mikudagur 7. juli 1999síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
internet: www.sosialurin.fo
Fótbóltur fyri
alt landið
Oddagrein
Sunnudagin fylgdu nógvir foroyingar
við steypafinalunum í fótbólti. Bæði
kvinnu- og mansfinalan var spæld í
dýrdarveðri í Gundadali, og undirhaldið
var ófort. | báðum forðum var tað
Havnin og Klaksvík sum dystaðust, og
teir báðir storstu býirnir í landinum
vunnu hver sín sigur.
Fótbóltur er ein týdningarmikil og stór
ítróttargrein her á landið, og eisini í
altjóða kappingunum klára vit at vera
við uttan at smæðast. Grundarlagið fyri
ollum framburði á altjóða leikpallinum
er ein góð og sterk heimlig kapping,
samstundis sum nakrir av okkara bestu
spælarum menna seg uttanlands.
| nógvum ítróttargreinum er ein ávís
miðsavnan farin fram, men hóast útlitini
fleiri ferðir hava verið dopur hjá fót-
bóltinum, er breiddin í foroyskum fót-
bólti storri enn nakrantíð. Allir partar
av landinum — uttan Vágoyggin í løtuni
— eru við í 1. deild, og nógv lið eru
sterk.
Klaksvíkingar hava ikki bestu umstoð-
urnar landafroðisliga, tá talan er um
fótbólt, tí nógvir av bestu spælarunum
savnast á meginøkinum, men klaks-
víkingar, sum vunnu steypafinaluna hjá
monnum, eru eitt gott domi um, at tað
ber til at verða við, hóast felagið liggur
í útjaðaranum. Klaksvíkingar líta á egn-
ar spælarar, sum stoðast væl í býnum,
og so styrkja teir seg við nøkrum ut-
lendingum.
| Suðuroy eru tvey felog við í 1. deild,
Sandoyggin er umboðað og líkt er til,
at næsta ár verður felag úr Vágoynni
við í bestu deildini. Hetta er ein breidd,
sum skapar grundarlag fyri sterkari,
breiðari og sunnari kapping. Júst tað,
sum vit hava brúk fyri, tá vit skulu royna
at betra um okkara úrslit í altjóða fót-
bólti.
Føroyskur fótbóltur fær nógva umrødu
her heima og í útlandinum, og tað fer
at halda fram so leingi framgongdin er
so stór, sum hon er í løtuni. Feløgini
eru sterk, landsliðið mennist i hvørjum,
og framburðurin skapar optimismu
nógva staðni. Og so kunnu vit oll fegn-
ast um, at alt landið spælir við.
Sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Múller Jonhard Hammer |
Dagbjørt S. Hansen |
Blaðstjóri: |
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
Blaðfólk: |
Áki Bertholdsen, |
Turið Kjølbro
Dagfinn Olsen |
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
ítróttarskrívari:
Emil L. Jacobsen
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Alvur Haraldsen
Sp/f Sosialurin
Bústaður:
Útgevari, uppseting og prent:
Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
| 110 Tórshavn |
| Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail:
post sosialurin.fo
Minningarorð um starvsfelagar okkara
Ditlev Dam og Lis Guttesen
Nú deyðsboðini so brádliga vóru
eftir okkara vini Ditlev Dam,
geva vit okkum á serstakan hátt
far um, hvønn tydning ein slíkur
persónur hevur havt fyri
kirkjuna. Og av tí at tað ikki er
long tíð fráliðin, síðan ein annar
persónur, nevniliga Lis Guttesen,
varð tikin burtur úr okkara sam-
anhangi í arbeiðinum í kirkjuni,
so koma hesi orðini eisini at
galda fyri hana
Eg vil fyri kirkjuráðið í Havnar
kirkju bera eina heilsan og tøkk
til hesar persónar, sum í orðsins
sanna týdningi hava verið
kapasitetir í kirkjuliga arbeið-
inum, bæði sum limir í kirkju-
ráðnum og Lis sum kirkjuverji og
Ditlev sum klokkari.
Tað fellur okkum tungt, at vit
við sorg mugu staðfesta, at hesi
bæði gløggu, fryntligu og ar-
beiðssomu menniskju ikki eru
ímillum okkum meira.
Fyri kirkjuna vóru hesi bæði,
Lis og Ditlev, sera týdningar-
miklir starvsfelagar. Lis við sín-
um listarligu eygum var mangan
lev vid sínum góðu hondum um-
vældi í allari stillheit, tá okkurt
var brotið ella farið av lagi, tað
veri seg hurðar ella brotnir rútar,
okkum nýttist ikki at heita á hann
um at umvæla, tí tá hann bar
eyga við nakað, sum tørvadi eina
hond, so gjørdi hann tað aftur av
sínum eintingum.
