Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-07-07, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. juli 1999síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

14 tíðindablaðið | ie u- ORNE Nýggi vestmannabáturin, Havfrugvin, hevur vunnið allar kappingarnar hjá dreingjum, og í Fuglafirði vann hann so sannførandi, sum hann ikki hevur gjørt áður stevnunum Ongantíð áður hevur spenn- ingurin um sigrarnar verið so lítil í øllum kappingu- num, sum hann hevur verið higartil í ár. Teir seks vinn- ararnir á norðoyastevnu vunnu aftur í Hósvík, á jonasøku svipsaði tað hjá gentunum umborð á Hav- frúnni og teimum umborð á 8-mannafarinum Ørvi, men í Fuglafirði varð alt sett uppá pláss aftur. 5-mannafør dreingir Hetta er tann kappingin, sum ofta hevur víst seg at vera kappast. Bátarnir plaga at koma bóltandi á mál í einum stórum trunka, men soleiðis er ikki í ár. Nýggi vestmannabáturin hevur vunnið allar kappingarnar, og í Fuglafirði vann hann so sannførandi, sum hann ikki hevur gjørt áður. Havfrúgvin var fremst allan vegin, og tíðarmun- urin boðar frá, at tað var leyst og gott og væl tað aftur til vágsdreingir, sum rættu- liga tykjast vera komnir fyri seg, og aftur vunnið í ein- astu kappingini, sum var, nevniliga um næstfremsta plássið. 6-mannafør kvinnur Her var lítil kapping. Jarn- bardur skræddi seg framum beinanvegin, og so vóru tað tær, ið stýrdu kappingini. Stríðið um nsætfremsta plássið var væl stórri, og tað vunnu tær umborð á argja- bátinum Lómi. Tað var kort- ini ikki leyst aftur til grann- arnar í Havnar Róðrarfelag umborð á Gongurólvi. Frá Gongurólvi og aftur til Snopprikkin var leyst, meðan tað var lítil munur aftur til Riddaran. Í hesari kappingini gekk ikki so væl hjá Sølmundi, sum var væl aftast. 5-mannafør gentur Setningurin hjá vágagent- um umborð á Ørnini var, at tær skulu endurtaka sigurin frá jóansgkuni og harvið sjálvar avgera, um tær skuldu endurvinna FM heit- ið, ið tær hava átt tey bæði undanfarnu árini. Vágagenturnar hildu seg á joansøku hava bast trupul- leikanum, sum tær søgdu seg hava havt í undanfarnu kappingunum, og ta einu løtuna tóktist tað, sum um tær aftur skuldu vinna. Hav- frúgvin var væl við beinan- vegin, meðan tær umborð á Ørnini vóru eitt sindur tøv- andi, men tá hálvt málið var rógvið, tóku tær umborð á Ørnini seg saman og fóru framum. So togaðust bátar- nir um fyrsta plássið í eina góða løtu, men á málinum vóru vestmannagentur drúgvari. Tað var ikki leyst INNAIÐ NR. 126 - 7. JULI 1999 Tað var lítil kapping hjá kvinnum. Jarnbardur skræddi seg framum beinanvegin, og so vóru tað tær, ið stýrdu kappingina Alt kom aftur í rættlag Kappróður: Havfrúgvin við gentum og Ørvur fótaðu sær aftur, og so vunnu allir teir somu bátarnir, ið vóru sigursharrar á tveimum teimum fyrstu millum bátarnar, men Hav- frúgvin fekk sjey stig, og nú skal vilja illa til, um tær ikki fara at vinna FM. Vert er at leggja til merkis, at gentukappróður- in hevur tað gott í Vágum. Súlan úr Sørvågi heyði und- an leygardegnum ikki gjørt nakrar serligar skreytir, men hesa ferð endaðu tær á triðja plássinum. Klaksvíksgentur umborð á Fípuni Føgru vóru aftur væl við í kapp- ingini. Eina løtu vóru tær næstfremstar, tær endaðu á fjórða plássinum, og tað tykjast vera knotir í teimum. 