Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-07-03, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. juli 1999síða 14

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

14 4. partur av Troling í 100 ár eftir Jóan Jakku Guttesen Bretska Imperialisman Imperialistisku lógir- nar hjå Victoriu drot- ning kravdu stóðuga råvørutilgongd. Og um råvøran ikki fanst á heimligum leiðum, so var at fara eftir henni, har sum hon var at finna. Um tað ar í Afrika, Asta ella í Norðuratlantshavi. Í 1880 árunum var tann råvøran, sum fjalir seg undir vatn- skorpuni, farin at ganga undan Idnadarkollveltingin, sum i Bret- landi kom fyrr enn aðra staðni, hevði ført vid sær, at longu tíð- liga var jarnbreytarsambandið væl útbygt. Tað var lætt at sleppa av við feska fiskin. Eftir- spurningurin bara vaks, meðan útboðið bara minkaði. Tað var tí sera nærliggjandi at flyta sjónar- ringin norðureftir fyri at vita, hvat ið har fanst Bretar meintu sjálvir, at ráns- veiðan undir Føroyum og Íslandi hevði ov trongar karmar at Hon gekk í undir kki so smurt, sum ynskjandi var. Með- an teir samráddust við danir um treytirnar, sendu teir ein konsul til Foroya várið 1900. Hann skuldi slætta sjógv bæði her og undir Íslandi Konsulin æt Villiers. Hann visti akkurát onki um fiskiskap, men hann heyði tað fram um so nógv onnur, at hann var av aðalsætt. Tá hann hevði funnið Føroyar á heimskortinum, fór hann avstað við húski og tveim- um tænarum. Men måttøkan, hann fekk, var rættiliga kaldlig og lítið hóskandi einum aðal- bornum konsuli av franskari ætt og við týskari konu. Amtmaður- in hetta tíðarskeið var Bærent- sen, einasti føroyingur, sum nakrantíð sat í hesum embæti. Hann var ongantíð at hitta, hvorki tíðliga ella seint. Men Villiers visti ráð móti slíkum ónollum. Tá Victoria drotning fylti 82 ár í maí mánað, bjóðaði hann í fødingardag, og um danska yvirvøldin ikki møtti upp. lovaði hann at forklaga teir fyri Victoriu. Tað hjálpti. Før- oyski amtmaðurin og donsku embætismenninir lótu seg í fínt, og veitslan varð sera væl eydn- að. Men fyri at vísa sína tign, mátti Villiers eisini hava eina borg. Sum nú var, búði hann lítið stásiligt, og tí fór hann eisini av landinum aftur heystið 1900 fyri at draga ondina Men árið eftir stóð borgin idug, nú hevði Victoria kunnað imbodast á hóskandi hátt, hevði on verið á lívið. Arið fyri hevdi hon hildið sín síðsta fødingar- lag. Bretska imperiið var tó tað ne tidindabladid S NR. 124 - 3. JULI 1999 Og nú embætismannastættin hevði givið seg yvir, fór Villiers í holt við tað, sum seinni varð nevnt fólkaopiniónin. Tað gjørdi hann á tann hátt, at hann á jólum bjóðaði øllum havnarbørnum at dansa jólatræ á konslaraborgini. Jólatræ var sum lundi á jólanátt. Tað er skilligt, at foreldur ikki kundu nokta børnum sínum hetta upplivilsið. Franski pólfararin Jean Char- cot kom fyrstu ferð á Havnina í 1901, og í høvudsstadnum festir hann seg við hesi bygningsverk: Skansan, kongaminnið, kirkjuna og amtmansborgina. Síðan sigur hann: “Eg má nevna nakrar merkisverdar bygningar aftrat, sum skúlan, sjúkrahúsið og at enda eitt sindur frá býnum eini veldug hús, sum hin enski kon- sulin læt byggja sær." Av hesum bygningum vóru tað tveir, sum vóru