mikudagur 7. juli 1999síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
12
tíðindablaðið =
NR. 126 - 7. JULI 1999
Viðmerking
Viðmerking til John
Tú sigur, at tit eru fleiri, ið
halda sum tú, men hví er
tað bara tú, sum skrivar? Eg
skilji heldur ikki, hví tú
endiliga vilt skriva í blød-
unum. Er endamálið at oll
skulu siga: John hevur rætt,
Gud er farin skeivur! Og so
alment lýsa tað á forsíðun-
um. Ella leitar tú eftir nøkr-
um. Um tað týður nóg mik-
ið fyri teg, so hevði tú vilja
funnið fram til svarið óan-
sæð á hvønn hátt, og ikki
bara alment
Eg ivist í, um tað yvir-
hevur er rætt út frá Bíbliuni
at svara tær, tí so leingi vit
svara, skrivar tú bara meira
dárskap í blødini. Tað er
ikki míni orð, men Bíblian
sigur tað. Tú kanst elva til,
at menniskir fara fortapt
Tað hevði verið betri, um
tú bað fólk skriva til tín, so
kundi tú sjálvur gjørt av, um
tú tímdi at svara ella ikki.
Tað kundi verið somu fólk,
sum annars skriva í blødini,
so tað kundi gjørt tað sama
Í 2. Tim. 2, 16-18 ávarar
Paulus Timoteus, og bidur
halda seg burtur frå
anheiløgum tómum tosi!
T tey fara altid longur i
gudloysi, og orð teirra koma
at eta um seg sum kreft…
og bróta niður trúnna hjá
summum. Hetta er álvar-
samt. So um tey trúgvandi
gevast at skriva, so er tað
millum annað tí. Hetta er
ikki besti háttur at boða
evangeliið. Men hinvegin,
tað kundi verið, at tú komst
at kenna Jesus, og eftir øll-
um at dóma, hevdi tú verið
ein góður Kristi stríðsmað-
ur. Vit eru mong, sum
høvdu verið glad um tað.
The Blame game
Men hóast alt, so skal eg
skriva nakrar viðmerkingar
her, og eg kann tað sama
eisini spyrja teg ymiskt, tí
tú ferð ótvað at svara mær
aftur. Hinir, sum hava skriv-
að, hava sagt so nógv gott,
men tú missir >pointið<
hvorja ferð. Guds kærleika.
Tú spælir eitt vælkent
spæl, sum m.a. Charles
Stanley kallar >The blame
game<. Tú gevur Gudi
skyldina fyri at menniskjan
fall, og at tú, um tú ikki
tekur ímóti frelsu Hansara,
fert fortaptur. Tú sigur, at
Gud skuldi ikki havt latið
Føroyakvøld
i Sjon
nleikar-
hu
Tyskvøldini 13. og 20.
juli verdur hildid fram vid
Før-oyakvøldunum i
Sjónleik-arhúsinum. Hesi
kvøldini eru tað William
Heinsen, Rói R. Paturson,
Jóanes Nielsen, Ebba
Hentze og Gunnar Hoy-
dal id eiga verkini, fram-
førd verða. Eisini verður
eitt lítið dansispæl á palli.
Tónleikin eiga Oddur
Jacobsen, Ólavur Jacob-
sen og Flóvin E. Viderø.
Ólavur og Flóvin E. hava
undirspælið til leikmynd-
ina.
Leikarar á palli 7. og
13. verða: Jytte Joensen,
Rúni Gaardlykke, Hjørd-
is Trénd, Anna Egholm,
Sverri Egholm, Fía Norð-
berg, Eyrith Leyni,
Jóanna Djurhuus og
Hanna Jacobsen. Niels
Nielsen og Kjartan Han-
sen taka sær av ljósi og
ljóði. Frágreiðing verður
á enskum og donskum/
skandinaviskum. Tann
20. verður onkur leikari
fyri ein annan, men
verkini framførd verða, at
kalla tey somu.
Í august mánaða verður
aftur eitt sindur ødrvisi
skrá skipað, 'eikarar frá
fyrstu = framførslunum
aftur at síggja og aðrir
leikarar aftrat teimum.
Arbeitt verður nú við hesi
skrá og so sleppur
Føroyakvøldsmanningin
at hvíla seg, og ólavsóku-
kabarettin tekur yvir.
Tann 6. og 13. juli
skipar Dansifelagid í
Havn fyri Føroyska
dansinum dansispólum
og 20. juli verður
Dansifelag Kaggans aftur
at hoyra og síggja.
Ingigerd á Treðni
greiðir frá dansi,
dansisiði og føroysku
klæðunum.