Vit í kirkjuráðnum minnast Lis
og Ditlev sum persónar, ið vildu
umstødurnar bæði innan- og
uttandura vóru tær bestu.
Tey bæði eiga sín lut í, at
umvælingararbeiði so sum
nýggja gøtan niðan til kirkjuna
eins og umvælingin hesi seinastu
árini av kirkjuni yvirhøvur vórðu
gjørd. Eisini eiga tey sín lut í, at
kirkjan fekk nýggja urgu,
hátalaraskipan og annað.
Tey hava tøkk uppiborna fyri
alt tað góða, tey løgdu eftir seg
innan kirkjugátt.
Vit eru mong, saman við
tykkum eftirsitandi, sum í dag
sakna tann stilla og seigliga
Ditlev í klokkarastarvinum. So
slerdi klokkan sítt síðsta slag,
eisini fyri honum.
Í samkenslu við tykkum, sum
eftir sita, takka vit Lis Guttesen
og Ditlev Dam fyri tíðina, sum
fór, og lýsa Harrans signing yvir
minni teirra.
Fyri kirkjuráðið við Havnar
Kirkju
Per Jacobsen,
góð í ráðum, tá stílast skuldi fyri
einumhvørjum serligum, og Dit-
Bogi danskur veteranmeistari
Júst afturkomin frá oyggja-
leikunum á Gotlandi, eydn-
aðist Boga Kristiansen ,i
dag at sigra á landsstevnuni
fyri veteranar, hjá Randers
Cykelklub.
koyrt varð á samlaðum
starti yvir ein 31,2 km lang-
an rundtein, sum varð
koyrdur fýra ferðir, ella íalt
124,8 km. Tá byrja varð.
vóru 66 súkklarar.
Aðrenn Bogi fór til Got-
lands, Hevdi hann gjørt av-
talu við klubfelaga sín Keld
Petersen um, at hjálpa
hesum til sigurs. Seinasta ár
hjálpti sami Keld Petersen
Boga at koma sum skjótast
upp í elitubólkin - bólk A,
og hetta eydnaðist Boga,
sum í dag sá møguleikan at
siga takk fyri hjálpina, við
at hjálp Keld til eitt danskt
meistaraheiti, sum Keld,
hóast eitt silvurmerki á ve-
teranverðinsmeistarakapp-
ingini fyri tveimum árum
síðan, enn ikki hevur
vunnið.
Leingi sá taktikkurin fyri
í dag út at skula eydnast.
Síðst í kappingini vóru bæði
Bogi og Keld við í fremstu
rød av súkklarum, eftir
nógv arbeiði - einamest frá
Boga, men tá Keld punk-
teraði, og harvið misti
møguleikan fyri at vinna,
hevði Bogi møguleikan at
súkkla sum hann helt verða
best.
Uml. 1000 metrar frå
målstrikuni, setti ein av
fremstu súkklarunum ferð
á, og eftir at hava umhugsað
seg, fór Bogi eftir honum.
Uml. 500 metrar frá mål-
strikuni kom Bogi fram til
hendan súkklaran, og setti
uppaftur meiri ferð á, so
hesin ikki megnaði at fylgja
við. Hóast hetta ikki var
væntað, kundi Bogi koyra
fyrstur um målstrikuna í
H30 bólkinum, sum er bólk-
ur fyri súkklarar í aldrinum
30 - 45 ár, við tíðini 3 tímar
og 7 minuttir, svarandi til
eina miðalferð uppá 40 km/
t.
Við hesum sigri fekk
Bogi víst, at tað ikki var or-
saka av vánaligari venjing,
at hann fekk heiðursmerki
á Gotlandi, men haraftur-
ímóti vísur tað seg, at stødi
á oyggjaleikunum er sera
høgt, og tað krevst, at alt
skal ganga uppí eina hægri
eind, um møguleiki skal
verða fyri heiðursmerkjum.
Urslitid fyri teir trígjjar
fyrstu gjørdist:
I: Bogi Kristiansen,
Gladsaxe.
2: Esben Frederiksen,
Kolding.
3: Filip Klein, Fløng
Hedehusene.
Bogi Kristiansen tók oll á
bóli í DM í súkkling fyri
veteranar
kirkjuráðsformaður
kirkju okkara tað besta, og tey
gingu við lív og sál uppí, at