Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-07-07, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. juli 1999síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 126 - 7. JULI 1999 tíðindablaðið 5052 177 Signar á Brúnni um stríðið um Kirkjubóarmúrin: Knúturin loystur í næstum Stendur tað til Signar á Brúnni, landsstýrismann í mentamálum, sleppur Føroya Fornminnissavn í holt við umvælingararbeiðið í Kirkjubgarmúrinum í summar TURIÐ KJØLBRO Enn eru allar súður ikki syftar í málinum um fram- tíðina hjá Kirkjubøarmåirin, men landsstýrismaðurin í mentamálum, Signar á Brúnni, arbeiðir av gllum alvi við at loysa málið so- leiðis, at Føroya Forn- minnissavn sum ætlað sleppur í gongd við tiltøkini, ið skulu gerast í Múrinum, í summar hóast væl er út- liðið. - Vit hava arbeitt rættiliga dúgliga við málinum, síðani tað kom í landsstýrið síðsta summar. Málið hjá mær er at finna ein arbeiðshátt, sum allir partar taka undir við, soleiðis, at vit kunnu lyfta í felag og kunna fara undir arbeiðið. Slíkt tekur langa tíð, tí eg leggi ótrúliga stór- an dent á at loysa málið í sátt og semju. - Eg havi tosað við serkøn fólk á gkinum uttan fyri Føroyar fyri sjálvur at fáa eina fatan av, hvussu hesi meta verndarspurningin viðvíkjandi Múrinum. Eingin kann seta fingurin á sjálva verkætlanina, sum er ætlanin at gera í Kirkjubøar- múrinum, og tí er verk- ætlanin hjá Søren Abraham- sen framvegis galdandi. Kanska eru møguleikar í verkætlanini, sum gera, at allir partar finna saman, sig- ur Signar á Brúnni, ið ikki vil gera neyvari viðmerk- ingar til, hvat hugsað verður um her. - Hvat síðani skal gerast, tá ið sjálvur varðveitingar- spurningurin er avgreiddur, taka vit stóðu til tá. Hóast Signar á Brúnni í fjør bar upp á mål, at hann fór at skera igjøgnum i málinum, um glið ikki kom á, vil hann sera treyðugt taka hetta stigið. - Eg leggi stóran dent á, at Kirkjubøar sóknar kommuna á ein ella annan hátt er við í tí, ið fer fram. Orð ímóti orði Tað var í fjør vár, at Føroya Forminnissavn skuldi i holt við verndartiltøkini, ið skulu gerast í Kirkjubøar- múrinum. Talan er um fyrsta varðveitingarstigið, ið fevnir um tryggingar- og konserveringstiltøk, har ein bráðfeingis verja verður sett yvir múrkrúnuna við tí endamáli at forða regni og vindi, og harvið fremja neyðuga spakuliga turking av múrverkinum. Kirkjubøar sóknar kommuna steðgaði ætlan- ini, tí bygdaráðið metti seg vera sett til viks, men ikki minst tí, at tað setir stór spurnartekin við verkætlan- ina. Málið endaði á borð- inum hjá landsstýrismann- „Hatta er sum við Múrinum í Kirkjubó“, sigur gamalt orðatak, og sipar sum vera man til eitthvørt, sum ongantíð verður liðugt. Men landsstýrismaðurin í mentamálum leggur eina við, at vit fara ikki inn í eina nýggja old og nýtt áratúsund uttan at málið viðvíkjandi Kirkjubóarmúrinum er loyst. inum í mentamálum, sum síðani hevur arbeitt við málinum. Í hesum tíðarbili hava verkfrødingar og ser- fróðingar verið inni í máli- num og kannað ætlanina. Nidurstødan hjá verkfrød- inginum hjå Kirkjubøar sóknar kommunu er, at kon- struksjónin, sum ætlanin er at seta upp á múrkrúnuna, fer ikki at halda í ódnar- veðri, meðan í hinum borð- inum verður sagt, at kon- struksjónin verður gjørd á tann hátt, at hon tolir ta vindmegi, ið ein kann hugsa sær verður í Kirkjubø, tá ið hart leikar á. Kirkjubøar sóknar kommuna skal geva loyvi til tað, sum skal fara fram viðvíkjandi Múrinum, og sóknir tvíheldur um, at bráðfeingisverjan er eitt byggimál. Hesum hevur Føroya Fornminnissavn roynt at grundgivið ímóti. Formaðurin í Kirkjubøar sókn hevur áður víst aftur, at togtuganin, ið kom í í fjør vár, er