6-mannafør menn Sølmundur hevdi ein góðan start, og eftir fyrsta spruttið var hann ein lítlan skut frammanfyri hinar bátarnar. Men so fór myndin at líkjast sær sjálvari. Hvessingur blandaði sg uppí, og tá bátarnir komu á eitt túsund metra málið, var vinnara- báturin komin upp á síðuna av fjarbúgvunum, og so gekk, sum tað altíð var væntandi. Strálumenninir vístu enn eina ferð, at teir eru væl fyri. Tá bátarnir komu á mál var munurin fram til Hvessing- in ikki meiri enn ein hálv bátslongd, og tað var stutt aftur til Sølmund og Koll- firðing. Hetta kundi boða frá, at tað verður spenningur í, tá tað verður róð á eitt túsund metrum, men nú fáa vit at síggja, hvat teir í Hval- vík Streymesi ætla í Sanda- vági og á ólavsgku. 8-mannaførini Spenningurin var stórur, og tað sást aftur í, at bátarnir tóku á, tá starfdómarin hevði rópt klárir. Allir uttan Fríggjarin fingu gula kortið. Í kappingini sprakk Sjó- riddarin avstað, og tað gekk ein løta, áðrenn teir báðir bátarnir, sum tað varð rokn- að við skuldu kappast um fremsta plássið, komu upp í kappingina. Men so settu teir á Ørvi ferð á, og teir drógu frá bæði Miðvingi og Argjabåtinum, sum høvdu stóra kapping um næst- fremsta plássið. A síðstu metrunum royndu teir umborð á Mið- vingi at eta seg inn á Ørvin, men tað eydnaðist ikki. Ørvur var meiri enn eina hálva bátslongd fremstur á mál í mest spennandi róðr- inum, og argjamenn og miðvingar vóru mest sum javnir, men argjamenn vóru A síðstu metrunum royndu teir umborð á Miðvingi at eta seg inn á Ørvin, men tað eydnaðist ikki. Ørvur var meiri enn eina hálva bátslongd fremstur á mál í mest spennandi róðr- inum drúgvari. Víkarbáturin hevur verið stúttur aftanfyri teir fremstu higartil í ár, og aftur hesa ferð varð staðfest, at teir eru væl við, og so er spurning- urin, hvussu teir fara at roynast á eitt túsund met- rum. Vit hava frætt, at teir longu eru farnir til Havnar at venja á eitt túsund metra málinum. 10-mannaførini Eysturoyingar eru bestir, vestmenningar eru næst- bestir, og nú hava nólsoy- ingar sent havnarmenn afturum seg í kappingini um triðja plássið. Nýggi Suður- oyingurin var aftur aftast hesa ferð (Kjølur var ikki við), men síðsti teinurin boðaði frá, at tað skal ikki so nógv afturat til, áðrenn suðuroyingarnir fara at taka Havnarbátin. Teir í Havnar Róðrarfelag høvdu vónað og eisini roknað eitt sindur við, at tað í ár fór at eydnast hjá teim- um at geva Eysutroyingi- num kapping, men tað hev- ur ikki eydnast, og nú tykist sum um teir við drekastevn- inum mest sum hava givið skarvin yvir. Vit hava nevnt, at tað iva- leyst verður met, um Eyst- uroyingur fer at vinna allar róðrarnar í tvey ár upp í slag, og eftir sum vit hava hoyrt, so er talan um met, síðani skipanin við at geva stig kom í gildi í 1973. Men nú er tað okkum kunnugt, at tað áður er komið fyri, at ein bátur hevur vunnið fleiri ár á rað, og skulu teir um- borð á Eysturoyingi gera nakað við ta metið, so skulu teir halda fram nakað aftur- at. Attamannafarið Mið- vingur vann seinnapartin í fimti árunum allar róðrarnar á øllum stevnunum trý ár upp í slag, men so skal leggjast afturat, at stevn- urnar vóru ikki so nógvar tá, sum tær hava verið tey nógvu seinnu árini. jh kr i