Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-07-06, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. juli 1999síða 11

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 125 - 6. JULI 1999 tíðindablaðið Olja lekur upp úr undirgrundini nogva staðnis á Atlantsmótinum Herfyri sendi norska fyritókan „Surface Geochemical Services“ út úrslitið av triðju kanningini av havbnotn- inum á Atlantsmótinum til fleiri oljufelóg. Niðurstóðan er tann, at olja lekur upp úr undirgrundini fleiri staðnis á óllum Atlantsmótinum. Ikki minst áhugaverd er sunnari partur av Hvíta ókinum, sum við marknasemjuni er fór- oyskt øki JAN MÚLLER Nú undirgrundarmark loks- ins er sett millum Føroyar og Bretland eru Føroyar vornar størri og fevna um nærum 50% av ti Hvita økinum, sum fyrr hevur ligid sum eitt ongamanna- land millum Føroyar og Bretland. Tað er greitt, at tær mongu kanningarnar, sum eru gjørdar í hesum fyrr umstrídda økinum, nú koma væl við hjá oljufeløgum, sum eru áhugað í føroyska økinum. Eitt av feløgunum, sum hevur gjørt kanningar i Hvita økinum er norska fyritøkan „Surface Geo- chemical Services“. Fyritøkan gjørdi kanning- ar å føroyska landgrunn- inum i 1996. Talan er um kjarnuroyndir, ið verða tiknar á botninum og nakrar metrar niður. Tá staðfesti norska fyritøkan, at olja lak upp úr undirgrundini. Stutt frammanundan hevði eitt australskt felag við serstøk- um kanningum frá flogfari funnið fram til, at olja úr undirgrundini var á sjónum fleiri staðni kring Føroyar. Norska fyritøkan gjørdi årini eftir f 97 og 98 likn- andi kanningar i Hvita øk- inum. I bådum førum visa kanningarnar tad sama sum á føroyaleidini: at olja lekur upp úr undirgrundini. Malvin Bjøroy frå norska felagnum segði vid Sos- talin, tá teir vóru í ferð við at senda seinastu frágreið- ingina til oljufeløg nakað herfyri, at henda seinasta kanningin snýr seg um norðara partin av Hvítson- uni. Frágreiðingin um sunn- ara partin av Hvítsonuni varð latin oljufeløgunum í fjør. Við hesum trimum kann- ingunum av fyrst føroyska landgrunninum, síðani sunnara partinum av Hvít- souni og at enda norðara partinum av Hvítsonuni hevur „Surface Geochemi- cal Services“ fingið eina rættiliga góða mynd av gll- um Atlantsmótinum. Nú er tað so, at roynd- irnar, sum verða tiknar í móru og eyju á sjålvum havbotninum, siga okkum Guttormur Djurhuus var við Geo Boy, tá skipið gjørdi kanningarnar undir Fórovum í 96 ikki nakað um I goymslum, men kortini sina hóming av, hvar og hvussu møgulig oljuøki síggja út. Malvin Bjøroy sigur, at teir við hesi seinastu kann- ingini bara kunnu end- urtaka, at „der helt klart og entydigt er dannet olie í omrádet“. Hóast tað ikki ber til at siga nakað, um oljan er goymd í reservoirum, so er staðfestingin, at olja er gjørd í undirgrundini sera áhugaverd, tí tað er er fyritreyt fyri øllum øðrum. Vanliga seta oljufeløgini, sum leita eftir olju og gassi tríggjar spurningar: er olja gjørd í undirgrundini? Eru har reservoirgrótsløg og eru har grótsløg, sum hava forð- að oljuni í at guva burtur. - Vit kunnu bert svara tí tyri geva tær tydningarmesta spurning- inum, tvs. um olja er gjørd „generert“ i undirgrundini. Og hertil er svarið eitt greitt ja. Hinar spurningarnar mugu oljufeløgini brúka aðrar kanningarhættir at fáa svar uppá. Tá vit søgdu Malvin Bjøroy frå, at tað eru olju- feløg, sum meta slíkar kanningar sum teirra sum einkisverdar og óbrúkiligar svarar hann rættiliga av- gjørdur: - Til teirra sum siga so er mitt svar: set fingurin i jørd- ina og finnid ut av, hvørji øld tit liva i. Vit gera slikar kanningar um alla verdina, og flestu av teimum stóru oljufeløgunum eru kundar okkara. Hann leggur aftrat, at tað er ikki so løgid, um onkur oljufeløg eru varin, tí onkur feløg sum hava gjørt slíkar kanningar, hava gjørt hetta í skundi fyri at tjena skjótar pengar. Men soleiðis arbeiða teir ikki. Um hesa seinastu kann- ingina í norðara partinum av Hvítsonuni sigur Malvin Bjøroy, at teir í einum lítlum øki vóru greið tekin til, at olja kom upp úr undirgrund- Norska fyritókan hevur gjórt tríggjar kanningar á Atlantsmótinum, eina á føroyska landgrunninum í 96, eina í sunnara partinum av Hvítsonuni og eina í tí norðara partinum, sum ávíst á kortinum. Skiparin á Geo Boy, her á Havnini í 96. Hann vísir hvat olja lak upp úr undirgrundini ini. Hóast felagið eisini kundi staðfesta oljulekar úr und- irgrundini í kanningini frá 96 á føroyska landgrunn- inum, so liggur basaltið tó sum ein forðing, og tess longur teir koma út í Hvít- sonuna, har basaltið verður tynri og tynri, tess sjónligari eru oljulekarnir. Malvin Bjøroy sigur annars, at teir i ti føroyska partinum av Hvitsonuni finna fleiri líknandi olju- lekar sum annars hava verið at sæð kring oljufeltini Foinaven og Schiehallion. Sosialurin skilur, at norska fyritøkan er ikki lið- ug við sítt arbeiði á At- lantsmótinum. Helst verða fleiri kanningar gjørdar.