Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-07-07, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. juli 1999síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 126 - 7. JULI 1999 tíðindablaðið 5 Sol og summar á Gøtusandi Fríggjadagin 25. juni skipaði Gótu Menningarfelag fyri árliga summartiltakinum á sandinum í Sydrugøtu. Í ár bar tiltakið undirheitið hugnaløta fyri stór og smá. Fríggjadagin 25. var árliga summartiltakið hjá Gøtu Menningarfelag við undir- heitinum - huganløta fyri stór og smá - á sandinum í Syðruggtu. Hóast ongin sól var, men einstakir ælingar, so var lýveður og tí høvdu eini 4-5 hundrað fólk leitað sær oman á sandin at fylgja við og taka lut í tí, sum var á skránni. Byrjað varð kl. 17 við barnaríðing, kondibingo 0.Ø. Tað næsta, ið var á skránni, var Fjallarenning, har kappast varð um, hvor, ið skjótastur var at renna/ ganga av Gøtueidi og nidan å tad 516 m høga Stødlafjall og oman aftur å sandin i Sydrugøtu, har máið var. Hetta er ikki roynt áður, so gitt varð dúgliga, hvussu langa tíð tað tók. Spenning- urin var tí stórur, tá fyrsti luttakarin dagaði undan > z pp Triggir fegnir fjallarennarar vid skreytblødum og steyp- hesum góðu tíðum. Ogn- arsteyp vóru latin til nr. 1, 2 og 3, og eisini fekk vinnarin eitt stórt og vakurt ferða- steyp. Við hålvgum 8 tíðina var togtogan millum Syðruggtu og Norðraggtu á skránni, býtt upp í tríggjar bólkar - ung, konur og menn. Tey ungu úr Norðraggtu vunnu, men bæði syðrugótukonur og -menn vunnu sína kapp- ing. Eisini her vóru ferða- steyp handað til vinnararn- ar. Nú var køkuuppbodssøla og annað skemt á skránni. Síðani sang Felagskórið Gøta/Leirvik, ið júst er farið til Íslands á konsertferð, nakrar vakrar summarsang- ir, og komu tey sera væl frá hesum. Ein ógloymandi løta. Vakurt og hugnaligt var at líða á henda frálíka kórsangin, við skvatlinum frá smáaldunum, tá tær um. Frá vinstru: Marius Jacobsen (nr. 2), Olaf Olsen (vinnari) og Arni Petersen ( nr. 3) Maðurin aftanfyri er Mannbjórn í Grund, sum hevði eftirlit við luttakarunum uppi á Stóðlafjalli uppi á Garðastovu. Urslitid av Fjallarenning- ini gjørdist: nr. 1: Olaf Olsen, Rituvik, 39 min. 24.46 sek. nr. 2: Marius Jacobsen, Leirvik, 40 min. 24.02 sek. nr. 3: Arni Petersen, Syðr- ugøtu, 51 min. 30.24 sek. Øll vóru púra ovfarin av løgdust inn å sandin, i bak- grundini. Nú helt Jógvan Greger- sen, bygdaráðsformaður í Gøtu, rødu. Sidani kom so tann spennandi løtan, tå kynt varð í tað stóra bálið á sand- inum, og meðan bálið brendi, stóðu fólk rundan keypa tær eitt dýrt atgong- um og sungu á sandinum kendar sangir úr grónusang- bók. Ein ógloymandi, og sera hugnalig løta, sum tú bert upplivir hana eitt gott føroyskt summarkvøld. So var hetta frålika aftur- vendandi summartiltakid - fyri står og små - å Gøtu- sandi komið á enda. A Sól og Summar-tiltaki- num á Gøtusandi helt Jógvan Gregersen, bygd- aráðsformaður, hesa rødu: S6l og Summar å Gøtusandi Aftur i år hevur Gøtu Menn- ingarfelag tikið stig til hetta mentunarliga tiltak. Hetta hevur verið eitt aft- urvendandi tiltak, og er hetta sera gott fyri okkara bygdarsamfelag. At eg nevni hetta sum eitt mentunarligt tiltak, kemst av, at orðið >mentan< verð- ur