Á Hotel Føroyum, Ho-
tel Hafnia og Rio Bravo
borðreiða tey vid fiska-
buffet og gðrum góðum
føroyskum mati.
AN ongumerk; fåast f
Kunningarstovuni.
Til syningarnar, sum
eru kl. 20.30 fåast at-
gongumerki eisini f håsi-
num ein tíma undan sýn-
ing.
Øll kvøldini, frá kl.
19.30 hevur Føroya
Heimavirkisfelag sølu-
framsyning f Forhøllini.
træið vid »kunnskapi um
gott og ilt« staðið í Edens
hava. Hevdi Gud ikki rætt
til at krevja lýdni. Tú sigur,
at Hann leyg fyri teimum,
men hvat fær teg at halda,
at Hann ikki segði teimum,
hvat tað var fyri træ. Træið
kallaðist: Træið til kunn-
skap um gott og ilt. Hevdi
Hann ikki rætt til at verja
menniskjuni ímóti ti ónda,
og siga at tey máttu ikki eta
av tí? Men tey gjørdu ímóti
Hansara boðum, sum tó alt-
íð eru til okkara besta.
Hvussu skjótt høvdu vit ikki
oyðilagt Himmalin á sama
hátt, sum vit hava oyðilagt
jørðina. Um træið ikki stóð
har, so høvdu tey órvað ver-
ið ólýðin í onkrum øðrum.
Eg skilji ikki, hví tú ikki
skilir hetta. Tað stendur eis-
ini í Kor. 10,13 at Gud skal
ikki lata okkum verða freist-
að (av Satan), um um tað
vit eru ment. Hann skal gera
útgongdina úr freistingini,
og vit finna hana, um vit
vilja halda okkum til Hann.
Krossurin
Tað er eisini eitt annað, eg
sakni í tínum skrivum, og
tað er Jesus. Hvat hevur
Hann at týða fyri menniskj-
uni? Hvat heldur tú, tað
kostaði Honum, at blíva
menniskja og vera undir
somu náttúrulógum sum vit
Og til endan verða vrakaður
av ollum og píndur og drip-
in. Nøkur vers um Jesus:
Ja, hugsið um Hann, sum
tolin hevur borið, at synd-
arar hava sagt Honum so
nógv ímóti - so tit verða ikki
troytt og mótleys í sálum
tykkara'« (Hebr. 12,3).
»Hann hevur å døgum hold
Sins vid hørdum rópi og tår-
um borið fram bønir og
neyðarróp til Hansara...<
(Hebr. 5,7). ...>við tað at
Hann sjálvur hevur liðið,
kann Hann - sum tann, ið
sjálvur er freistaður - koma
teimum til hjálpar, sum
freistað verða<. (Hebr.
2,18). Eg vóni at øll, sum
lesa hetta kunnu síggja hvat
hesi vers siga. Grunda á tey.
Í 3. Mós 25 stendur, atum
onkur skal loysast, skal
næsti skyldmaður hansara
loysa hann, ella tað hann
hevur selt/mist. Jesus mátti
á sama hátt blíva menniskja
fyri at kunna loysa okkum,
og tað gjørdi Hann so. Hann
mátti gjalda prísin við blóði
Sínum. Tað er okkara
størsta prógv um Guds kær-
leika. Tað er eisini ti, at vit,
sum skriva til tín, altíð
koma við hesum. Hetta er
lykilin. Hetta er grundarlag-
ið. (1. Kor. 3,11) Og tá vit
ikki taka ímóti hesum. Hetta
er lykilin. Hetta er grundar-
lagið. (1 Kor. 3,11). Og tá
vit ikki taka ímóti hesum,
heldur Gud at tað er rættvíst
at vit fortapast, tí Hann kann
ikki hava slík í Sínum ríki.
Hebr. 2,3: „Hvussu skulu
vit tá sleppa undan, um vit
skoyta ikki um so stóra
frelsu«. Behr 10,29:
>Hvussu mangan verri revs-
ing halda tit tå ikki, tann
skal roknast verður, sum
traðkar Son Guds undir fót-
um, vanvirðir blóð sáttmál-
ans... Her síggja vit,
hvussu álvarsamt tað er, at
vanvirða tað Jesus gjørdi.
Tað er revsingarvert. Tú
heldur, at einki er so galið
at nakað menniskja hevur
uppiborið at fara í eldsjógv-
in. Men ta er tí, at tú sært
ikki tað álvarsama í at synda
(uppreistur ímóti Gud). Vit
hava revsireglar i Føroyum.
Hvussu hørd straffin er,
veldst um hvussu ålvarsamt
lógarbrotið er. So straffin
avspeglar lógarbrotið.
