Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-07-07, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. juli 1999síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

|: Er NR. 126 - 7. JULI 1999 tíðindablaðið SS) 9 Varðveita vit útjaðaran, verður føroyska samfelagið ríkari Spurningurin á fólkafundinum í Fugloy 17. juli er: kann politiska valdið skapa fortreytir fyri, at vinnumøguleikar skap- ast á útoyggj, ella er tað vilji politikaranna at gongdin heldur á, sum gingið hevur seinastu mongu árini, við teirri av- leiðing at tríggjar, fýra útoyggjar eru útdeyðar, t aid nøkur fá ár eru liðin av næstu óld? Fugloyggin, stívliga 11 km? til støddar, er eystasta oyggj i Før- oyum. A henni eru tvær bygdir, Kirkja og Hattarvík, sum eru sam- an í einari kommunu, Fugloyar kommunu. Sagnir siga oynna vera bygda longu í landnámstíðini. I Hunda- brævinum, sum man vera skrivað um 1350, verður nevnt, at bygd- irnar eru tvær, og í kendu søgnini um floksmenn, sum søgukøn hava tíðarfest til um 1400, eru báðar bygdirnar navnnevndar. Oyggin man fyri øldum síðan ikki hava staðið aftarlaga millum oyggjar í Føroyum, tí í 1628 verður bóndin Jógvan Jústinusson úr Hattarvík kosin løgmaður, og hann sat í hes- um starvi til 1654. Fólkatalið Fyrsta, vit vita nakað um fólka- talið í oynni, er í 1737. Tá verður sagt, at 19 familjur við 19 børnum búgva í Fugloy. hetta svarar til, at eini 70 fólk skuldu verið í oynni. Gondin viðvíkjandi mann- talinum kann lýsast soleiðis: Feskastu tølini, 19 fólk á Kirkju og 22 í Hattarvík, eru í veruleik- anum pappirstøl. Sannleikin er, at í hvørjari bygdini búgva um 8-10 fólk fast. Talva Í 1801 1845 1890 Kirkja 31. 36 98 Hattarvik 26 52 47 Samanlagt 57 88 145 Vinnuvegir Upprunavinnuvegurin hevur verið landbúnaður. Fugloyggin er til- samans 47 merkur, av teimum 26,5 merkur landsjørd. 16 merk- ur hoyra til Kirkju bygd, 27 til Hattarvík, og so er Skarðsvíkin 4 merkur. Har eiga hús úr báðum bygdum jørð. A Kirkju eru tvey festi, í Mittúni og Suðuri í Túni, í Hattarvík fimm, Utistova og Uppistova í býlinginum uppi í Húsi og Inni- stova, Uttarstova og Suðurstova í býlinginum niðri í Húsi. Til tær stívliga 20 merkurnar av ognar- jørd eru um 120 eigarar. Seyðaskipanin hevur frá gaml- ari tíð verið: lærarastarv er í oynni, posthus er á báðum plássum, eisini strand- 1925 1955 1970 1990 1998 148 135 54. 27 19 78. 67 44. 26 22 226 202. 98 53 ál ferdsluavgreidslå og tyrluav- greiðsla, og í aðrar bygdini fær ein maður inntøku av at passa motorin hjá ravmagnsfelagnum Gongdin í kommunuskattainn- tøkuni hevur seinastu árini verið: Í Hattarvík varð skúli bygdur í 1925. Tá ið skulabørnini vóru flest, lá talið um 30. Nú hevur skúlin staðið stongdur í nøkur ár. Oyggin sum ferðamál Fólk, sum vitja Fugloynna, finna ein fridarligan blett, sum víkur nógv frá strongd og ferðsluruðu leika, sum annars eru eitt eyðkenni fyri Føroyar. Náttúran er