELAG FØROYA
Áarvegur 6 * Postboks 3225 * FO-110 Tórshavn
Tel 31 10 25 * Fax 31 86 70 + e-mail: ffÆpost.olivant. fo
2
/N
14 dagar
undir sólini