Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-07-03, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. juli 1999síða 15

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 124 - 3. JULI 1999 tíðindablaðið s0812)u7 15 maal sig paa: Kan vi ikke optage Konkurrencen med de Frem- mede? ....Men uden en god Havn med Kajer 0.1. er rigtignok en saadan Konkurrence umulig Fíggingarviðurskiftini vóru vánalig. Tað skuldi eitt ódnartak til, bara fyri at fáa til vega ein einasta trolara. Aðurnevndi ís- lendski fiskifrødingurin Bjarni Sæmundsson sigur um ein tann fyrsta islendska trolaran, sum kom i 1899, at maskinan er av besta slag, triple-expansion, eins og á størstu skipum. Ferðin er 9 míl, men nógvir sigla tá 12 míl, sigur hann, men brúka tá væl meira kol. Virðið á trolaranum er um 100.000 kr., og harav kostar maskinan einsamgll 40.000 kr. Og omaná allar hesar krónurnar skuldu rakstrar- útreiðslurnar leggjast. Lord Alfred Paget 7-8 ár eftir at bretar byrjaðu at trola undir Íslandi, fóru íslendarar sjálvir í gongd við trolveiðu. Men bæði kapitalur og serkunnleikin umborð var útlendskur. Í fyrstu atløgu var hetta bert ein stokkut roynd, men her fingu íslendarar kunnleika til nýggja veiðiháttin, og tá teir sjålvir løgdu í vaðið í 1905, var trolingin ongantíð aftur nidurløgd. 7 år eftir innråsina vid Før- oyar, í 1905, kom fyrsti føroyski trolarin til landið, men tað skal sigast beinanvegin, at tað skuldu ganga 30 ár, áðrenn samanhang- andi trolaravinna kom í lag við Skålabergi og Leivi Øssurssyni. At hesir og teir, sum síðani komu, høvdu lív lagað, hevði annar veraldarbardagi ivasama heiðurin av. Tað var ein einstakur per- sónur, sum stóð fyri hesum fyrsta vágiliga tiltakinum, hin framskygdi og eftir umstødunum rimiliga peningasterki Ólavur á Heygum. Trolarin varð keyptur eftir tí, sum pengapungurin loyvdi, tí figgingarmøguleikarnir vóru ongir. Føroya Banki kom ikki fyrr enn árið eftir, og eisini har var Olavur á Heygum ein av stigtakarunum. Í februar 1905 kemur Ólavur á Heygum aftur av uttanlandsferð. Um hann tá hevur sæð trolaran, sum hann um tað mundið keypti, er iva- samt. Men sikkurt er tað, at antin hevur Olavur á Heygum verið undarliga bláoygdur í hesum máli, ella hevur hann havt út av lagi vánaligar ráð- gevarar. Keypssáttmálin er undirskrivaður 9. mars, og 18. mars mynstra teir. Tingakrossur skrivar í apríl 1905, at trolarin er farin úr Grimsby 6. apríl. Hann er í góðum standi, siglir 9 míl og alt riggar sum tað skal. Tingakrossur skrivar eisini, at Johs. Joensen “af Vestmanna" skal føra trolaran, og at Hansen úr Keypmannahavn er maskin- meistari. Johs. Joensen kann væl vera Hanni í Innistovu, bróðir Jógvan í Innistovu. Hvussu alt hetta hongur saman, er ikki gott at siga. Báturin má inn í Aber- deen við maskinskaða á veg upp, og tá hann einaferð kemur, er Niclas í Sjúrðhúsi skipari. Niclas Leo, sum hann skriv- aðist, var vágbingur og ein av áðurneyndu føroyingunum í Grimsby. Hvørjar royndir, hann hevur havt vid troli, vita vit ikki, men fyri 1900 er tað bert snørid og línan, hann fæst við. Men sama ger. Niclas í Sjúrðhúsi er nú 52 ára gamal og royndur sjómaður. Spurningurin er bara hví, hann hevur átikið sær hesa vónleysu uppgávuna. Erlendur Patursson sigur, at trolarin “veiddi við Ísland og Bretland," men samstundis sigur hann, at “um veiði hans eru eingar upplýsingar til skjals, og árið eftir stødgadi henda roynd." Nógv ár seinni gongur henda stutta sógan, sum er endurgivin úr Hugbirtingum hjá Peturi Há- berg, framvegis millum manna: "Olavur á Heygum keypti eina- ferð ein trolara. Men tað vísti seg, at hetta var ein upplagdur bátur, sum teir bert høvdu kloynt máling útyvir. Trolarin kom ongantíð til fiskiskap, og Ólavur mundi missa einar 60.000 kr. av hesum sviki..." Tað er rættiliga vist, at maskinan, sum var í Lord Alfred Paget, tá hann kom, er tann sama upp á 50 hk, sum kom í bátin í 1865. Í hvussu er vita vit, at tveir aðrir sokallaðir carriers, sum vórðu bygdir um sama mundið sum Lord Alfred Paget, sigldu við somu maskinu so seint sum í 1922, um enn ikki til fiskiskap. Trolarar høvdu nú stórt sæð fingið sín endaliga form, eisini hvat maskinkraft viðvíkti. Tað skuldi sanniliga stórri maskin- og spælorka til at tovva eitt lemmatrol enn eitt bummtrol, sum lá og gapaði á botni, um so trolarin lá stillur. Við sínum niðurslitnu 50 hesta- kreftum