leygardagur 3. juli 1999síða 23
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
|
3
$
NR. 124 - 3. JULI 1999
tíðindablaðið >
Kvinnufinalan
sær ikki sort
spennandi út
Fótbóltur: Steypafinalan hjá kvinnum, har KÍ og HB
hittast, beint undan mansfinaluni, sær ikki sért spennandi
út. Hesi bæði liðini hittust í Havn leygardagin í lands-
kappingini, og tann dysturin endaði við javnleiki 3-3
TERJI NIELSEN
Føroyingar eiga triggjar
kvinnuligar fótbóltsleikarar,
sum til dagligt leika i bestu
donsku kvinnudeildini. Tær
triggjar Helga Ellingsgaard
úr Havn og tvíburðarnir
Ragna og Rannvå Andrea-
sen år Klaksvik spæla til
dagligt vid danska felag-
num Rødovre, men sunnu-
dagin koma tvíburðarnir at
spæla im6ti sinum føroyska
liðskipara i > Rødovre,
Helgu, tå ið tær vera á
kvinnuliðnum hjá KÍ, sum
skal spæla steypafinalu
ímóti HB, ið fer at hava
Helgu á liðnum.
HB er favorittur
Tað er einki dulsmál, at tað
er HB, sum er favorittur til
at vinna finaluna sunnudag-
in. Havnarlidid liggur klárt
á odda í 1. deild hjá kvinn-
um, men seinasta leygardag
hittust HB og KI í Havn, og
tá endaði dysturin við javn-
leiki.
Liðskiparin hjá HB, vete-
ranurin Eyðvgr úr Dímun,
sigur, at tær í HB eru ógvu-
liga spentar til dystin sunnu-
dagin, og at tær vænta sær
harða mótstøðu. Liðið hjá
HB er ógvuliga ungt, men
Eyðvor heldur ikki, at hetta
er nakar vansi, tí so at siga
allar á liðnum hava roynt at
spælt steypafinalu áður,
hóast fleiri teirra ikki eru
meiri enn eini 17-18 ár.
Sum áðurnevnt, so eru
kvinnurnar hjá HB styrktar,
tí at Helga Ellingsgaard er
komin heim í summarfrí, og
haraftrat er fyrrverandi
toppskjúttin, Teresa John-
sson, komin heim aftur eftir
at hava verið eitt ár í Mikro-
nesia.
Venjari hjá HB-kvinnu-
num er Malan Mohr, og er
hon helst fyrsti kvinnuligi
høvudsvenjarin í 1. deild
hjå kvinnum. Ikki kann sig-
ast annað, enn at hon higar-
til er komin stak væl frå
uppgåvuni.
Eyðvgr úr Dímun sigur
seg vænta, at klaksvíks-
kvinnurnar fara at fáa stórri
uppbakning av áskoðara-
plássunum, tí at nógvir
klaksvíkingar uttan iva fara
at koma suður við Smyril
sunnumorgunin og fara
beina kós niðan í Gundadal
at stuðla kvinnunum úr
Klaksvík. Men tær í HB
ætla sær so at gera sítt til, at
í hvussu so er ikki kvinnu-
steypið endar í Klaksvík.
Nú skal tað vera
Ein av royndastu leikar-
unum hjá KI-kvinnunum er
Malena Josephsen. Sjálv
hevur hon leikt tvær steypa-
finalur undan hesari, men
enn hevur ikki eydnast
henni at vinna finaluna, so
nú skal tað vera, sigur Ma-
lena.
At Andreasen-tvíburðar-
nir fara at styrkja munandi
um liðið hjá Kl, er eingin
sum helst ivi um, og Malena
sigur, at haraftrat er Johanna
Vang farin at venja aftur, og
hon hevur drúgvar royndir
frá síni tíð í B36. Eisini ætla
KÍ-kvinnurnar at fáa Margit
Joensen við á liðið, men um
hetta eydnast, er enn ikki
greitt, tí Margit kemur ikki
til Føroya fyrr enn í dag, ti
hon hevur verið á Gotlandi
og leikt við føroyska
kvinnulandsliðnum í flog-
bólti. Um allar hesar eru
við, so kann KÍ ikki manna
sterkari kvinnulið í ár,
heldur Malena Josephsen.
Eftir dystin í Havn
seinasta leygardag, tá ið HB
og KI leiktu javnt 3-3, hava
klaksvíkskvinnurnar av ålv-
ara fingið blóð upp á tonna.
23
Eyðver úr Dímun roknar við at fáa harða mótstøðu frá KÍ-kvinnunum. HB-
liðskiparin er hóast sin unga aldur millum mest royndu spælararnar i føroyskum
kvinnufótbólti. Mynd: Alvur Haraldsen
Sjálv heldur Malena, at
eydnast tað hjá KÍ at pakka
Eyðvør úr Dímun og Helgu
Ellingsgaard hjá HB inn, so
er nógv vunnið.
Eydnast tað kvinnunum
hjá KÍ at vinna steypið,
samstundis sum menninir
seinni sunnudagin gera tað
sama, so heldur Malena, at
klaksvíkingar fara at fáa ein
ógloymandi túr norður til
Klaksvíkar aftur við Smyrli
sunnukvøldid. Malena er av
teirri fatan, at skulu kvinn-
urnar hjå Kl vinna nakad i
år, so må tad vera steypa-
kappingina, ti i landskapp-
ingini er møguleikin helst
farin.
Møtid fjølment
Bæði Eyðver úr Dímun og
Malena Josephsen vóna, at
tað fara at vera nógvar á-
skoðarar til dystin sunnu-
dagin. Alt ov ofta kunnu
áskoðararnir til ein kvinnu-
dyst í Havn teljast á einari
hond, men tær vóna, at
sunnudagin verður stødan
ein heilt onnur.
Steypafinalan hjá kvinn-
um verður leikt á ovara vglli
í Gundadali sunnudagin
klokkan hálvgum eitt, og
dómari verður Suni Johan-
sen úr Sandavági.
Klaksvíkskvinnurnar, sum spæla steypafinalu móti
HB í morgin, hava áður roynt at vinna gull. Á
myndini gleðast tær um meistaraskapið í 1997.
Mynd: Símun á Høvdanum
Í týsdagsblaðnum hava
vit fråsøgn frá
steypafinalunum í
fótbólti — bæði hjá
kvinnum og monnum
www.Ol.fo