týsdagur 6. juli 1999síða 4
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
4
tíðindablaðið
NR. 125 - 6. JULI 1999
Jóannes Eidesgaard: Oneydugt við búskaparligum tiltókum ímóti óllum føroyingum:
Ein roynd at lumpa fólka-
trygging inn á føroyingar
Tað er fullkomi-
liga óneyðugt at
seta búskaparlig
tiltøk í verk ímóti
øllum førovingum
yvir ein kamb. Ti
vanligi føroving-
forbrúks-
rúsi. Tvórturímóti
stúri eg fyri, at
hetta er ein roynd
at lumpa tað Ó-
solidarisku
fólkatryggingina
hjá fólkaflokkin-
um inn á fÓrov-
ingar. heldur Jó-
annes Eidesgaard
ÁKI BERTHOLDS
arflokkinum, ætlar sær ikki
upp í kórið, sum hesar sein-
astu dagarnar hevur tosað
um at seta búskaparlig tiltøk
í verk ímóti føroyingum
Tað var formaðurin í
donsku ráðgevandi nevnd-
ini, sum seinasta vikuskiftið
legði upp til kjak um at seta
buskaparlig tiltøk í verk í
Føroyum
I samrødu vid eitt danskt
blað vikuskiftið
helt danski vismadurin, at
nú er ov
seinasta
nógv ferð aftur
komin á føroyska búskapin,
og at tað er neyðugt at seta
tiltøk í verk fyri at tálma
vøkstrinum
Sidani hevur formadurin
í figgjarnevndini, Bjarni
Djurholm, mælt til kravda
uppsparing til efuriðn og
landsbankastjorin nevur eis
int mælt til kravda uppspar
ing. sun til eft
irlør
Os fíggjarmálaráðharrin,
Karsten Hansen, hevur sagt,
at hann fylgir gjølla við
gongdini og at
F: g g tað kann
verða neyðugt við tiltókum
r
seinni í år, um vøksturin í
búskapinum heldur fram
við somu ferð sum higartil
Og eisini hann nevnir
kravda eftirlønaruppsparing
sum ein møguleika
Men hesum er Jóannes
Eidesgaard als ikki samdur
Hann sigur, at tað undrar
>, at Arne Larsen leggur
eftir føroyska buskapinum,
bæði ti at hann skal gera
eina nyggja frågreiding um
føroyska búskapin i summ-
ar.
Men tað er heldur ikki
longri síðani enn í heyst, at
hann kunngjørdi, at nú var
rúm fyri lønarhækkingum i
føroyska samfelagnum.
— Ein lønarhækking hevði
uttan nakran sum helst iva
komi undir øllum umstød-
um
Men tað er heldur einki
at ivast i, at hetta úttalilsi
setti skump undir lønar-
hækkingina
Ojavnt er býtt
Formaður javnaðarfloksins
er eisini grundleggjandi 6-
samdur í, at tað er neyðugt
við búskaparligum tiltøk-
um
Tað er ikki vanligi før-
oyingurin, sum brúkar ov
v, ella sum setir ov
gva ferð á búskapin.
Tí vit vita, at vanliga
verkafólkið hevur framveg-
is ikki ov nógv at rumma
við
vi
n«
nos
Tey nyggjastu hagtølini
visa eisini, at innflutning-
urin til beinleidis nytslu er
ikki vaksin meiri enn 5%
higartil í ár, afturímóti somu
tíð í før.
Og tað skal góður vilji
til at kalla tað „en forbrug
ertest”
Jóannes Eidesgaard sigur,
at hann saknar, at tølini fyri
búskapin verða granskað
nærri
Tí verða tey tað, er tað
nógv, sum bendir á, at
vøksturin í búskapinum er
savnaður um miðstaðarøkið
í Føroyum.
— Og hyggja eftir, hvat tað
er fyri innflutningur, sum er
vaksin so nógv, síggja vit
somuleiðis, at øksturin í bú-
skapinum er savnaður um
nøkur heilt ávís oki.
Tølini visa, at tað er ikki
minst innflutningurin av
bilum, sum hevur gjørt eitt
satt skarvslop uppeftir
- Innflutningurin av bil-
um er vaksin yvir 50% í
seinastuni.
— Men harafturat er tað
serliga innflutningurin av
maskinum og amboðum og
fóðuri til altvinnuna, sum er
nógv vaksin.
Oneyðugt at raka allar
føroyingar
Jóannes Eidesgaard heldur
tí ikki, at tað er rætt at seta
búskaparlig tiltøk í verk,
sum raka allar føroyingar
yvir ein kamb, tí vanligi
løntakarin fær nóg illa
endarnar at røkka saman
sum er.
Tí er hann heldur ikki við
uppá, at tað er neyðugt at
seta tiltøk í verk sum heild.
--Men er tað neyðugt at
seta tiltøk í verk, so skal tað
gerast, har vøksturin er ov
stórur og har trupulleikin
tískil er.
— Er eitt nú innflutning-
urin av bilum ov stórur, ber
til at hækka av gjøldini á bil-
um, tí so fæst tamarhald á tí
trupulleikanum.
— Tað kann ikki verða rætt
at seta tiltøk í verk, sum
raka allar føroyingar, „bara“
fyri at loysa ein ávísan trup-
ulleika - ella nakrar heilt
fáar.