ætlaðir fólki at búgva í, í báðum fórum hjá útlendsku yvirvaldunum, tí danska og tí bretska. Og bygningarnir standa har enn, Amtmansborgin og KFUK uppi á Varða. Nøkur ár seinni verður hug- takið den engelske fare lanserað í føroyskum og donskum blød- um. Tað var ikki bretska ráns- veiðan, sum fekk hetta heitið. Nei, vandin var av øðrum slag. Hann var politiskur og mentan- arligur. Føroyingar høvdu lyndi til at fjeppast uppi í ti, sum bretskt var, og donsk likasæla hevði skyldina av hesum, varð sagt. Hetta upplop er síðan gjørt til onkis, men eftir stendur í hvussu er hetta: Bretski effekti- viteturin í ránsveiðuni í Norður- atlantshavi ikki bara vakti vreiði og argaði, hann imponeraði eisini. Tað fanst eitt ómetaligt ríki- dømid kring oyggjarnar, fjalt undir vatnskorpuni. Føroyingar sjålvir góvu sær neyvan far um, at tad yvirhøvur var har. Slikum rikidømi eru tað altíð sterkar kreftir, sum vilja hava fatur á, og eru ikki tøkniligar fortreytir til staðar at fáa tað undan kavi, so verður tøknifrødin skjótt ment til tað. Og við sjarmuher- ferð, samráðingum við donsku stjórnina og framkomnari tøknu- fróði mistu vit alt av hondum. Tað var tá. Í 1998 vóru 100 ár liðin síðan trolarainnrásina, tað kann geva okkurt at hugsa um. A vári 1901 skrivaðu Dan- mark og Bretland sáttmála, sum stórt sæð legaliseraði bretsku ránsveiðuna í Norðuratlantshavi. Út á summarið sama ár minkaði trolingin burtur í onki. Tað kann ikki annað enn hava undrað. Mundi hetta vera eitt úrslit av sáttmálanum millum yvirvaldini bæði? Men sannleikin var ein- faldari enn so. Summarið 1901 og út á heystið lógu flestu trol- arar svínabundnir niðri í Ong- landi í tríggjar mánaðir vegna umfatandi verkfall. Tað fingu fiskimenn lítið burturúr, og skjótt var allur flotin í sving aftur stórri enn nakrantíð, og hann bara vaks næstu árini. Grulvandi byrjan Tað vóru sjálvandi teir, sum heldur enn gjarna vildu hava ein bita av køkuni. Skuldi havið oyðast, hví so ikki gera tað sjálvir. Leygardagin 23. januar 1904 varð almennur fundur í Havn. 15 ár frammanundan varð hin tiltikni jólafundurin i Klubba- num, tå tj6dskaparrørslan skip- aði seg við greiðum endamáli. Fundurin hetta leygarkvøld í januar 1904 kann, við einum góðum vilja, samsvarandi kallast tann dagur, tá føroyingar á Onkuntíð vóru eisini stundir til at hugna sær í lugarinum — men sjáldan vinnuliga økinum skipaðu seg og settu sær greið mál. Tað var øllum monnum púra greitt, at grundarlagið undir vinnuligum framburði fyrst og fremst var at fáa í lag havnabygging, soleiðis at í minsta lagi skip av vanligari stødd kundu kundu leggja at. Atløgubryggja var ongin í landi- num, bert smáar brúgvar, lag- aðar úr gróti ella bygdar úr viði, sum handilsmenn á teimum ymisku plåssunum høvdu latið byggja til egna nýtslu. | Havnabygging var ein stats- uppgáva, og ongin kapitalur í landinum. Poli í Dali, sum var høvudsrødari hetta kvøldið, segði millum annað - her endur- givið á donskum eftir Tinga- krossi “....Men siden har Eng- lænderne og andre Nationer Aar efter Aar opfisket umaadelige Masser fra færøske Grunde, og der er blevet sagt, at Mage til Fisk som den, Trawlerne i den første Tid fangede her, ikke er set før. Nu trænger det Spørgs-