Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-07-07, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. juli 1999síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 126 - 7. JULI 1999 Kappróður: RSF og stevnu- fyrireikarar eiga stóran heiður fyri, at kapping- arnar verða so lagaliga avgreiddar Tveir tridingar av stutta róðrarárinum eru farnir afturum. Og síggja vit róðrarárið higartil út frá sjónarmiðnum hjá teimum, sum leggja nógva orku og brúka nógva tíð til at fyri- reika kappingarnar og ein- stóku róðrarnar, so kunnu vit ikki siga annað, enn at tað hevur gingið væl, og at talan hevur verið um stød- uga framgongd, og tað skulu teir í Róðrarsamband- inum og teir, sum fyrireika róðrarnar á ymsu stevnu- num hava rós fyri. Tað er ikki neyðugt at fara so ógvuliga nógv ár aftur í tíðina fyri at finna fram til kappingar og róðrar, har umstødurnar ikki altíð vóru so hepnar, og tey, sum eru tilkomin minnast m. a. tá tað onkuntíð kom soleiðis fyri, at onkur bátur glapp burturímillum í kappingini, og tað so at siga bar ikki til at fáa hann innímillum aft- ur, tí avgerðirnar hvíldu bara á tí, sum nakrir per- sónar høvdu sæð á måli- num, eingin upptøka var av róðrinum, og tá ivamål véru, so var tad kanska tann, ið var raskastur at bera sína áskoðan fram, sum fekk sína plasering igjøg- num. Alt hetta er søga fyri fleiri árum síðani. I Róðrarsam- bandinum verður eitt vel- dugt arbeiði gjørt fyri at fáa ítróttarliga og praktisku partarnar í róðrunum at vera so góðar, sum tað á nakran hátt ber til. Onkuntíð kiksar tað, sum vit t. d. sóu tað á norðoyastevnu í ár, men so skulu stevnufyrireikararnar tíðindablaðið e-mail: emilasosialurin.fo Sosialurin - Box 76 - 110 Torshavn - Tlf. 31 18 20 - Fax 31 47 20 og teir í RSF eiga tað til rós, at teir taka trupulleikarnar upp beinanvegin fyri at syrgja fyri, at trupulleikarnir verða beindir av vegnum, áðrenn tað verður kappast næstu ferð. Tíðin og róðurin Eftir norðoyastevnuróðurin varð gjrt burturúr, at róðr- artíðin var alt ov long. Ta ferðina vóru meiri enn fýra tímar frá tí, at fyrsta start- skotið skuldi latast av, og til tiggjumannaførini komu á mál. Í Fuglafirði tók tað tveir tímar at avgreiða allar róðr- arnar. Tað skal takast við, at eingir innleiðandi róðrar vóru í Fuglafirði, og at tað bara í einum føri var neyð- ugt at leggja bátarnar tvær ferðir. Tað var í kappingini millum 8-mannafør, tá allir bátarnir uttan ein so at siga lupu avstað, tá startdómarin hevði rópt klárir og áðrenn skotið brast. Medvitið um hvussu nógv tað hevur at siga at fáa fyrstu bátarnar avstað á klokkuslagnum, sum er ásett at kappróðurin skal byrja, er nógv økt, og tað er neyvan nakað at ivast í, at tað, sum hevur við fyrireik- ingarnar at gera, og sum mannahond hevur ávirkan á, fer at verða býtt um stútt og stødugt. Veðrið og umsteðurnar Onkuntíð hevur róðrar- karmurin verið ov vánaligur orsaka av umstødum, sum fyrireikararnir ikki hava nakað sum helst við at gera. Men í ár hevur veðrið verið í parti við stevnufyrireik- arum og kappróðrinum. Prikkurin yvir inum í so máta varð settur í Fugla- firði, har tað var blikalogn og ein fragd at vera til kapp- róður bæði hjá fyrireikar- unum, teimum, sum kapp- aðust og ikki minst hjá áskoðarunum. Á 6lavsøku er kappróð- urin fyri tað mesta á deyða- vatni, og so er spurningurin, hvussu umstødurnar fara at roynast í Sandavági kom- andi leygardag. Higartil hevur kappróðurin í Sanda- vági verið frá Presttanga og inn á Sandavág, men hetta hava hvorki stevnufyrireik- Lesið eisini ítróttin á internetinum www.sosialurin.fo Tað gongur alla tíðina rætta vegin vid kappróðrinum Myndir av Varmakeldu: Jens Kr. ararnir ella róðrarfólkið ver- ið serliga væl nøgd við. Vágahavið er ikki altíð so fridarligt, og tað hevur verið ivast í umstødunum. Nu hava teir har vesturi gjørt nakad vid hetta. Av- gerð er tikin um, at halda seg til eitt túsund metra tein- in, og málið er frá Giljanesi og inn á Sandavág. Hetta verður mett at vera so nógv meiri lagaligt fyri áskoðar- arnar, enn gamli teinurin var, og tað verður eisini mett, at hetta fer at vera betri fyri kappróðrarnar. Vestanstevna er fjórða hvort ár í Sandavági, og leygardagin verður nýggja málið roynt fyri fyrstu ferð í FM kappróðri. Í fjør høvdu teir ein royndarróður á nýggja málinum, og tað er Kongsvinger vil av við Julian Johnsson ang og Terji Nielsen Tað er støðug framgongd í fyriskipanini av kappróðrinum m.a. út frá tí kappingini, at teir hava gjørt av at brúka hetta málið leygardagin. Og so fáa vit at síggja, hvussu tað fer at roynast. Onkur hevur borið upp á mål, at tað hevði verið so upplagt, at kappróðurin var í Miðvági, tá vestanstevnan er í Sandavági, men tað hava stevnufyrireikararnir ikki hildið, og út frå sjón- armiðnum hjá teimum, sum leggja nógva orku í at fyri- reika stevnuna í Sandavági, er hetta væl skiljandi. jh