— Skal ein åvisur trupul-
leiki loysast, ber til at seta
tiltøk i verk, sum loysa tann
åvisa trupulleikan, uttan at
tað rakar øll onnur eisini.
— Tað nýttar lítið at trakka
á bremsurnar hjá vanliga
løntakaranum, tá ið tað ikki
er hann, sum hevur tað stóru
nýtsluna.
— Tað fyrsta, vit mugu
gera, er at kann eftir, hvat
tað sum hendir við búskap-
inum og, hvar vøksturin er
ov stórur, sigur Jóannes
Eidesgaard.
— Men eg haldi, at tað
verður áhugavert at síggja,
hvat ein samgonga við
fólkaflokkinum á odda, fer
at gera fyri at tálma inn-
flutninginum av bilum.
— Tað verður eisini áhuga-
vert at síggja, hvat sam-
gongan fer at gera fyri at
tálma innflutningin av
maskinum til vinnulívið.
— Tí innflutningur av
maskinum til vinnulívið
kann verða ein ábending um
eina vinnuliga menning og
tað skuldi avgjørt verið eitt
positivt tekin.
— Men eg sakni, at tað
verður kanna, um hesin inn-
flutningurin er eitt úrslit av
eini veruligari vinnuligari
menning, ella um hesar
maskinurnar verða brúktar
privat, ella til endamál, tær
ikki eru ætlaðar til
Hann sigur, at tað av tí
sama, heldur ikki ber til at
seta eina kravda eftirupp-
sparing í verk, sum rakar oll
líka.
— Tí fyri tað fyrsta er tað
rættiliga stórur munur á
fastløntum og timalæntum.
— Men tad er eisini rætt-
iliga stórur munur á løn-
takarunum úti um landið og
so teimum í miðstaðargkin-
um.
Ikki alt ísenn
Annars heldur formaður
javnaðarfloksins, at ein máti
at stýrt búskapinum, var at
gjørt eina neyvari raðfesting
av almennu iløgunum.
— Hendan samgongna
hevur stórar ætlanir. Men
tað er ongin sum sigur, at
hendan samgongan skal
gera allar tær neyðugu fløg-
urnar einsamøll.
— Eg sakni, at vit fáa eina
semju ímillum so stóran
part av løgninginum sum
gjørligt um at raðfesta tær
almennu iløgurnar eini 10
år fram t.d.
— Ti at gera Ov nógv í senn
ger sanniliga sítt til at bú-
skapurin verður ov heitur.
Lumpa fólkatrygging-
ina inn á føroyingar
Jóannes Eidesgaard hevur
harafturat illgruna um, at
tosið um at seta kravda upp-
sparing í verk til eftirløn
hevur eitt annað endamál
enn at tálma búskapinum.
— Eg havi illgruna um, at
tá ið Bjarni Djurholm og
— Tað er ikki rætt at seta
búskaparlig tiltók í verk,
sum raka allar fóroyingar
yvir ein kamb, ti vanligi
løntakarin fær nóg illa
endarnar at rókka saman
sum er.
Men er tað neyðugt at
seta tiltók í verk, so skal
tað gerast, har tað er ov
stórur vøksturin og har
trupulleikin er.
Er eitt nú innflutning-
urin av bilum ov stórur,
ber til at hækka avgjøldini
á bilum, tí so fæst tamar-
hald á tí trupulleikanum,
sigur Jóannes Eidesgaard
onnur tosa um at seta
krav da eftirønaruppspar ing
í gildið, er tað ikki so nógv
av umsorgan fyri føroyska
búskapinum.
Eg haldi. at tað man vera
líka nógv fyri at spakiliga
at slóða fyri kongstankan
um hjá fólkaflokkinum um
eina fólkatrygging inn á før-
oyingar.
— Eg havi varhugan av, at
endamålid er at seta eina
kravda uppsparing i gildi
fyri umvegis at fåa ein
gongd á fólkatryggingina
hjá Fólkaflokkium.
Og hann nýtir í hesum
sambandi einaferð enn høvi
til at ávara ímóti fólkatrygg-
ingina hjá fólkaflokkinum,
sum hann kallar ósolidar-
iska, tí har skal hvør sæta
sær.
--Hon er ósolidarisk, tí
tann, sum forvinnur nógv,
skal eisini fáa stóra eftirløn,
meðan tey timaløntu skulu
verða í einum almennum
fátækrakassa.
— Fyri okkum hevur tað
stóran týdning, at vit varð-
veita samhaldsfestið í eftir-
lønarskipanina.
- Tvs, at vit mæla heldur
til at styrkja samhaldsfasta
eftirlønargrunnin.
— i Samhaldsfasta betala
øll eftir evnum, men øll fåa
líka nógv útaftur.
Men harafturat betala
eisini arbeiðsgevarar í Sam-
haldsfasta, og tað er tann
ábyrgdin, sum fólkaflokk-
urin vil sleppa teimum und-
an við fólkatryggingini.
Tað er avgjørt neyðugt
at hava eina samhaldsfasta
pensjón, sum er á einum
stødi, at tað ber til at liva av
henni.
- So kann tann, sum hev-
ur hug og ráð, stovna sínar
egnu skipanir afturat. Tað
er onki, sum forðar fyri tí.
sigur Jóannes Eidesgaard.