mikudagur 7. juli 1999síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 126 - 7. JULI 1999
tíðindablaðið
3
Ynskir ein familja við tveimum bórnum at sita væl fyri til fótbóltsdyst á Tórs-
vølli, skal hon av við slakar 500 krónur. Børn skulu nevniliga gjalda fullan
prís, um tey skulu sita væl fyri saman við foreldrunum
JOHN JOHANNESSEN
Tað er dýrt at fara til
fótbóltsdyst á Torsvølli, um
tú eigur børn og vil sita væl
fyri. Kostnaðurin fyri ein
sess í ávíkavist stólabólk-
unum 3, 4, 5, 6, 16, 17, 18
og 19, ið liggja frá miðjuni
og út móti báðum sekstan
metra teigunum er 120
krónur, líkamikið um tú ert
3 ára gomul/gamal ella tú
ert í bestu manndómsárum.
Børn fáa bert avsláttur í
teimum st6larødunum, ið
liggja nærhendis málunum
báðum. Í hesum st6larødum
er kostnaðurin lægri, bæði
fyri børn og vaksin. Her
gjalda børnini nevniliga 40
krónur, meðan tey vaksnu
gjalda 100 krónur.
Vanligt aðrarstaðir
Poul Michelsen, formaður
í grunninum fyri Torsvøll,
sigur, at tað er heilt vanligt
aðrastaðni í heimi, at sess-
irnir verða deildir upp so-
leiðis, at nakrir eru dýrari
enn aðrir. Og um fólk
ynskja at sita á teimum dýr-
aru sessunum, mugu tey
gjalda fyri tað, heldur hann.
Poul Michelsen sigur, at
um børnini sleppa at sita á
teimum dýru sessunum fyri
hálvan prís, gevur hetta ikki
nóg mikið av inntøkum til
vøllin. Tískil er valt, at
bórnini eisini skulu gjalda
fullan prís fyri betru sess-
imar. Hetta var nevnidin í
grunninum samd um, tå
málið varð vidgjørt.
- Hóast alt eru møguleik-
arnir fyri at keypa atgongu-
merki til børn til Torsvøll
rættuliga góð. Til ber at
keypa barnaatgongumerki
til umleid 70 prosent av øll-
um sessunum kring Tórs-
vøll, og hetta er nógv, sigur
formaðurin í grunninum
fyri vøllin og leggur afturat,
at útsýnið yvir vøllin frá
teimum bíligaru sessunum
hóast alt er ógvuliga gott.
- Nú er hetta fyrstu ferð,
føroyingar nýta stólasessir
kring ein fótbóltsvoll. Vit
hava gjørt okkara besta til
at byta sessirnir upp, men
sjálvt mynstrið er tíkið
aðrastaðni frá, so hetta er
ikki nakað, vit sjålvi hava
uppfunnið. Men talan er um
eina roynd, og eg kann ikki
siga, um broytingar verða
gjørdar í framtíðini ella ikki.
Småbørnini eisini
noydd at gjalda
Børn, ið eru undir 7 ár,
noyðast eisini at gjalda fyri
at sleppa inn á Tørsvøll,
líkamikið um tey sita á bí-
ligaru ella dýraru sessunum.
Munurin er bert tann, at um
tey sita á dýraru sessunum,
mugu tey gjalda 120 krónur,
men sita tey á bíligaru sess-
unum, gjalda tey vanligan
barnapís, ið er 40 krónur.
Poul Michelsen ásannar,
at hann heldur hetta vera
óheppi. Men osøkin til hetta
eru krøvini frå UEFA um,
at skil skal haldast å, hvussu
nógvir áskoðarar eru kring
vøllin. Tískil eru allir sess-
irnir kringvøllin merktir, og
fyri at fáa ein av hesum
sessum, er neyðugt at keypa
sær atgongumerki. Men
Poul Michelsen heldur tó,
at prísurin kundi verið settur
niður til 20 krónur fyri at-
gongumerki til børn undir
7 ár. Tó verður hetta ikki
broytt til vígsludystin mill-
um føroyska landsliðið og
Aab fríggjakvoldið. Til tess
eru slett ikki stundir. Men
Poul Michelsen útilokar
ikki møguleikanum fyri, at
hetta verður gjørt til eina
aðru ferð.
- Á Svangaskarði hevur
tað ikki verið vanlig manna-
gond, at børn undir 7 år
skulu gjalda fyri at sleppa
til fótbóltsdyst. Hetta hevur
heldur ikki verið vanligt til
vanligar landskappingar-
dystir aðrastaðni í land-
inum. Men á Svangaskarði
er tað nú einaferð soleiðis,
at har er sæð burtur frá
reglunum, og so mikið av
fólki, sum fyrireikararnir
halda vera ráðiligt, eru
sloppin inn. Men á Tórs-
velli skulu allir sessirnir tal-
raðfestast, og tí mugu vit
selja atgongumerki til
hvgnn einstakan sess, fyri
at halda stýr á tí heila. Men
um eg skal siga sum er, so
haldi eg sjálvur, at tað er
óheppi, at småbørnini eisini
noyðast at gjalda.
Poul Michelsen sigur, at
tá tað varð avgjørt, at smá-
børnini skulu gjalda fyri at
sleppa inn á Tórsvell var
talan um ein fund, har lítil
tíð var til ovurs. Tískil varð
málið avgreitt í skuldi fyri
at koma víðari. Tí heldur
hann møguleika vera fyri,
at hetta seinni verður broytt.
Men hann minnir á, at tað
Tørsvøllur er ein kostnað-
armikil verkætlan, og ti må
inntøkugrundarlag = eisin
finnast fyri vøllinum.
- Samanumtikið er tað bi-
ligari hjå einari familju at
fara til landsdyst å Torsvølli
enn tað er á Svangaskarði.
Tí har er prísurin fyri vaksin
150 krónur, meðan prísurin
á teimum bíligaru sessunum
á Tørsvølli fyri vaksin er
100 krónur og 40 krónur
fyri børn.
Strævið arbeiði
Tá Sosialurin prátaði við
Poul Michelsen var hann
stæddur á Tørsvølli. Nógv
arbeiði er nevniliga erftir at
gera, áðrenn vøllurin er
klárur til dystin fríggja-
kvøldid. Væntandi verður
arbeitt út í eitt, heilt til dyst-
in. Poul Michelsen sigur, at
arbeiðið er ógvuliga stræv-
ið. Hann sigur sjálvur, at
hann ikki hevur sovið meira
enn tríggjar tímar tær sein-
astu næturnat, og væntar
hann heldur ikki at fáa nógv
meira svøvn áðrenn fríggja-
kvoldið. Hetta sama er gald-
andi fyri nógv av hinum. ið
hava hjálpt til við at gera
Tórsvoll lidnan, og tað sig-
st, at hjápararbeiði við Tórs-
vøll er ein góður klænki-
háttur. Poul Michelsen sigur
sjálvur, at hann er lætnaður
7 kilo, nú arbeitt hevur verið
av tí harðasta.
GAT CHO} |
31 65 15
Hon & Hann
Damu-buksur
Fyrr Nu
499- 199,-
HANN
Niels Finsensgøta 10
Opið:
má.-hó.: 10.00-18.00
frí.: 10.00-19.00
ley.: 10.00-14.00
GONGUGØTAN
31 65 15
Hon & Hann
Familjan vid svidu-
soð á Torsvølli
o
ger
U) mm
pøPpT Á DOM