Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-07-06, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. juli 1999síða 9

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 125 - 6. JULI 1999 Keypa ikki tyrlu her og nú Magni Arge, stjóri í Atlantsflog, vátt- ar tíðindini i Sosialinum leygardagin um, at Maersk Helicopters hevur boðið teimum at keypa tvær av sínum tyrlum. Tó heldur hann ikki, at talan er um serprís, og hann ætlar sær ikki at leypa framav og keypa tvær nýggj- ar tyrlur her og nú JOHN JOHANNESSEN Tað er rætt, at Atlantsflog umhugsar at útvega sær nýggja tyrlu. Somuleiðis er tað rætt, at A. P. Møller fyri- tókan, Maersk Helicopters, hevur boðið Atlantsflogi at keypa tvær av tyrlum sín- um, nú flúgvingin millum oljuborðipallarnar í Norð- sjónum er gloppin danska felagnum av hondum. Men stjórin í Atlantsflog, Magni Arge, ætlar sær at hava bæði beinini á jørdini. Hann ætlar sær ikki at verða tikin á flog av tilboðnum frá Maersk Helicopters. Ikki serprísur Jan Hagemann, varastjóri í Maersk Helicopters, segði við Sosialin leygardagin, at felagið hevur boðið Atlants- flogi at keypa tvær av tyrl- unum fyri serprís. Spurdur, um talan ikki er um eitt 6gv- uliga gott tilboð, tá tyrlurnar skulu latast føroyingum fyri hendan »serpris«, svarar stjórin í Atlantsflogi, at orð- ingin >serprísur< er ein orð- ing hjá Jan Hagemann og ikki hansara. Magni Arge sigur, at prís- urin á tyrlum fyri tíðina er fallandi. Hetta kemst av teimum stóru broytingun- um, sum fara fram innan tyrluheimin. Stór feløg slåa seg saman fyri at røkja yms- ar tyrluuppgávur, og tískil er ikki brúk fyri eins mong- um tyrlum, tá stóru feløgini nýta hvørja einstaka tyrlu til fleiri uppgávur. Innan oljuvinnuna finnast í løtuni bert tvey stór ope- ratørfeløg. Hesi eru Bristol og Canadian Helicopters. Hesi keypa seg alsamt meira inn á uppgávurnar hjá smærru feløgunum, og tí verða hesi noydd at selja sínar tyrlur bíliga. Hetta er tað, ið er hent fyri Maersk Helicopters, eftir at Can- adian Helicopters hevur fingið sáttmálan um tyrlu- flúgvingina í Norðsjónum. Nógvir møguleikar Stjórin í Atlantsflog sigur, at nú tyrluprísirnir eru fall- andi, eru nógvir møguleikar fyri keypi av nýggjari tyrlu. Men hann ætlar sær at kanna allar møguleikar væl og virðiliga. tíðindablaðið Jan Hagemand, stjóri i Maersk Helicopters, frammanfyri einari av fronsku Alpha tyrlunum, sum hann sigur seg hava boðið fóroyingum til »serpris« Magi Arge sigur, at fron- sku Alpha tyrlurnar væl kunnu nýtast til flúgving kring Føroyar. Men Bell tyrlurnar eru eisini ógvuliga væl egnaðar. Hetta prógva drúgvu royndirnar við ver- andi Bell 212 tyrluni. Tískil heldur stjórin í Atlantsflogi, at ein møguleiki, ið verdur er at umhugsa, er at keypa eina Bell tyrlu afturat, og síðani nýta verandi tyrlu at seta inn, tá brúk er fyri hen- ni. — Um vit skulu røkja bjargingar- og leitingarupp- gávur, er neyðugt at vit hava tvær tyrlur. Tí tá krevst nevniliga altíð, at ein tyrla er tók, um hin er á flogi til onkra uppgávu, sigur stjórin í Atlantsflogi. Hann vísir á, at tað eru spurningar, sum mugu avgreiðast í landsstýr- inum, áðrenn stóða verður tikin til, um felagið skal hava eina ella tvær tyrlur. Ein týðandi partur av málinum er, í hvussu stóran mun Atlantsflog skal vera við í tilbúgvingarætlanini fyri Føroyar. Skal Atlants- flog vera flúgvandi álitið í einari slíkari tilbúgvingar- ætlan, er avgjørt neyðugt at hava tvær tyrlur, men um sjóverjan framhaldandi verður ein stórur partur av álitinum, er ikki vist, at tað gerst neyðugt hjá Atlants- flog at hava tvær tyrlur. Afturat øllum hesum, kemur so spurningurin, um Atlantsflog kemur at vera við í offshore flúgving í Stjórin í Atlantsflog heldur tað hava ógvuliga stóran týdning, at tann rætta lótan verður funnin til at keypa nýggja tyrlu. Hann ætlar sær ikki at leypa framav og taka av tilboðnum frá Maersk Helicopters her og nú (savnsmynd) einari komandi oljuvinnu i Føroyum. Hetta hevur fel- agid sett sær sum mål, og gerst hetta veruleiki, verður helst neyðugt við meira enn einari tyrlu. Spurdur, hvussu long tíð fer at ganga til føroyska flogfelagið fer at keypa sær nýggja tyrlu, svarar Magni 9 (Mynd: Jan Miller) Arge, at tá spurningurin um leioting og bjarging er kom in upp á pláss, fer helst ikki at ganga so long tíð áðrenn okkurt hendir í málinum. Men hann sigur, at tað er ógvuliga avgerandi, at nýggja tyrlan verður keypt teirri røttu løtuna. Hann ætl- ar sær ikki at leypa framav.