Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-07-03, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. juli 1999síða 21

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

eN. NR. 124 - 3. JULI 1999 Gotland 99: Ni kunnu vit aftur kalla okkara kvinnulandslið í flogbólti fyri gullgenturnar. Tær vunnu 3-0 á Álandi í finaluni EMiL L. JACOBSEN OG ÁLVUR HARALDSEN AV GOTLANDI Fyri fyrstu ferð síðani 1987 endaðu føroysku flogbólts- kvinnurnar ovast á sigurs- pallinum á oyggjaleikunum. Við einum frálíkum 3-0 sigri á favorittunum av Alandi tryggjaðu føroysku kvinnurnar sær gullid, sum tær ikki hava vunnið síðani á Guernsey í 1987. Tað sást mestsum beinan- vegin í dystinum, at føroy- ska liðið hevði stórar ætlan- ir. Og hóast øll settini vóru hampuliga jøvn, so áttu Før- oyar mestsum alla tíðina munin, og tað var eingin ivi um, hvor átti betra liðið. Ein rúgva av føroyskum áskoðarunum stuðlaðu lið- num við lívi og sál, og móti endanum bleiv tað næstan ikki inniverandi í høllini, so nógvur var gangurin av teimum. Veteranurin á kvinnu- landsliðnum, hevarin Marj- un Kalsg, var eins og allar hinar á liðnum ovurfegin um, at tað endiliga eydn- aðist at vinna gull á oyggja- leikum. Hon og Anna Dals- gaard eru tær einastu, sum eru eftir av liðnum, ið vann gull á Guernsey í 1987. - Hetta er eitt tað størsta, eg havi upplivað, tað er heilt vist, segði Marjun aftan á finaluna. Undan kappingini varð mett, at Áland og Saaremaa helst høvdu eitt sindur sterkari lið enn Føroyar, men eftir at Føroyar taptu 1-3 móti Álandi í bólka- spælinum, hevur tað bert gingið ein veg. Í hålvfin- aluni vunnu Føroyar 3-0 á Saaremaa, og í finaluni bleiv tað so til 3-0 móti Álandi. - Eg haldi, vit vóru rættiliga illar aftan á tapið móti Alandi, og vit vóru eitt sindur frustreraðar, og sjálv helt eg ikki, at vit stillaðu við røttu uppstillingini móti Alandi fyrru ferð. Vit tosað tíðindablaðið S um tað, og allar vóru óðar, men eg haldi, at vit síðani fingu eina sterka uppstill- ing, og so gekk alt væl eftir tað, segði Marjun Kalsø. Alendska liðið hevði hev- aran sum spælandi venjara, > ÁG nnmfr og Marjun helt, at tað var óheppið hjá einum líði at hava ein spælandi venjara, tí sum hon sigur, megnar ein í eini trýstari støðu ikki at vera spælari og venjari ísenn. Er hetta besta landslið, tú hevur spælt á? - Ja, eitt tað besta, vil eg siga. Liðið á Gibraltar fyri fýra árum síðani var eins gott, men tá høvdu vit ikki liberoskipanina. 21 Gull til flogboltskvinnurnar Margit Joensen spældi eina sera góða finalu sum libero, eins og allar hinar spældu upp til sitt allarbesta. Væl nøgdur venjari EMiL L. JACOBSEN OG ÅLVUR HARALDSEN AV GOTLANDI Venjarin hjá kvinnulands- liðnum, Niclas Joensen, strálaði sum ein sól, tå Før- oyar høvdu vunnið gullið í Ishallen i Visby. - Eg eri ótrúliga væl nøgdur og kann ikki vera annað eftir tveir so góðar dystir við góðum spæli og fáum feilum frá okkara síðu, segði Niclas Joensen. - Alt sum vit hava arbeitt við, eydnaðist í dag. Serv- urnar vóru fantastiskar - tað var heilt ótrúligt. Føroyingar hava hildið eitt vakið eyga við mót- stødulidini og høvdu eina rúgvu av hagtølum frå hålv- finaluni hjá Alandi hós- kvøldid. - Tad tosadu vit um eftir fyrsta settid, og so vistu vit, hvussu og hvar vit skuldu spæla. Tað vísir seg, at tað var tann eini spælarin, vit skuldu steðga, og tað eyd- naðist. Mínir spælarar fingu fríar teymar við servunum, og tað vóru tær skørpu serv- urnar, sum forðaðu Alandi í at brúka sína miðju. Mót- tøkurnar hjá teimum lógu ov aftarlaga, og tær fingu als ikki brúkt sínar mið- spælarar. Alt fór út á kantin, og alt gekk sum tað skuldi, helt Niclas. - Tað kundi ikki vera betri, og allir spælararnir spældu frálíkt, segði Niclas og legði afturat, at hesin dysturin og hålvfinalan móti Saaremaa líktust rættiliga nógv. Tit vunnu 3-0 á Saaremaa og nú 3-0 á Alandi. Heilt erligt, hevði tú so roknað við ti tá tú fór úr Føroyum? - Vit vónaðu at fáa silvur. Vit vistu, at Gotland fór at gera nógv við tað, men tær vístu seg ikki at vera so sterkar kortini. Vit vóru eitt sindur bangin eftir 1-3 tapið móti Alandi, tá tað ikki riggaði so væl, men vit fingu so Hjørdis Mortensen Finaludysturin móti Álandi endaði við tryggum sigri til føroysku kvinnurnar og Juannu Joensen, sum hava verið skaddar, klárar aftur. Malan Klakkstein hevur arbeitt hart við teimum, og tað er eisini hennara æra, at tað hevur gingið so væl, segði Niclas Joensen. - Hetta er tað størsta, eg havi upplivað. Oyggjaleik- Føroysku gullkvinn- urnar í sjeynda himni irnar eru tað størsta hjá før- oyskum flogbólti, og hetta er tað, vit ynskja og droyma um.