Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-07-07, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. juli 1999síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið NR. 126 - 7. JULI 1999 Ferdamøguleikarnir hja rørslutarnadum lýsast Ferðaráðið og MBF hava gjórt av, at nú verður farið und- ir at gera ein faldara, ið stutt lýsir, hvar møguleiki er hjá einum ferðandi í koyristóli, at vitja, búgva og luttaka. All- ar ferðavinnufyritókur fáa tilboð um at skráseta seg í fald- aran. MBF ger góðkenningarnar DAGFINN OLSEN Øll gistingarhús og aðrar ferdavinnufyritøkur, hava fingið eitt skriv, har Ferða- ráð Føroya og MBF bjóða fyritøkunum at verða nevndar í einum faldara, ið lýsir tey stød, har ein rørslu- tarnaður kann ferðast í Før- oyum. Faldarin verður ein- faldur og nevnir bert stød Ferðaráðið og MBF gera nú faldara ið nevnir tey gistingarhús, ið eru til reiðar at taka ímóti rørsl- utarnaðum (vidgjørd mynd: Álvur Haraldsen) og umstødur og virksemi, har ein ferðandi í koyristóli kann vitja, við einum hjálp- ara. Sagt verður í skrivinum, at hetta verður gjørt, tí einki tilfar er í løtuni um hetta. Greitt verður frá, hverjar treytir skulu lúkast og hvussu mett verður um. Í næstum kemur umboð fyri MBF út at meta um, og síð- ani ger MBF góðkenningar út frá minstamarks krøvum, nytslukrøvum. Freistin i dag Freistin at boda frå hjå teim- um gistingarhúsum og fyri- tókum, ið halda seg hava nakað at bjóða rørslutarn- aðum, og sum vilja verða nevnd í faldaranum, er í dag. Sagt verður í skrivinum, at um onkur ivast í, hví tey hava fingið skriv, og tey ikki halda seg hava nakað at bjóða, so kann skrivið eisini lesast sum kunning um tiltakið. Orsøkin til, at gjørt verður á júst henda hátt er, at hetta lættir um arbeiðið, tí ilt er at velja út. Til dómis kann eitt gist- ingarhús hava eina egnaða matstovu, hóast møguleikar ikki eru at hýsa rørslutarn- aðum. Ein stórur trupulleiki er eisini, at so fá WC eru, ið rørslutarnad fáa nýtt. Í næstum fer MBF at meta um og vitja tey, ið vísa tiltakinum áhuga. Faldarin verður væntandi liðugur í september. Rógva og sigla kring Suðuroynna: Grindabátarnir aftur í vási I vikuskiftinum skipar Grindabátafelagið í Vági fyri serstakari útferð. Ætlanin er, at manningar á stóru grindabátunum í Vági og á øðrum stórum árabátum savnast á Garðabrúnni í Vági friggjakvøldid 9. juli klokkan 18 og síðani verður lagt á fjórðin DAGFINN OLSEN Nú er nakað síðani, at vág- bingar tóku stig til at fáa gomlu grindabátarnar aftur á sjógv, og síðani tá hevur Grindabátafelagið ikki ligið á løtu síðuni. Aftur í ár hava teir okkurt á skránni og í vikuskiftinum verður siglt kring Suðuroynna. Ikki bert grindabåtarnir verða við, men eisini Greip- ur, Nadoddur og Dvørga- moy og møguliga eisini sluppin Johanna Garðabrú Fyri På våg- bingar gomlu og søguligu Garðabrúnna og um viku- skiftið kemur hon til sin rætt. Manningarnar savnast á Garðabrúnni klokkan 18.00 friggjakvøldid og so verður lagt á fjørdin Fyrst norður til Sandvíkar og hesin teinur er umleið 15 fjórðingar og tekur einar 4 tímar í góðum líkindum. Leygarmorgunin verður farið norður um Nýpubakk- an og vesturum. Lagt verður inn á Fámjin um middags- leitið. Teinurin er um 12 fjórðingar. Eftir stuttan stødg heldur flotin avstað suður við vestursíðuni á oynni og farið verður tætt fram við fuglabjørgum og stakkum. Kanska verður lagt inn á Vágseiði eisini. Ur Famjin og i Pollin í Sumba eru um 10 fjórðingar og væntandi er flotin frammi um nón. Síðani verður hildið eystur um Akrabergstangan. = Síðsti teimurin til Vágs er um 10 fjórðingar. Flotin við stóru árabát- unum verður væntandi aftur í Vági umleið klokkan 18 .00 leygarkvøldid. Har verður borðhald og Friggjakvøldid koma Garðabrúgvin og Grinda- bátarnir í Vági aftur til sín rætt tí klokkan 18.00 leggja grindabátarnir á fjórðin á veg runt Suður- oynna kanska verður ein valsur og onkur vísan tikin aftaná. Veðrið Hetta er ætlanin, men í Før- oyum hevur veðrið altíð stóran leiklut. Um ikki viðr- ar, so verður ikki farið runt um oynna, men Grindabáta- felagið skipar fyri aðrari og ødrvisi sigling. Maskinbátar og deksbátar fylgja við allan túrin og møguliga eisini sluppin Jo- hanna, eins og øll neyðug trygdartiltøk eru sett í verk, upplýsir Grindabátafelagið. Hevur onkur hug at Tá flotin kemur aftur av ferðini runt oynna verður borðhald og kanska verður onkur valsur ella vísa á skránni aftaná sleppa við einum av bát- unum, so ber til at ringja til Bunyan Midjord, tlf. 373631 ella Petur Dahl Nol- søe, tlf. 373289. Boðast skal frå i seinasta lagi 8. juli.