Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-07-06, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. juli 1999síða 13

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 125 - 6. JULI 1999 tíðindablaðið e-mail: emila'sosialurin.fo Lesið eisini ítróttin á internetinum www.sosialurin.fo "inala um løgmanssteypid: Uppgerðin var tøtt og munurin var enn eina ferð, at KI hevði stórri úrtóku enn B36 menninir Nýggja Jløgmanssteypid skal sítt fyrsta ár standa í skápinum hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag. Tað varð av- gjørt á ovari velli í Gunda- dali í einari spennandi, ferð- miklari og vidhvørt væl spældari finalu við so góð- um karmi, sum tað næstan bara kann droymast um. Veðrið var av tí fagrasta, og áskoðararnir vóru so nógvir sum sjáldan áður. Serliga vóru tað klaksvík- ingarnir, sum settu dám á. Enn eina ferð var tað sjón fyri søgn, at samanhaldið og lokali samleikin eru nógv størst, tá stríðið er allar aðra staðni enn á heimavølli. Ein lítil fimtingur av øllum teimum, sum búgva í Norð- oyggjum, vóru í Gundadali sunnudagin, har klaksvíki- ngar í útlegd eisini vóru mannsterkir — úr høvuds- staðnum, Streymoy, Eystur- oy, Vágum og Suðuroy, og eisini útisetar. Hetta saman- setta liðið uppá eini fimtan hundrað fólk tók fullkomu- liga valdið kring vøllin, og tað tóktist sum um B36 við- haldsfélkini komu i minni- luta f sinum egna spæli- plåssi. Avgerdin At steypid og atgongumerk- ið til europeiskan fótbólt komandi år skuldu fara til Klaksvikar, vard avgjørt tíðliga í 2. hálvleiki, tå B36 verjan tvær ferðir gav klaks- víkingum loyvi at bróta ígjógnum í síðunum og um- seta innleggini til mál. Fyrra málið kom, tá hálv- leikurin bara var góðar fýra minuttir gamal, og tað mundi kennast sum stór pøs av vatni í andlitið á B36 monnunum. KÍ var komið á odda, tá knappur hálvur tími var farin og ósketni í miðverjuni hevði við sær, at bæði Kurt Mørkøre og Rógvi Jacobsen vóru leysir og hesin seinni kundi sneiða framviuð málverjanum og trilla í tóma kassan, men síðsta korterið undan steðg- inum var B36 leikliga greitt omaná. Ta løtuna vóru klaksvik- ingar illa skipadir, serliga tå teir sjålvir fingu fatur á bólt- inum, B36 menninir funnu væl hvønn annan, og tað líka sum lá í luftini, at teir fóru at javna. Tað gjørdu teir ikki, men teir høvdu møgu- leikarnar, og í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, fekk John Petersen størsta møguleikan í øllum dyst- inum, men úr níggju metr- um mitt fyri málinum og púra leysur sendi landsliðs- maðurin við síðuna av. B36 menninir mundu í steðginum hava eina kenslu av, at nú skuldi tað vera, og so var tað, at teir góvu Kurt Triðji málskjúttin hjá KÍ, Arnold Joensen, í nærdysti við Jens Kristian Hansen, sum gjørdist klárur tl finaludystin Teir mongu klaksvíkingar settu dám á dystin, og gleðin var ødilig, tå KÍ skoraði síni mál. Mørkøre frið í brotsteigi- num, og vilt tú tær sjálvum væl, so skalt tú ikki gera sovorðið, serliga ikki, um talan er um luftkríggj. Besta KI álopið, sum Harley Bertholdsen, Arnold Joensen og Marek Vierz- bicki skipaðu í høgru, end- aði við høgum innleggi til handara stólpan, Egin Høgnesen var á veg út, tveir hvítklæddir royndu at verja Kurt Mørkøre; men KI lið- formadurin, sum vikuskifti eftir vikuskifti prógvar, at hann er vandamiklasti álopsmaðurin í landinum, hevjadi seg upp um allar métstødumenninar og stútaði bóltin, so hann kom inn um strikuna, áðrenn verjan fekk sparkað burtur, og so var 2-0. Nyggjar fyritreytir Síðstu fjøruti minuttirnir lagaðu seg eftir fyritreyt- unum hjá KÍ. Teir løgdu seg ongantíð aftur í egnan brots- teig at sparka burtur, - men teir góvu mótstøðumonn- unum meiri pláss at spæla á, enn teir høvdu havt, og tað hevði við sær, at B36 menninir høvdu bóltin nógv. Trupulleikin var, at teir høvdu ilt við at skapa opnar målmøguleikar. Í 1. hålv- leiki sendi John Petersen heilt tidliga i samankoming- ina, og ta einu ferðina vóru tveir spælarar akkurát ov stuttir til fínan tvørb6lt, men í 2. hálvleiki vóru uppløgdu møguleikarnir fáir. Tað var ov sjáldan, at B36 megnaði at bróta igjøgnum í síðunum. Øssur Hansen, sum í báðum hálvleikunum (framhald á næstu síðu)