og 40 árum á baki var Lord Alfred Paget ónýtiligur, snøgt sagt. Eftir at Lord Alfred Paget var komin, er tøgn um båtin inntil eina viku eftir 6lavsøku. Fríggjadagin 4. august 1905, klokkan 8 á kveldi, hittast teir triggir hóvuðspersónarnir, sum hava við bátin at gera, reiðarin Olavur á Heygum, skiparin Niclas í Sjúrðhúsi og maskin- meistarin Jørgen Smith Dam- gaard Hansen ur Ebberød i Dan- mark á fútaskrivstovuni i Havn. A skránni er eittans málið: Dan- in krevur at verða loystur úr starvi. Hann hevur síðan 18. mars verið mynstraður sum maskinmeistari við trolaranum fyri 150 krónur um mánaðin, og Góður biti at fáa í juni hevur hann undirskrivað sáttmála galdandi til hálvan oktober. Hann krevur pengar, sum hann eigur til góðar, og at vera avmynstraður. Olavur á Heygum hevur nógv um oyruni um hetta mundið. Men tað er onki óvanligt í ti, tað hevði hann altíð. Í februar hetta sama ár kemur hann úr Keypmannahavn við íslandsbátinum Kong Trygve, sum setur inn á Vest- manna “og landsætte der Køb- mand Olaf J. Olsen”, sum Olav- ur á Heygum skrivaðist til 1906. Trolarin kemur til Føroya í apríl. I juni fær Olavur endaligt loyvi frá donsku mynduleikunum at gera atløgubryggju á Heyganesi. Í juli byrjar hann at seta telefon- steyrar upp til linjuna úr Ves- tmanna til Havnar, alt ímeðan hann var við í arbeiðinum at stovnseta bankan, sum kom árið eftir. Og nú, 4. august, er hann mitt í Olavsøkutingsetuni. Hann var løgtingsmadur fyri Norður- streymoy 1903-05. Á hesum fundi á fútaskriv- stovuni framføra reiðari og skip- ari, at meistarin er sáttmála- bundin, og at ongin annar er at taka yvir eftir hann. Men her hjálpir ongin góða mamma. Meistarin fær viðhald, og hervið er lagnan hjá Lord Alfred Paget avgreidd. Tað sæst ikki á ngk- rum yvirliti, at trolarin hevur landað ein einasta stert. Í november 1905 fær sýslu- maðurin Winther í Vestmanna bræv frá fútanum Engelstoft um, at eftir sum tað er komið honum fyri oyra, at "Dampskibet Lord Alfred Paget af Vestmanhavn er i Fart uden at være forsynet med den i Sønæringsloven fore- skrevne Maskinbetjening skal jeg anmode Hr. Sysselmanden om at optage Raport desangaa- ende over skibets Fører, naar det anløber Deres Syssel.” Men trolarin kom ongantid aftur i sýsluna. Teir eru nú á veg til Grimsby við bátinum. Neyvan fyri at umvæla tað maskinbrek- ið, sum Siglingarsøgan sigur skuldi umvælast har niðri, men heldur í einari desperatari roynd at sleppa av aftur við hetta miss- fostur. Hetta var søgan um fyrsta trolaran. Fyrst varð roynt at selja bátin í Grimsby, og tá hetta ikki eydnaðist, fóru teir í februar 1906 til Norra við honum. Har fekst heldur onki boð, og síðani Bretskur trolari tekur kol áðrenn lagt verður til hav lá trolarin í Grimsby til hann um summarið varð seldur til eitt felag í Keypmannahavn sum gamalt jarn. Hetta var ein fíggj- arlig katastrofa, og Olavur á Heygum kom ongantíð rættiliga fyri seg aftur. I 1911siga mætir menn í Danmark í einum studulsskrivi, tá Olavur á Heygum stríddist við at fáa vatnorkuútbygging í lag, at trolarakeypið. "hvor han blev bedraget af sin Tillidsmand i England”, hevdi kostað honum 70.000 krónur. "Dette Tab vakte Frygt hos Befolkningen, og omtrent hele den i hans For- retning indskudte Kapital blev opsagt. (Saalænge der ikke fandtes Bank paa Færøerne var det Brug, at Folk indsatte deres Sparepenge i Handelsforretning- erne). Til disse Uheld kom ogsaa, at hans eneste Bankfor- bindelse, hvor han kort i For- vejen havde prioriteret alle sine Ejendomme, pludselig standsede sin Virksomhed. At Hr. å Heyg- um nu efter flere Aars Kamp for atter at rejse sin Forretning er ved at blive udtrættet er ikke forunderligt, saa meget mere som Sygdom yderligere har hæmmet hans Virkeevne i de sidste to Aar.” Tað er ikki óhugsandi, at vinnuliga søgan hesa øldina varð skrivað ødrvisi, um Olavur á Heygum ongantíð fór í holtur við hetta trolaraævintýrið, tá havt verður í huga tær mongu verkætlanirnar, sum hann legði fram, men sum hann ikki fekk fígging til. Ólavur á Heygum var 38 ára gamal, tá hann keypti Lord Alfred Paget. Hann doyði í 1923, 56 ára gamal. Heimildir H. Montagu Villiers: Charms of the Consular Career. Mikkjal Helmsdal Havnarvág Jean Charcot: Ferðir til Føroya Erlendur Patursson: Fiskiveiði - Fiskimenn Gils Guðmundsson Togaraøldin 1 Tingakrossur 1901, 1905 Siglingarsøgan Skjalasavnið verjir fyr