»Gud visir kærleika Sin
til okkum vid, at Kristus
doyði fyri okkum, meðan
vit enn vóru syndarar<
(Róm 5,8), »Lønin, ið synd-
in gevur er deyði, men náði-
gáva Guds er ævigt lív í
Kristi Jesusi, Harra okkara<
(Róm. 6,23). >Hann, sum
spardi ikki Sín egna Son,
men gav Hann fyri okkum
oll, hvussu skal Hann kunna
annað enn geva okkum alt
við Honum< (Róm. 8,32
Er Hann ikki góður! Tey,
sum fáa frelsuna, eru oll,
sum vilja. Paulus sigur:
»Hvør tann, ið kallar á navn
Harrans, skal verða frelst-
ur< (Róm. 10,13) Og víðari
stendur at fyri at kunna
kalla, mugu tey fyrst trúgva,
at Hann er, og fyri at kunna
trúgva at Hann er, má onkur
siga teimum tað. v.17: So
kemur tá trúgvin av tí, sum
prædikað verður... orði
Kristusar.
Alt, sum tú vilt hava svar
uppá, finnur tú í Bíbliuni.
Og tað er bara ein, sum
kann opna eyguni, so vit
skilja tað, vit lesa, tað er
Heilagi Andin. Hann tekur
bústað í teimum, ið trúgva,
og knýtir tey øll saman í eitt
likam, Kristi likam. Tað er
Andin, ið ger likamið liv-
andi.
Tú spyrt eisini, hví oll
ikki fáa eina opinbering. Tú
kanst biðja Gud geva tær
eina, men tú kanst ikki
freista hann.
Nær kemur Jesus?
Tú sigur eisini, at Jesus
segði ósatt, tá hann segði,
at Hann kom skjótt aftur. 2
Pæt. 3,3, sigur: >...á síðstu
døgum skulu koma spott-
arar...siga: Hvat verður av
lyftinum um komu Hans-
ara!< Vit vita, at tað, sum
stendur í m.a. Opinbering-
ini, Dánjal, Ezekiel og
Zakarias illa kundi verið
gingið út fyri 100 árum síð-
ani. Enn minni fyri 1000
árum síðani, men hvat forð-
ar fyri, at alt gongur út nú!
Jesus kann rykkja Síri burt-
ur, nær tað skal vera og
aftaná trongdartíðina kemur
Hann so og stovnar Sítt
1000 ára ríki.
„Eitt er merkisvert. Frá
Adam til Jesus var uml.
4.000 ár. Frá Jesus til nú
2.000 ár = 6.000 ár tilsam-
ans. Friðarríkið hjá Messias
1.000 ár = 7.000 ár tilsam-
ans (ein vika). 2. Pæt. 3,8
sigur: »at ein dagur er Harr-
anum sum túsund ár, og tús-
und ár sum ein dagur<. Gud
skapti heimin í seks dagar,
og sjeynda dagin hvíldi
Hann. er 1.000 ára ríkið
møguliga líkt hvilidegnum?
Arbeidsmenninir i
vingardinum
Viðvíkjandi ti, sum tú sigur,
um at Gud er óndur, tí Hann
letur børnini, ið doyggja,
kom atil Sín, ímeðan vit,
sum blíva vaksin, fáa høvi
at venda okkum ímóti Hon-
um: Eingin nýtist at venda
sær ímóti Gudi sum vaksin,
og eingin noyðist at fara
fortaptur. Tað er bara at taka
ímóti frelsu. Er tað stolt-
leiki, sum ger at tú ikki vilt
viðganga, at tú hevur brúk
fyri, at Gud frelsir teg. Ják.
4,6: >Gud stendur hinum
stoltu ímóti, men gevur hin-
um eyðmjúku + nådi«.
Hvorki tú ella nakað annað
menniskja, kann nakrantíð
gera nakað sjálvi, fyri at
koma til eina æviga gleði,
frið, kærleika og fullkomil-
igt nøgdsemi. Men hinvegin
- ynskir tú at koma har, sum
Gud er? Um tú ikki vilt tað,
so er bara eitt annað stað,
og tað er eldsjógvurin.
Einki menniskja doyr, og er
so ikki til meir. Oll koma at
verða í allar ævir, men
spurningurin er hvar!
