mikudagur 7. juli 1999síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
8
Treytað av nóg góðari undirtøku verð-
ur skipað fyri ferð til Noregs í summar
fyrst og fremst ætlað eldri fólki
TURIÐ KJØLBRO
Ofta verður havt á munni,
at ov lítið verður fyriskipað
fyri eldri fólk og at tey hava
ov fá tilboð. Altjóða eldra
árið er ein liður í at bóta um
hetta. og síðani eldraárið í
Fo varð sett fyrr í vár,
y vir spurningar við-
K 1d eim eldru og
somlu verið umrøddir úti
did og í fjølmiðlun-
Nú fáa eldri teroyimgar
) t sleppa til Nor
k saåampD
3 ð ferðini
yting frá gerandisdeg
r h ða t Y
ar tey kunnu vera
um nakað, og eydn-
tiltakið væl, er hugsandi,
at fleiri líknandi ferðir verða
fyriskipaðar um árið, sigur
Bartal Kass, formaður í
nevndini, sum hevur fyrr-
reikað almenna eldraárið í
Føroyum
Umfatandi skrå
Ferðin verður - treytað av
nóg góðari undirtøku - frå
9. til 18. august. Farið verð-
ur av Havnini við Norrønu,
og øll, sum melda seg til,
hittast umborð, har heilsað
verður uppá hvønn annan.
Komin til Bergen, verður
farið við bussi til Halhjelm
og haðani siglt til Sandvik-
våg. Síðani verður koyrt til
Skjersholmane og víðari við
ferju til Valevåg og síðani
beinleiðis til Haugesund
Har verður skipað fyri lítlari
útferð til Haraldshaugen,
har Harald Hárfagri sam
bært søgn varð jarðaður. Á
grøvini stendur ein 17 metra
langur obiliskur úr granit
umgyrdur av 29 minni
steinum, sum mynda ein
stein fyri hvort fylki, ið Har-
aldur savnaði til eitt ríki
I Haugesund verður gist
á hotelli á tvikømrum.
Skrá er løgd fyri allar
dagarmar, og hon er rætti-
liga fjølbroytt. Umframt
skrånna verdur skipad fyri
øðrum, ið ikki er lyst enn.
Til dømis verður farið til
oljuhøvudsstadin í Noregi,
Stavanger, har ferðalagið
gistir. Á leiðini verður
steðgað við Ulstein klostur,
tíðindablaðið
Um í minsta lagi 20 fólk tekna seg til Noregsferðina verður ferðin veruleiki
ið er eitt av best varðveittu
kleystrum í Noregi frá mið-
øldini.
Vitjað verður eisini í
Kristiansand, har gist verð-
ur í tríggjar nætur. Býurin
er kendur fyri at hava ser-
liga nógv áhugavert sum
hevur við sjógvin at gera.
Eftir Kristiansand gongur
leiðin til vakra Setesdalin.
Onnur áhugaverd ferðamál
eru á skránni á góða viku
longu ferðini til Noregs.
Prísur fyri hvønn ferðandi
er 5.695 krónur. Iroknað er
ferðin við Norrønu aftur og
fram í fýra koyggjukamari
við wc, baði, gisting á ho-
tellum í tvíkamari við morg-
unmati og døgverda og
Kvoldseta
í Hósví
EA
Í sambandi við altjóða eldraárið verður
skipað fyri kvøldsetu í Hósvík i kvøld
Turi KJØLBRO
Négvar kvøldsetur hava
verið í sambandi vid al-
tjóða eldraárið, sum er í
ár. Í kveld fáa hósvíkingar
og fólk har um leiðir høv-
ið at koma saman. Kvøld-
setan verður í bygdarhús-
inum í Hósvík kl. 19.00.
Jaspur Larsen frá Sunda
Pensjónistafelag býður
SL Bo BR.
vælkomin. Umboð fyri
Eiðis, Hvalvíkar, Hósvík-
ar, Haldarsvíkar og Sunda
kommunu hugleiða um
eldrapolitikk, og umboð
fyri fyrireikingarneynd-
ina fyri føroyska eldraárið
sigur frá. Ragnar Jacobs- |
en syngur og Sunda Pen- |
sjónistafelag býður kaffi, |
te og køkur. Øll eru væl- |
komin. |
NR. 126 - 7. JULI 1999
Noregsferð fyri eldri fólk
buffet, bussur og føroyskur
ferdaleidari.
Fólk kunnu tekna seg hjá
Bussferðum við Hilduri J.
Joensen å tld. 313161 ella á
284650.
Villini sågdjor í Norð-
urlandahúsinum
Tær 200 upprunamyndirnar í stórfingna bókarverkinum Villini súgdjór í Ut-
norðri, sum Edward Fuglø hevur teknað, verða nú fluttar úr býráðsalinum í
Klaksvík í Norðurlandahúsið
TUR:Ð KJØLBRO
Síðani bókarverkið Villini
súgdjór í Utnorðri eftir tey
trý, Dorete Bloch, Edward
Fuglø og Jenny Lydersen,
kom ut i vår, hava tær um-
leid 200 upprunamyndirnar
í bókini verið at sæd i
Klaksvík. Hesar eru nú
fluttar í Norðurlandahúsið,
har høvi verður at síggja tær
frá í morgin av.
Fyri nókrum árum síðani
heitti Føroya Skúlabóka-
grunnur á Dorete Bloch at
skriva eina bók, ið lýsti tey
ymisku djorasløgini i Ut-
norðri og tók við ta nýggj-
astu vitanina um djórini.
Skúlabókagrunnurin heitti
eisini á Edward Fuglø at
tekna myndir til bókina og
á Jenny Lydersen at skriva
myndatekst.
Føroya Skúlabókagrunn-
ur hevur eisini gjørt tríggjar
nýggjar plakatir við mynd-
um úr bókini, eina við hval-
um, eina við kópum og eina
við landsúgdjórum.
Framsýningin við upp-
runamyndunum í bókini
Villini súgdjór í Utnorðri
letur upp í Norðurlandahús-
Edward Fuglø, Dorete Bloch og Jenny Lydersen ið øll trý eiga sín leiklut í bókini
inum hósdagin 8. juli kl. 17.
Tá verður eisini høvi at fáa
Dorete Bloch, Edward
Fuglø og Jenny Lydersen at
skriva í bókina.
Í sambandi við, at Unes-
co, ið er ein stovnur undir
ST, gjørdi av, at 1998 skuldi
vera Ar Havsins, gav Post-
verk Føroya í fjør út fýra
frímerki, ið avmynda tann-
hvalir. Myndir úr bókini
vórðu nýttar til hesi frí-
merkir. Eisini vórðu fýra
postkort givin út.
3
KR