týsdagur 6. juli 1999síða 18
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
18
tíðindablaðið
3
TERII NIELSEN
Mangan verður tikið til, at
kvinnufótbóltur er so lítið
áhugaverdur, tí at eingin
ferð er á dystunum, og at
tað hendir ov lítið. Hetta
kann man ikki siga eftir
steypafinaluna hjá kvinnum
sunnudagin, tá ið HB og KI
spældu ein sera undirhald-
andi dyst, har bæði liðini
spældu målsøkid spæl við
- tm
Eftir 110 harðar minuttir var dysturin umsíðir av og HB-kvinnurnar kundu fegnast um gullið. My
FE
nd: Terji Nielsen
Undirhaldandi kvinn
Fótbóltur: Kvinnurnar hjá HB og KÍ sýndu kvinnufótbólt,
tá ið hann er best, tá liðini bæði hittust í steypafinaluni
sunnudagin. HB vann dystin 4-3 eftir longda leiktíð
rættuliga nógvari ferð.
varisliga
Bæði liðini løgdu varliga
fyri. Tað sást væl, at tey
høvdu stóra virðing fyri
hvørjum øðrum, og spælið
var fyri tað mesta á miðjum
vølli. Nógvir harðir nær-
dystir vóru á miðjuni, og
serliga stuttligt var tað at
síggja dystin millum aðra ay
tvíburðasystrunum hjá KÍ,
Ragnu Andreasen, og so
liðskiparan hjá HB, Eyðver
úr Dímun, sum høvdu sera
nógvar nærdystir.
Ikki fyrr enn umleið
hálvur tími var leiktur av
dystinum, bleiv spælið eitt
sindur fríari, og nakrar mál-
møguleikar spurdust. Einir
32 minuttir vóru leiktir, tá
ið Helga Ellingsgaard hjá
HB fær ein høgan bólt úr
høgra borði. Helga fær bólt-
in beint innan fyri brots-
teigarmarkið hjá KÍ, snýtir
ein verjuleikara, men fyri
opnum máli skýtur -hon
bóltin beint við síðuna av
málinum hjá Kl.
Seks minuttir seinni var
vandi á ferð í málteiginum
hjá HB. Eitt KI-horna endar
við, at vælleikandi liðskip-
arin hjá KÍ, Malena Joseph-
sen, hálvfluktar bóltin, men
hann fór beint við síðuna av
málinum.
Tveir minuttir seinni hev-
ur HB bóltin nakað framm-
an fyri miðjuna í høgra
borði. Bóltin verður stungin
inn um verjuna hjá klaks-
víkingum, har Eyðfríð
Kristiansen hjá HB gerst
leys, og við vinstra fóti prik-
ar eiðisgentan bóltin fram
við Birgit Thomsen í máli-
num hjá KI, og so var 1-0
til havnarliðið.
Fáir minuttir vóru eftir til
hálvleiks, og tey flestu
høvdu helst væntað, at hålv-
leiksstødan fór at vera 1-0
til HB, men so var ikki. Ein
Tveir av mest sjónligu
leikarunum i kvinnu-
finaluni, Ragna Andrea-
sen og Eyåvør år Dímun.
Mynd: Terji Nielsen
langur bóltur blívur sendur
inn í HB verjuna, og ein
verjuleikari og málverjin
hjá HB misskilja hvørja
aðra, og tað ger Malena
Josephsen sær dælt av. Hon
fangar bóltin, og úr spískum
trillar hon bóltin í tóma HB-
málið, og so var 1-1, bert fá
sekund áðrenn dómarin,
Suni Johansen, bríkslaði
fyri hálvleiki.
Fyrri hálvleikur endaði
sostatt við javnleiki, og tað
var heldur ikki heilt av leið.
Tað vóru klaksvíkskvinnur-
nar, sum høvdu mesta spæl-
ið fyri steðgin, meðan
kvinnurnar hjá HB høvdu
teir vandmiklaru målmøgu-
leikarnar.
HB legði hart út
eftir steðgin
Tað vóru kvinnurnar hjá
HB, sum komu best frá
byrjan í seinna hálvleiki. Tá
ið fýra minuttir vóru leiktir
av seinna hálvleiki, hevði
afturvenda Teresa Johnsson
hjá HB ein skallara, sum
endaði á stongini, og bert
tveir minuttir seinni legði
HB seg aftur á odda.
Eitt innlegg úr vinstru
endar hjá Helgu Ellings-
gaard, men Birgit Thomsen
í málinum hjá KÍ hálvbjarg-
ar. Bólturin støkkur út aftur
til Helgu, sum liggjandi fær
prikad hann inn í málið til
2-1.
NR. 125 - 6. JULI 1999
Tveir minuttir seinni er
aftur vandi á ferð. Teresa
Johnsson stútar eitt gott
innlegg úr høgru frá Helgu
Ellingsgaard, men Birgit
bjargar meistarliga væl til
horna.
Einir tíggju minuttir vóru
leiktir av seinna hálvleiki,
tá ið HB økir um leiðsluna.
Annika Godtfred sendir eitt
horna úr vinstra borði væl
inn í brotsteigin hjá KÍ, har
Eydvør úr Dímun, púra 6-
dekkað við handaru stong,
kann seta pannuna undir
bóltin, so at hann fer í netið
til 3-1.
Nú vóru tey flestu helst
sannførd um, at henda fin-
alan var avgjørd, men tað
var so langt frá tí.
Seinni hálvleikur var nær-
um hálvrunnin, tá ið ein
leikari hjá KÍ sleppur aftur
til baklinjuna í vinstru síðu
og leggur bóltin út frá í mál-
teiginum hjá HB, har lið-
skiparin hjá KÍ, Malena
Josephsen, fær fatur á bólt-
inum, og hon langar hann í
meskarnar aftan fyri Atu
Høgnadóttir í málinum hjá
HB, og so var bert eitt mál
á muni.
Klaksvíkskvinnurnar
fingu nú av álvara blóð upp
á tonna, men tær vóru
skerdar, tá ið Malena Jos-
ephsen noyddist út við
skaða fýra minuttir eftir, at
hon hevði skotið sítt seinna