leygardagur 3. juli 1999síða 22
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
22
Rogvi
aftur nær
við í
býar-
koyringini
Gotland 99: Men hann og tríggir
aðrir vórðu tiknir aftur á seinasta
horninum áðrenn målstrikuna. Bogi
Kristiansen endaði á fimta plássi og
bleiv fremsti føroyingur
EMii L. JACOBSEN OG
ÅLVUR HARALDSEN AN
GOTLANDI
Føroysku súkklararnir end-
aðu hósdagin sínar oyggja-
leikir á hesum sinni við bý-
arkoyringini, eisini rópt
»kritertum«, og ta einu løt-
una sá tað heilt gott ut hjá
Rógva Johansen, sum tveir
dagar frammanundan hevði
vunnið silvurmerkið í
landavegskoyringini.
Foroyska liðið koyrdi enn
eina ferð sera væl taktiskt,
og teir hjálptust væl at. Tá
nøkur umfør vóru eftir, slitu
fýra súkklarar seg leysar,
men eingin av teimum var
millum favorittarnar. Rógvi
hevði kreftirnar til at fara
við, men hann ivadist, ti all-
ir hinir >góðu<, millum
annað Andres Lauk av
Saaremaa, ikki fóru við.
Men nakað seinni av-
gjørdi Rógvi so at fara
kortini. Hann súkklaði eitt
heilt umfar púra einsamall-
ur, men megnaði at taka
hinar fyrstu fýra innaftur.
Hetta kostaði nógva megi,
og á seinasta horninum áðr-
enn beina strekkið inn til
mállinjuna (umleið 500
metrar), vórðu Rógvi og
hinir fýra tiknir inn aftur av
fleiri av hinum, teirra
millum Boga Kristiansen,
Bronsa í borðtennis
Gotland 99: Hans Hammer og Kjartan Eli Hentze fingu
bronsumerki í tvímansleikinum
EmiL L. JACOBSEN OG
ALVUR HARALDSEN AW
GOTLANDI
Aftur í ár komu føroyingar
upp á heiðursmerkjapláss í
borðtennis. A Jersey í 1997
var tað Kjartan Eli Hentze,
sum vann silvur i einmans-
leiki, og hesa ferð vann
hann bronsu í tvímansleiki
saman við Hans Hammer.
Í fjórðingsfinaluni fyrra-
partin hósdagin vunnu Hans
og Kjartan Eli á einum pari
av Gotlandi, og so var longu
greitt, at teir høvdu fingið í
øllum førum bronsu. Tað er
nevniliga so, at tað í borð-
tenniskappingini ikki verð-
ur spælt um triðja plássi, og
tí fingu bæði tey tapandi
pørini í hålvfinaluni bronsu.
Seinnapartin hósdagin
skuldu teir báðir so royna
at spæla seg í finaluna. Teir
komu upp ímóti Ahlgren og
Svensson av Gotlandi, men
taptu 0-2. Sostatt bronsa til
teir bådar føroysku bord-
tennisspælararnar.
Í hinari hálvfinaluni
vunnu Prean og Burns av
Isle of Wight á einum pari
av Gotlandi.
Carl Prean er yrkisborð-
tennisspælari og nógv tann
sterkasti einstaki spælarin á
oyggjaleikunum. Men hann
trívist kanska ikki so væl í
tvímansleiki, tí í øllum før-
um taptu hann og makkarin
Burns í finaluni móti got-
lendska parinum, sum slóg
Hans og Kjartan Eli úr
kappingini.
Men væl uppiborin
bronsumerki til Hans
Hammer og Kjartan Eli
Hentze, og okkurt kundi
bent á, at føroyingar eru við
at gera seg veruliga gald-
andi í borðtennis í oyggja-
leikahøpi.
Gunnari Dahl-Olsen og
Jóhann Brend, sum fylti 30
henda sama dagin.
Andres Lauk, sum eisini
vann landavegskoyringina
tysdagin, visti seg enn eina
ferð at vera tann sterkasti,
tá á stóð, og hann fór fyrstur
um målstrikuna einar tríggj-
ar súkklulongdir undan tí
næsta. So tætt var tað, og
besti føroyingurin bleiv
Bogi Kristiansen, ið fór um
málið sum tann fjórði í rød-
ini.
Lauk: Als ikki lætt
Tað bleiv altso til eitt silvur-
merki til føroysku súkklar-
arnar hesaferð. Tað vann
Rógvi Johansen týsdagin,
og hann var enntá nær við
at vinna gull ta ferðina. Sum
heild eru súkklararnir nøgd-
ir við avrikini á leikunum,
hóast gullmerkið ikki var so
langt burturi í landavegs-
koyringini, og tað bleiv til
eitt fjórða pláss í bæði
einkultstartinum og í
býarkoyringini.
Í býarkoyringini var vinn-
arin fulltíðar professio-
Gunnar Dahl-Olsen
endaði sum nummar 16
Kjartan Eli Hentze og Hans Hammer vunnu bronsu í tvímansleiki í borðtennis hósdagin
FOROYAICLE FATTET ERNIE
NR. 124 - 3. JULI 1999
> gå
Rógvi var við í bólkinum, sum lå á odda, men stutt
fyri málið vóru teir tiknir aftur av ødrum
súkklumonnum, og Rógvi endaði tí sum nummar 7
nellur, og nummar tvey hev-
ur eisini verið professionell-
ur.
Vinnarin Andres Lauk
heyði eisini rósandi orð at
bera føroyingunum og
hinum, tá býarkoyringin var
liðug:
- Hetta er sjálvandi ikki
eins hart hjá mær sum tær
kappingar, eg vanliga lutt-
aki í. Men tað er heldur ikki
lætt. Tað er sera torført at
sleppa leysur av hinum
súkklarunum, segði sterki
professionelli súkklarin av
Saaremaa.
Næsta stóra avbjóðingin
hjá føroysku súkklarunum
verður Statoil Kring Før-
oyar, sum verður í byrjanini
av august mánaði. Vænt-
andi koma fleiri sterkir
súkklarar úr Danmark við
til hesa kappingina, og so
verður spennandi at síggja,
hvussu tað fer at gangast.
A Gotlandi gekk tað bara
heilt væl, og føroysku
súkklararnir hava einki at
skammast um.
Býarkoyringin
| 1. Andres Lauk (Saaremaa)
) 2. Rob Holden (Isle of Man)
| 3. Ivari Rannama (Saaremaa)
| 4. Sam Firby (Jersey)
| 5. Bogi Kristiansen (Føroyar)
| 7. Rógvi Johansen (Føroyar)
| 16. Gunnar Dahl-Olsen (Føroyar)
| 23. Jóhann Brend (Føroyar)
Sverri Mohr Edvinsson kom íkki á mál