hósdagur 8. juli 1999síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Yngd nr. 26
8. juli 1999
f dag:
Kræsnari
flogukeyparar
Fyri kortum
kom suður-
oyarbólkurin
Wild Child á
marknaðin við
nyggjari EP,
sum teir nevna
Progress.
Í spenningi
hevur verið
bíðað eftir
hesi flogu, og
úrslitið er bara
heilt gott, hóast
góðskan á log-
unum er eitt
sindur ójovn
Terji Nielsen
Nú summarið er í hæddini, og
tær mongu stevnurnar eru á
skránni, floymaforoyskar flog-
ur inn á marknaðin. Bara sein-
astu fáu vikurnar eru eitt nú
komnar uppsamlingsfløgan
Komið oll við, ið inniheldur
eina rugvu av gomlu og nyggj-
um slagarum, nýggj fløga við
Heina Lútzen kom fyri tveim-
um vikum síðani, og herfyri
kom eisini ein nyggj fløga við
Tórshavnar Manskóri. Ein so-
kallað debut-floga er eisini
komin, og tað er EP'in, Pro-
gress, hjá suðuroyarbólkinum
Wild Child.
Hava verið vælumtóktir
leingi
Tað er eingin ivi um, at Wild
Child er ein bólkur, sum er
sera væl dámdur millum
manna. Tað er ikki bert í Suð-
uroy, har bólkurin hevur sínar
røtur, at hann er væl umtóktur,
og hetta sæst eisini aftur á tí,
at Wild Child mangan fáa á-
heitanir um at koma og spæla
norðanfjorðs.
Wild Chld hevur verið frammi
í nøkur år, og bólkurin hevur
bæði tikið lut í Prix Føroyum
og í ólavsokukonsertini. Fleiri
høvdu væntað, at bólkurin fór
at koma í Prix Foroyar finalu-
na í ár, men her vóru suðuroy-
ingarnir so mikið óhepnir, at
teir noyddust at taka lut í und-
ur SUÐUROY
ankappingini, sum var í Bygd-
ahúsinum á Strondum, og her
var talan um nógv tann sterk-
asta hópin av bólkum, sum
var í nakrari av undankapp-
ingum. Tískil noyddist Wild
Child at dvína fyri Diatribes og
Visible Fish, sum ognaðu sær
tey bæði sætini í finaluni.
Ojøvn góðska á
løgunum
Sum áður nevnt, so er góðsk-
an á fløguni 6jøvn. Til dømis
eru tey try fyrstu løgini nógv
tamari enn ta seinasta, sum
hevur nógv meiri rástyrki í sær
enn hini. Hetta hongur kanska
saman við, at man á fjórða
lagnum, sum nevnist
Remember me, hoyrir
bassin nógv betur enn
hinum løgunum, og at
man í hesum førinum
eisini hevur vekru
røddina hjá Arnfríð
Lútzen til kórsangin.
Sum heild eru løgini
tó oll rættuliga melodi-
ØS, og tað tykist eisini,
sum um upptøkurnar
eru góðar. Tað vil siga,
at ljóðið er reint, og tú
hoyrir ikki nakað til
nakrar villur. Eingin ivi
er heldur um, at sangarin, Pól
Arni Holm, hevur eina góða
rødd, men hon hoyrist ikki nóg
væl á floguni.
Hví ljóðið á fløguni er so
tamt, er ilt at meta um, men
dygdin á fløguni hevði hækk-
að munandi, um ljóðblandið
hevði verið gjørt soleiðis, at
tónleikurin hevði meiri fyllu
Hetta vil siga, at ljóðið er ov
tómt, og ein situr við kensluni
av, at her vanta onkur ljóðfori
ella okkurt annað
At løgini og tekstirnir hava
nóg góða dygd til at sláa í-
gjøgnum, er lítið at ivast í, og
um Wild Child hevur ætlanir
um at geva eina aðra flogu út
við eini tolv logum, harímillum
okkurt av teimum, sum eru á
Progress, so hevði verið best
um teir gjørdu ávísar åbøtur á
tann tekniska partin av teim-
um logunum, áðrenn tey vóru
koyrd út aftur á flogu
Pegasus Studio
vinnur seg fram
EP'in hjá Wild Child er
tíkin upp í Pegasus
Studio i Klaksvik, sum
nu av ålvara tykist at
hava vunnið seg fram
sum best umtókta
studio í landinum.
Sum vit áður hava
skrivað um her í Yngd,
so hevur Tangz eisini
júst verið í Klaksvík og
tikiå upp
Tað eru teir báðir Ingi
Isaksen og Erik Biskup-
stoð, sum hava staðið
fyri upptokunum, og tað
er Ingi, sum hevur ljóðbland-
að.
Manningin í Wild Child er:
Pól Arni Holm, sang, Tørbjørn
Lisberg, ljómborð, Trygvi
Strøm, gittar, Dånjal Jåkup
Holm, trummur, og Tróndur
Enni, bass. Á Progress er tað
tó Dagfinn Olsen, ið spælir
bassin, meðan Arnfríð Lútzen
syngur kór.
Tað er Trýarin í SMS, sum
stendur fyri søluni av EP'ini,
sum kostar 69 krónur í leysa-
solu.