Hví ert tú óður inn á Gud,
fyri tað at Hann er góður
ímóti børnunum og gevur
teimum atgongd til Sín? Eg
kann taka eitt dómi úr
Matteus 20, ið lýsir hetta:
Ein maður heyði ein vin-
garð. Hann fór út tíðliga um
morgunin og fekk sær nakr-
ar arbeiðsmenn, og teir av-
talaðu, hvat fyri løn teir
skuldu fáa. Seini fór hann
aftur út, og sá menn standa
fyri einki. Hann bað teir
koma og arbeiða í víngarði
hansara. Tríggjar ferðir aft-
urat fór hann út og gjørdi
tað sama. Seinastu ferð, bert
ein tíma fyri dagslok. Tá
dagurin var liðugur, og teir
skuldu fáa sina løn, fingu
fyrst teir, ið høvdu arbeitt
stytst. Teir fingu somu løn,
sum hann hevði avtalað
tíðliga um morgunin við teir
fyrstu. Eisini teir næstu,
triðju og fjórðu fingu tað
sama. Tá hann eitt allan
dagin, vóru teir rættiliga
6nøgdir við at fáa tað sama
sum hinir, háost teirra løn
var avtalað frammanundan.
Tá segði víngarðsmaðurin:
Er eyga títt ilt, fyri tað at eg
eri góður?
Vit hava ikki rætt at vera
óð, tá Gud er góður ímóti
gðrum. (Men til tað kann eg
nevna, at tey, ið doyggja
sum fostur ella børn, fingu
ikki sama møguleika sum
vit at æra og liva fyri Gud
her á jørdini og av tí fáa løn.
Í Jóh. 12,26 stendur: »Um
nakar tænir Mær - hann skal
Faðirin æra<) Eingin av
okkum hevur uppiborið tað,
sum Gud gevur okkum, tí
sigur m.a. Róm. 9,16: >So
stendur tað ikki til tann, ið
vil, ei heldur til tann, ið
rennur, men til Gud, sum
miskunnar<. Gud er tí ikki
órættvísur, tá Hann er mis-
kunnsamur. Róm. 9,20:
»Hvør ert tú menniskja, ið
svarar Gudi aftur! Skal tað,
sum gjørt er, siga við Hann,
ið gjørdi tað: Hví g gjørdu Tú
meg so?<
Hvat er tað tú vilt, hvat
er títt endamál John? Ert tú
farin í bardaga við Gud!
Minst til at Hann er:
HARRI (Jahve): Absolute
in faithfulness
Gud (Elohim): Able, infini-
te in power
Harri (Adonai): Ruler over
all.
Hann er fullkomin í trúfesti,
almáttúgur og góður, men
eisini oyðandi eldur. Tú
vinnur ikki ein bardaga við
Hann. Einaferð kemur tú
óansæð at síggja hvør Hann
rættiliga er, og boyggja teg
fyri Honum. Paulus sigur í
Fil. 2,10 nakað soleiðis: Í
navni Jesusar skal hvort
knæ boyggja seg... og hvor
tunga skal játta, at Jesus
Kristus er Harri, Gudi Faðir
til dýrd.
Hann er tann fullkomni
Harrin. Veitst tú hvussu
góður Hann er við teg? Um
tú vart einasta menniskja, ið
Hann kundi frelsa við at
doyggja á krossinum, so
heyði Hann gjørt tað. Og tað
stendur eisini í Bíbliuni, at
allur Himmalin = hevði
gleðst, um tú vendi tær til
Jesus. Hann sigur: Tá tú
kemur til Mín, skal eg als
ikki koyra teg burtur. Tann,
ið leitar eftir Mær, skal
finna meg. Tá tit rópa til
Mín, skal eg svara. Hóast
vit menniskir ikki til fulnar
megna at lýsa Hann, sum
Hann rættiliga er, so er
Hann ikki minni fullkomin
fyri tað.
P. S. Til tey, sum halda,
at Bíblian ikki er fullkomna
orð Guds: Tað eru fundnar
nógvar kodir bæði í tí heb-
raisku og grisku Bíbliuni,
sum ikki finnast í nakrari
aðrari bók í heiminum,
heldur ikki religiøsum bók-
um. Søgugranskarar, vis-
indamenn, matematikarir
og professarir siga, at tað
kann ikki vera komið av til-
vild. Sannlíkindi fyri tí er
astronom. Kodirnar bæði
staðfesta Jesus sum Messi-
as, siga frá hendingum, sum
koma fyri nú á døgum og
vísa kompleks matematisk
mynstur.
M. a. Grant R. Jeffrey
hevur granska hetta í nøkur
ár og hevur skrivað fleiri
bókur um Bíbliukoduna á
enskum. Ein er týdd til
norskt, sum eitur: Guds
signatur. Ein annar, sum eis-
ini hevur funnið fleiri kodir
(m.a. Yeshua - kodirnar) og
skrivað bøkur er Yacov
Rambsel. Hesir eru báðir
trúgvandi menn.
So til tey, sum ikki áður
hava tikið Bíbliuna í álvara:
Ger teg til reiðar at meta
Gudi tínum (Amos 4,12).
Tí: Skrivtin vikast ikki (Jóh.
10,35).
Anja Hansen