ein roynd hjá teimum at spenna bein fyri ætlanini. Játtanin bíðar Hverja avgerð Signar á Brúnni fer at taka í máli- num, soleiðis at glið kemur á og knúturin verður loyst- ur, vil hann sum nevnt ikki siga nakað itøkiligt um enn. Men vit vita, at hann i prin- sippinum tekur undir vid teirri avgerð, ið varð tikin í april í fjør av undanfarna landsstýrismanni í menta- málum. Og hon sigur, at Múrurin er eitt fornminni og ikki ein brúkslutur, og í øØr- um lagi, at bráðfeingis verndartiltøk og verja skulu gerast. Síðani skal ein hug- skotskapping skrivast út, sum finnur fram til eina endaliga loysn. I fjør var 1 mill. krónur sett av á fíggjarlógini til um- vælingararbeiðið, og 1 mill. krónur er somuleiðis sett av í år til Kirkjubøarmirin. Tað er byggifelagið Guttesen & Staksberg, sum i fjør fekk uppgåvuna at innloka Múrin. Talan er um at gera eitt timburskelett við plátum, ið verður sett oman á múrkrúnuna og kemur niður til miðskeiðis á vind- eyguni. Tískil verður Múr- urin partvís innilokaður komandi árini, um farið verður undir ætlanina. Virðilig holi til Kirkjubøarstolarnar - Eg kundi hugsað mær, at eini virðilig hóli, ið hóska inni í umhvórvið í Kirkjubø, vórðu bygd til Kirkjubøar- stólarnir og aðrir forngripir haðani, sigur Signar á Brúnni TURIÐ KJØLBRO Tá ið Kirkjubøarst6larnir koma heim aftur til Føroya eftir drúgva útlegd á hvítu- sunnu komandi ár, tá ið Før- oyar halda 1000 ára hald fyri kristnanini av Fóroyum, fara teir í fyrsta umfari í varðveitslu á Føroya Forn- minnissavni í Hoyvík. Tá ið Signar á Brúnni, lands- stýrismaður í mentamálum, og Elisabeth Gerner Niel- sen, danskur mentamálaráð- harri, skrivaðu undir sam- starvsavtalu um heimkom- una hjá stólunum, bar lands- stýrismaðurin samstundis upp á mál, at Kirkjubøar- stólarnir eiga at koma aftur á staðið, haðani teir vórðu tiknir og fluttir. Hann nevndi, at Kirkjubøarst6lar- nir og aðrir fornlutir, ið koma úr Kirkjubø, eiga at verða varðveiddir i virði- ligum hólum á staðnum. - Eg meini av hjarta, at lutirnir eiga at koma aftur á staðið, higani teir hava sín uppruna. Sjálvur kundi eg hugsað mær, at eini virðilig hóli, ið hóska inni í um- hvørvid, vórðu bygd til endamålid i Kirkjubø, har Kirkjubøarst6larnir og aðrir forngripir fáa innivist. Nógvir útlendingar vitja í Kirkjubø, og tí er tað eisini hóskandi, at hesir lutirnir eru savnaðir á hesum staði, sigur Signar á Brúnni. Enn er landsstýrismaður- in í mentamálum ikki farin undir itøkiligar fyrireiking- ar til, at ein slikur bygning- urin verdur bygdur, men hann hevur nevnt ætlanina ymsa staðni. - Nær hølini verða veru- leiki, tori eg ikki at siga. Tað veldst um, hverjar íløgur vit fara undir, og hvussu hetta stigið verður stuðlað og fíggjað. Spurningurin er, um tað ber til at útvega ætlanini fígging á aðrar mátar enn bert av fíggj- arlógini. Eg kundi hugsað mær at reist alt málið við- víkjandi Kirkjubøarmiri- num og Kirkjubgarstól- unum sum eina landsak, ið alt Føroya fólk savnast um, studla og stimbra, sigur Signar á Brúnni. Samstarvsavtalan, sum varð undirskrivað í Tinga- Hósdagin 10. juni undirskrivaðu Signar á Brúnni, landsstýrismaður í mentamålum, og Elisabeth Gerner Nielsen, danskur mentamálaráðharri, undir samstarvsavtalu. ið hevur til endamáls at lata føroyingum fornlutir aftur, teirra millum Kirkjubóarstólarnar. Mynd: Jens Kr. Vang nesi tíðliga í juni millum føroysku og donsku menta- málaráðharrarnar, fatar eis- ini um aðrar lutir enn Kirkjubgarstólarnar. Talan verður um fornlutir, sum eru varðveiddir á donskum søvnum, tí umstødur hava ikki áður verið i Føroyum. Møguliga verður eisini talan um at fáa gomul skjøl aftur í varðveitslu.