Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-07-06, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. juli 1999síða 19

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 125 - 6. JULI 1999 tíðindablaðið „fr 9 —————>——$%8—— — >> $%>$$$>. 2. 0 Á mál. Tó merktist missurin av lidskiparanum ikki so væl sum væntad, ti einans seks minuttir eftir, at hon var farin út, javnaði KÍ. Eitt horna úr vinstra borði kemur høgt og væl inn fyri, og tá ið verjan hjá HB ikki fær bóltin burtur, er Rannvá Andreasen avgjørd og skýtur bóltin í málið, og so stóð aftur á jøvnum. Henda stóða helt sær, tað sum eftir var av dystinum, men tá ið leikt var út yvir vanligu leiktíðina, var nær við, at KI fekk avgerandi málið. Klaksvíkskvinnur fáa horna í høgra borði, og tað verður sent heilt yvir til handaru stong, har ein leikari hjá KÍ stendur púra leys inni í mál- teiginum, men hon setti høvdid ov langt undir bóltin, so at hann fór eitt gott petti oman fyri málið Eyðver fekk avgerandi málið Javnleikur eftir vanligu leiktíðina, og tískil var neyðugt við umdysti, har leikt var tvær ferðir tíggju minuttir. Karmarnir til dyst- in vóru nú í topp. tí ein rúgva av áskoðarum vóru nú komnir, og hetta setti sín dám á dystin. Bert eitt mál kom í umdystinum, og tað fekk HB. Hetta málið kom í seinasta minuttinum av fyrra hálvleiki í umdyst- inum. Havnarliðið fekk eitt hornaspark nakað úti í vinstru síðu, einar tjúgu metrar frá baklinjuni hjá KÍ. Helga Ellingsgaard sendir bóltin inn í brotsteigin hjá KÍ, har liðskiparin hjá HB, Eyðvør úr Dímun, fær fatur á honum, og hon sendir hann í netið til 4-3, sum eisini gjørdist úrslitið av dystinum. Sostatt vann HB aftur í ár kvinnufinaluna, og steyp- ið kemur at standa enn eitt ár í felagshúsinum í Gunda- dali. At tað var HB, sum vann dystin, var ikki so 6- væntað, men tær fingu dygga mótstøðu, og tað var nær við, at Kl-kvinnurnar fóru norður við steypinum. It er at taka dagar ímillum, hvat liðið var betur, men tað tóktist, sum um HB hevði fleiri streingir at spæla HB steypavinnari 1999. Aftan frá vinstru: Malan Mohr, venjari, Fríða Hansen, Eyðfríð Krist- iansen, Teresa Johnsson, Maria Johnsson, Eyðvør Thomsen, Eydvør úr Dimun, Heidi Neshamar, Annika Godtfred og Jåkup Bogi Joensen, hjålparvenjari. Framman frá vinstru: Helga Ellingsgaard, Gunn Miiller, Vivian Thorleifsson, Ata Høgna- dóttir, Liljan av Fløtum Jespersen, Silja å Borg, Birna Thomassen og Frida Petersen. Mynd: Terji Nielsen Eftir dystin var stór gleði á HB-hópinum. Mynd: Terji Nielsen uppá. Hinvegin hevði KÍ so sanniliga = eisini sínar møguleikar, og vóru tær eitt sindur neyvari, so hevði úrslitið óivað verið eitt ann- að. Góð reklama fyri kvinnufótbóltin At finalan var góð reklama fyri kvinnufótbóltin, er eingin sum helst ivi um. Nógv ferð var á dystinum, og leikdygdin var eisini høg. Fleiri leikarar spældu framúr væl. Á vinnandi lið- num kunnu nevnast liðskip- arin Eyévør úr Dímun, sum var drúgv bæði í álopi og verju, Liljan av Fløtum Jespersen og Maria Johns- son vóru brandar í verjuni, eins og Silja á Borg, sum kanska var besti leikarin á vøllinum, hóast hon ikki var so sjónlig. Silja var álitið, sum ruddaði upp á mið- vøllinum, tå ið hinir mið- vallarnir vóru farnir fram í álop, og hon dekkaði eitt ótrúliga stórt gki við sínum stóra renniarbeiði. Hjá KI slepst ikki undan at nevna tvífalda málskjútt- an Malenu Josephsen, sum tíverri noyddist út við skaða. Malena visti, at hon hevur gott máltev, og tað var nær við, at hon fekk fleiri enn tað eina málið. Eisini sást, at tvíburða- systrarnar Ragna og Rannvá Andreasen hava ment seg nógv, síðani tær eru farnar til Danmarkar at spæla. Í verjuni hjá KI leikti veteranurin, Birgit Ryan, eisini ein góðan dyst. Ein ovurfegin venjari Eftir dystin hittu vit venjaran hjá HB, Maluna Mohr, og hon var ovurfegin. Malan segði seg vera sera fegna um sigurin, og hon helt gentur sínar hava spælt ein branddyst. Somuleiðis helt Malan, at tað var gleðiligt at síggja, hvussu nógv Kl hevur tikið seg fram í seinastuni. Tað er sjón fyri søgn, at tvíburða- systrarnar hava styrkt um liðið hjá KÍ, helt Malan, sum eisini segði seg fegnast um, at útvarpið hevði sagt frá seinna hálvleiki og um- dystinum í finaluni, ti hon helur, at kvinnufótbólturin fær alt ov lítlan fjølmidlunum. Sosialurin ans i ynskir HB- Birgit Ryan roynir at sleppa frå Teresu Johnsson. Mynd: Terji Nielsen kvinnunum hjartaliga til- lukku vid finalusigrinum. Eydvør Thomsen i nærdysti vid Ragnu Andreasen. Mynd: Terji Nielsen