Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-07-07, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. juli 1999síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 126 - 7. JULI 1999 tíðindablaðið 15 Fyra hava tryggjað sær FM Kappróður: Einasta fyritreytin, sum á komandi stevnum kann vera við til at fáa spenning í kappingarnar, er, at allir bátarnir skulu rógva eitt túsund metrar 1999 eru funnir. Kvinnurnar umborð á Jarnbardi, dreing- irnir umborð á Havfrúnni, menninir umborð á Hvess- ingi og teir umborð á Eyst- uroyingi hava vunnið allar kappingarnar, bátarnir hava fult stigatal, og tað ber næst- an ikki til, at tað hjá nakrari av nevndu manningunum skal vilja so illa til, at tær ikki vinna FM heitið. Málið Í teimum báðu kappingu- num, sum enn eru á skránni, verður róðrarteinurin í Øll- um kappingunum eitt tús- und metrar, og um vit skulu leita eftir onkrum, sum kanska kann bera spenning í sær, so er tað, at teinurin verður styttri hjá onkurm bátum, enn hann higartil í ár hevur verið. Genturnar, kvinnurnar og dreingirnir kappast altíð á eitt túsund metrum, og tað vil siga, at fyritreytirnar hjá Havfrúnni, Jarnbardi og teimum, sum royna at kapp- ast við hesar vinnararnar verða einki ødrvisi í Sanda- vági og á Glavsøku, enn tær hava verið í undanfarnu kappingum. Menninir í 6-mannafør- unum og 8-mannaførunum hava higartil kappast á fimtan hundrað metrum, og spurningurin er, um tað verður nakað sum helst ødr- vísi hjá monnunum umborð á Hvessingi, at steinurin verður styttri. Sólmundur var so pretin, at hann bjóð- aði av í Fuglafirði, hann helt oddastøduna eina løtu, men spurningurin er, um Hvess- ingur kundi havt tikid hann, áðrenn hann gjørdi tað. Um fjarbúgvarnir fara at roynast UA9NILOUNISKR BOSNILOBALSKR stinnir á eitt túsund metra málinum leygardagin í Sandavági, kunnu vit við einum góðum vilja siga er tað eitt sindur av spenningi um. Eysturoyingur hevur verið fremstur so at síga alla tíðina í øllum róðrunum higartil, og tað skal meiri enn eitt gott hugflog til at ímynda sær, at nakar skal gera nakað við bátin og manningina, sum enn ikki hava roynt kensluna av ikki at vera fremstir á mál. Utvarpssteypið Upp undir ólavsgku plagar at verða tosað um, hverjar manningar hava best møgu- leika at fá útvarpssteypið, sum verður latið tí bátinum, ið hevur staðið seg best í øllum róðrarárinum. Tey seiastu árini hava tveir bátar vunnið allar róðr- arnar, og so hevur lutur ver- ið kastaður. Um tað á teim- um báðu stevnunum, sum eru eftir í 1999, fer at ganga, sum tað hevur gingið, so fer tað heilt óvanliga at koma fyri, at nøvnini á fýra mann- ingum fara at vera í hatt- inum, tá tað skal gerast av, hvør skal hava útvarps- steypið fyri 1999. jh Eysturoyingur hevur verið fremstur so at siga alla tíðina í ollum róðrunum higartil, og tað skal meiri enn eitt gott hugflog til at ímynda sær, at nakar skal gera nakað við bátin og manningina, sum enn ikki hava roynt kensluna av ikki at vera fremstir á mál