týsdagur 6. juli 1999síða 5
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 125 - 6. JULI 1999
tíðindablaðið
Spennandi roynd:
Fremmand neyt í Koltri
Mánamorgunin komu 16 skotsk fjallaneyt við Norrónu. Neytini hevur Bjórn Patursson, bóndi í Koltri, keypt. Ætlanin
er at royna bæði aling og kjótframleiðslu við hesum nýggja slagnum
EDVARD JOENSEN
Royndir við nýggjum
neytaslagi verða gjørdar í
Koltri. Sekstan Scottish
Highland neyt komu við
Norrønu mánamorgunin og
ganga nú í bønum í Koltri.
Tað er Bjørn Patursson,
bóndi í Koltri, sum hevur
keypt 14 kvígur og tveir
tarvar úr Varde í Danmark.
Ætlanin er at royna at fáa
hetta neytaslagið nørt í Før-
oyum, soleiðis, at aðrir
bøndur í landinum eisini
kunnu fáa burturav.
Neytaslagið Scottish
Highland er sera harðbalið.
og tí væl egnað at ganga úti
í Føroyum alt árið. Og júst
hetta er ein fyritreyt fyri at
hava neyt í Koltri, sigur
Bjørn Patursson
I Koltri ber ikki til at hava
mjolkineyt, tí eingin kvota
er.
Av tí sama eru eingi fjós
í Koltri løtuni, so ikki ber
til at hava neytini standandi
inni, sum vanligt annars er.
Og ein slík iløga hevði verið
so mikið kostnaðarmikil, at
ikki varð hildið ráðiligt at
fara undir hana, sigur Bjørn
Patursson.
Sostatt ber heldur ikki til
at hugsa um at hava slátur-
neyt av vanligum slagi.
Í staðin varð so valt at
royna hesi neytini og so
heldur gera einar tveir skúr-
ar, ella meira at kalla takt
ból, sum tey kunnu fara í,
um veðrið verður alt ov 6-
fantaligt.
Aðrir fyrimunir við hes-
um neytaslagnum er, at tað
er sera lítið krevjandi, tá
hugsað verður um fóður.
Tey klára seg við lyngi,
um tað skal vera. So væl átti
at borið til at havt tey í Før-
oyum.
Smátt er slagið eisini, og
tí heldur ikki so krevjandi í
nøgd. So tað, sum annars
fæst av vetrarfóðri í Koltri,
átti at klárað tað, sum
møguliga skuldi mangla í.
Annars fara neytini at
ganga á gamla neytabitinum
í Koltri, sum er 80 hektarar.
Bjørn Patursson sigur, at
hann ætlar at brúka neytini
sum alineyt og so selja
kvígukálvarnar og teir tarv-
ar, sum nýtiligir eru til aling.
Restin verður selt sum slát-
urneyt.
Men tað fer at ganga rúm
tíð enn, áðrenn rættilig ferð
kemur á.
Bjørn Patursson væntar,
at tað fara at ganga minst
trý ár, áðrenn full úrtóka
fæst úr stovninum.
Hetta slagið búnast seint,
og vanligt er ikki, at tær
kálva, fyrr enn tær eru træ-
vetur. Aftur fyri kunnu tær
væl kálva, til tær eru 20 ára
gamlar.
Av hesum 14 kvígunum,
sum nú er komnar út í Kolt-
Koltursbóndin, Bjørn Patursson, hevur flutt 16 Scottish Highlander neyt út í oynna
J
ur, er ein kvigin og kálvar
væntandi í summar.
Tær eru ungar, sum koma
nú. Knappliga eitt til umleið
trý ára gamlar.
Bjørn Patursson, bóndi í
Koltri, hevur arbeitt við hesi
ætlanini í eini tvey ár. Sjálv
umsóknin um innflutnings-
loyvi er reiðiliga årsgomul
Bæði landsdjóralæknin
og donsku veterinermynd-
ugleikarnir hava verið við í
ætlanini, so tann síðan er í
lagi.
Og júst á eini avbyrgdari
oyggj sum Koltri, eru neyt-
ini natúrliga í karantenu.
Bjørn Patursson væntar at
byggja ein heilt nýggjan
stovn upp av hesum neyt-
(Myndir: Jens K. Vang
unum
>Vit eru so avbyrgd, at
smittur finnast at kalla ikki.
og tað kann saktans koma
okkum til góðar seinni. So
6møguligt er ikki, at vit um
nøkur ár kunnu flyta út aftur
ver
av stovninum
Tað var á eini djórasýning
í Danmark fyri einum
tveimum árum síðan
Bjørn Paturs
band við
son fekk sam
ska bóndan úr
Varde, sum hann nú hevur
keypt neytin
Bjørn Patursson sigur, at
hetta samband heldur fram
og at danin hevur verið góð
ur í ráðum og framvegis fer
at ráðgeva um, hvussu far-
ast skal við hesum kríatúr
unum
Eisini í heimlandi neyt
anna, Skotlandi, eru menn
áhugaðir í hesi royndin
Sum
hetta fja
Hålandinym. Tey hava eis
navnið
aneyt úr
ni við góðum úrsliti verið
FOYNd á OYSSJUNUM IK
Bjørn P
sson, er sum fyrsti før
ingur vorðin limur i S
ish Higl
Tað kostar sjálvandi eis
pengar at fara undir slík:
roynd. Hvussu £
Bjørn Patursson ikki upp
ýsa
nogv,
Hann sigur, at hann hevur
fingið lån frå Jarðaráðnun
til figgingina. Men beinleið-
Is stuðul er eingin
Nytt sjålvtøku-
dógurðaborð
í Rio Bravo
Nú kunnu vit, sum nakað nýtt, bjóða viðskiftafólkum okkara
tann møguleika, eisini at eta døgurda á matstovu okkara
Vit bjóða fram stórt sjålvtøkubord við bæði
heitum og køldum rættum
Opið er mánadag til fríggjadag
frá kl. 11.30 til 14.00
Eisini ber til at fáa døgurda
út úr húsinum
RIO BRAVO * Tørsgøta 11 * Tel. 319767