í dagligari talu brúkt um tiltók sum eitt nú eru í Norð- urlandahúsinum ella gðrum sokallaðum mentunarhá- borgum. Definitiónin upp á orðið »mentan« er ikki, at tú mást TEE Davis Dalbø tykist hugsa, um hann eigur at verða í hinum partinum .... umerki fyri síðan at seta teg inn í t.d. eitt sjónleikarhús sum passivur áskoðari. Nei! Tað, sum vit uppliva beint n ú, er eisini mentan. Hetta tiltakið hjá Gøtu Menning- arfelag er eitt mentunartil- tak, so tað forslær. Hetta er mentanin hjá okkum, sum búgva í hesum bygdarsam- felagnum. Fólk renn aum kapp niðan á Stødlafjall og omanaftur. Sangkórið Gøta/ Leirvík syngur her á sandi- num o.s.fr. Alt hetta er við til at skapa mentanina her á staðnum. Ofta verður sagt um onn- ur félkasløg, at teirra ment- an er lægri enn tann, vit hava í Vesturevropu. Hetta er ikki bein orðing, tí tað ein meinar við er, hvussu langt útviklingurin er kom- in, samanborið við tann vestanfyri. Hvat er tað so, sum er so gott í hesum lítla landi, sum eitur Føroyar, og í hesi lítlu bygdini, sum eitur Gøta. Tað eru nevniliga løtur sum henda, har vit steðga á, leggja tað dagligu tímatalv- una burtur, og gera nakað annað enn tað, vit eru von við. Her á sandinum metir 50 er kynt í bálið á sandin- um Í SYðruggtu … tú fólki, sum tú ikki hevur tosað við í longri tíð - tú fært eitt prát um leyst og fæst - tú lurtar eftir sangi og fylgir við í kappingunum - jú, tað er ein sannur hugni yvir hesi løtuni. Ein maður segði einaferð við meg: Veitst tú, hvor munur er ímillum ein dana, sum býr í einari íbúð í Keypmannahavn og ein gøtumann? Eg kveitti eina løtu uppá hann, og segði so Nei, hvussu meinar tú? Tá segði hann nakað, sum eg ikki heyði hugsað um áður. Hann segði: Danin kennir kanska 10-20 fólk, meðan gøtumadurin kennir kanska fleiri túsund fólk. Danin kennir nóg illa grannan, meðan gøtumadurin kennir øll í Gøtu, nógv fólk úr grannabygdunum o.s.fr. Hetta, at kenna nógv fólk, ger so eisini, at tú tosar við fleiri fólk, tú hoyrir fleiri meiningar, og tað er so aftur við til at gera teg meira vís- an. Eitt annað, sum eisini er sera áhugavert og upp- byggjandi við at búgv aí einum lítlum samfelag, er, at tú mást vísa ábyrgd og kenna ábyrgd av tínum gerðum. Tað er nevniliga ikki so lætt at skúgva seg undan ábyrgdini her, tí oll Vita, at tað er tær, ábyrgdin hvílir á Eitt annað, ið eg við hett høvi, kundi hugsað mær á nomið eitt sindur við, er okkara umhvørvi. Nú er tað vorðið vanligt, at ein bygd verður vald Best røkta bygd í Føroyum«. Hetta er eitt frålikt tiltak, og hendan dagin Eiði bygd varð kosin best røkta, hevði onkur hug at prika meg eitt sindur sum bygdarráðsformann við at spyrja, hví kommunan gjørdi so lítið við hendan spurning o.s.fr. Einasta svar, eg kundi geva viðkomandi, var, at bygdin er so væl røkt, sum borgararnir røkja hana. So vilja vit eiga best røktu bygd í ár 2000 og frameftir, má hver einstakur borgari í kommununi vísa ábyrgd, hvat óruddi viðvíkur. Hetta hevur okkara vakra náttúna eisini uppiborið. Til síðst vil eg ynskja øll- um eitt framhaldandi gott kvold, og Gøtu Menningar- felag blíðan byr framyvir. Takk fyri. … men letur verða og setur fótur í spenni saman við hinum nordagøtumonnunum!