vøkur, og fuglalívið ríkt. Ur Hattarvík kunnu gangast tveir áhugaverdir túrar: Niðan á Eystfelli (450 m.) og inn í Skarðsvík. Hvor túrur tekur okkurt um 4 tímar báðar vegir. Vegur gongur millum bygd- irnar - um leið ein tími at ganga. Av Kirkju eru eisini tveir áhuga- Talva III 1988 1990 1992 ið 1994 1996 1998 349.545 698.449 616.474 959.704 758.306 955.553 Fíggjarætlanin fyri 1998 javnvigar við 789.000 kr. Skattaprosentið er 16 og barnafrádrátturin kr. 2.000,- Talva II Áseyð At skera | Hattarvíkar hagi 418 279 Skarðsvík 84 56 | Kirkju hagi 288 180 | Urðin Mikla 6 3 | Tilsamans 796 518 Ll Umframt seyðin, góvu útróður og fuglaveiða gott íkast til húsarhald- ið. Tá ið fiskivinnan tók seg upp eftir aldaskiftið, fóru nógvir fugl- oyingar til skips. Og tá ið veiði- mynstrið broyttist um 1960, tók fráflytingin dik á seg. I dag kunnu vit siga, at land- búnaðurin gevur eitt ískoyti til aðra vinnu: I hvørjari bygdini eru 2-3 mans, sum arbeiða lands- ella kommunustuðlað lønararbeidi við vegarbeiði og umvælingum. Eitt Kirkja og skúli Kirkja er í báðum bygdum. Upprunaliga var hon, sum staðarnavnið váttar, á Kirkju. Men í 1833 varð hon flutt yvir til Hattarvíkar, har nýggj kirkja varð bygd í 1899. Kirkja fekk aftur kirkju í 1933. Í henni er altartalva, ið Mikines hevur málað. Skúli varð bygdur á Kirkju í 1888. Tá ið mest var av skúlabórnum, vóru tey um 50 í tali. Skúlaárið 1998/99 eru tveir næmingar í skúlanum. SA verdir tårar at ganga: Nidan i Vatnsdal (0.u. ein timi bådar vegir) og suður i Skoragjógv (um hålvur timi bådir vegir). Ur bådum bygd- um ber væl til at ganga niðan á hægsta staðið á oynni, Klubban. 620 m 1 Evni at umrøda Nú skipað verður fyri følkafundi, verða sett upp nøkur umrøduevni, sum so ella so kunnu vera vid til at menna útjaðaran: 1. Dyrkingarmøguleikar, vakstr- arlikindi. Vistfrødiligt jarðarbrúk, epli, grønmeti, korn. 2. Fenadur, kjøtframleiØdsla. 3. Alt, ið oyggin ber: Fuglur og seyður. Framleiðsla klár at leggja í sølubudirnar. 4. Ferðavinnan. 5. Varðveita, byggja upp aftur tað, sum farið er. 6. Seta í stand sethús til menta- fólk/vísindafólk at búgva í í styttri ella longri tíðarskeið. 7. Bjóða seg fram sum roynd- arkommunu. 8. Ødrvisi undirvisingartilbod Utoyggjasktili 9. Fjarundirvising. 10. Teldutøknid letur upp fyri møgulerkanum at vera knýttur at arbeiðsplássi inni á búgva á útoyggj Fleiri munnu vera, sum halda, landi og at at førovska samfelagið mentanar liga verður ríkari. varðveita vit út- jaðaran. ístaðin fyri sum nú at flyta aftan á kapitalinum og miðsavna alt í fáum stórplássum Spurningurin á fólkafundinum í Fugloy 17. juli er tiskil: Kann politiska valdid skapa fortreytir fyri, at vinnumøguleikar skapast á útoyggj. ella er tað vilji politik- aranna at gongdin heldur á, sum gingið hevur seinastu mongu ári- ni, við teirri avleiðing at tríggjar, fýra utoyggjar eru útdeyðar, tá ið nøkur fá ár eru liðin av næstu eld?