Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-07-09, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. juli 1999síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

internet: www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri Jan Muller Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov Marknaðardeild: Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Blaðfólk: Aki Bertholdsen, Turið Kjølbro | Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tróndarson ítróttarskrivari: Emil L. Jacobsen Myndamenn: Jens Kristian Vang Álvur Haraldsen Útgevari, uppseting og prent: Sp/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Telefax. 314720 e-mail: post € sosialurin.fo Internetið komið fyri at verða Oddagrein TAÐ eru ikki so nógv ár síðani, at internetið kom higar, og tað er stutt síðani, at tað hevur tíkið rættiligt dik á seg. Tað er teldutoknin og toknin innan samskifti annars, sum er orsøkin til, at einhvor borgari í dag lætt, skjótt og bíliga kann samskifta millum hús, millum bygdir, millum oyggjar, millum lond HOAST internetið enn kenst fremmant fyri mong her heima, so eru útlit til, at flestu húski um ikki so mong ár hava internetsam- band. internet er eisini so nógv. Henda vegin kanst tú fáa atgongd til mest sum allar upp- lýsingar um eitt og alt. Tú kanst gera tína egnu heimasíðu og harvið gera vart við teg og títt virki, tína framleiðslu osfr. Haraftat kanst tú eisini gera mong orindi á internetinum eitt nú keypa og selja MEN kanska telduposturin - e-mail - er tann storsta kollveltingin - og eisini tann mest einfalda og brúkta. Tí bráddliga kanst tú sam- skifta við fólk alla staðni kring heimin, senda teimum post og fáa svar aftur eftir eini lotu. Tvs. tú sleppur nú bråddliga undan at brúka brævbjálva, porto og ikki minst sleppur tú undan drepandi bíðitíðini. Tú sparir tíð og orku. EISINI Sosialurin ger brúk av moguleikunum, sum internetið gevur. Øll starvsfólkini brúka nternetið í sínum dagliga arbeiði. Lesarar, sum vilja hava greinar í blaðið, nýtast ikki longur hvorki at senda bræv, fax ella diskili. Alt hetta avloysir telduposturin. Og aftur her sparir tú so orku at skula skriva alt umaftur. SÍÐANI er tað internetsosialurin. Hann hevur nú virkað í meira enn eitt ár, og hóast okkurt kundi verið betri, so er her talan um eitt sera gott brúkaraforum. Nettup ein foroysk internet- ávís hevur fleiri fyrimunir fram um aðrar líkn- andi í útlandinum. Av tí at Foroyar liggja fjarskotnar og av tí, at so nógvir foroyingar búgva og arbeiða í oðrum londum, so ber ikki +» (CO eins væl til at senda pappirblødini til lesararnar eins og tað er galdandi fyri t.d. donsk blød og danir í Danmark. Og nettup her kemur so Internetblaðið inn sum ein avloysari hjá veruliga pappírsblaðnum. Mong eru tey heima og burturi, sum í dag halda Internetblaðið, og tað er sjálvandi vón okkara, at hesi gerast fleiri. At skúlaungdómur nú fær sína egnu teldupostadressu og internetsamband fer at medvirka til, at fleiri og fleiri heim fara at fáa sær teldur. Tað fer so aftur at gera, at tey ungu, sum i dag kanska ikki lesa blød, bráddliga hava fingið henda møguleika á teldu, og tað kanska fer at gera tað meira áhugavert at lesa blød og harvið eisini gerast áhugað í samfelagsmálum. Annað domi um hvussu hent internetið kann vera er hjá teim- um, sum ferðast nógv og sum hava brúk at fylgja við, hvat hendir heima. Her nøktar Inter- netsosialurin tørvin.| summarferiu kann far- telda og internetsamband verða hent. Roynt verður at menna Netsosialin. Sosialurin Viðmerking: Gleðitíðindi og sorgarboð í årsfrågreiding landslæknans Gleidiligt, upplyftandi og góð tíðindi, loftmiðlarnir kunngjørdu okkum úr irsfrågreiding landslækn- ans, at eingin nyggjur til- burður av eyðkvæmi er staðfestur í føroyum trý tey seinastu árini; tíðindum, fjølmiðlarnir oftari áttu at leita eftir. Man nakað annað land og nakar annar Lands lækni eiga slík boð at bera tjóð síni. at hendan hervu- liga, ólekjuliga og smitt- sama sjúka, AIDS. sum vit øll kunnu verða rakt av, og sum smittar og árliga gerð enda á óteljandi menn- iskjum kring heimin, ikki er staðfest í landi okkara í heili trý ár? Neyvan. Takka verið upplýsing um deydsvanda, sum fyrst og fremst lands- læknin sjálvur við sínari kunnan og íðinskapi saman við felagsskapum 0.ø. nú í fleiri ár hevur ávarað okkum ímóti við faldarum, gjøgnum blød og loftmiðlar - serstakliga nú, føroyinga í hópatali fara av landinum í summarfrí. Her hevur av sonnum verið gjørdur ein stórur innsatsur. Men hví kundu so hesi gleðiligu tíðindi hesi gledibod - ikki verða stand- andi einsamøll? Tíverri. Aftur í ár var ein døpur sorgarsøga i lands- læknans årsfrågreiding, um 38 småar føroyingar, sum ikki sluppu at verða føddir. Hvussu nógvir av hesum 38 landsmonnum okkara máttu lata lív fyri móðir sína, fyri at hon skuldi sleppa at liva, veit eg av góðum grundum ikki. Vónandi eru teir fleiri. Men eg beri ótta fyri, at flestu av hesum 38 eru sak- leysir tiknir av døgum í móðirlívi bara tí at lógin loyvir tí. 38 landsmenn, tveir skúlaflokkar,ein lítil føroysk bygd, ella falda við tíggju árum. ein bygd til støddar við eitt nú Søldar- fjørð. avlívað og avtoftað! Annalfabetarnir í Svarta- afrika duga ólíka betri enn framkomna tøknin í Vestur- evropa, at rokna út, hvor skal røkta teir, tá ið teir ger- ast gamlir og óhjálpnir. Sigast má : > Ein gleðilig ársfrágreiðing, sum fekk ein dapran, blóðugan enda. John S. Myllhamar KFUM-skótarnir hava landslegu á Selatrað Legan hevur fingið heitið >Grón Framtíð '99«, tí dentur verður lagdur á at verja og fara væl um umhvørvi og náttúruna, so øll fáa eina góða og gróna framtíð í Fóroyum og kring heimin Í sambandi við at 60 ár eru liðin síðan KFUM -skótarnir í Føroyum byrjaðu sítt virk- semi, verður skipað fyri landslegu, sum verður á Selatrað í døgunum 8.-15 juli Legan hevur fingið heitið »Grøn Framtíð '99«. Hetta fyri at leggja dent á at verja og fara væl um umhvørvi og náttúruna so vit oll fáa eina góða og grøna framtíð her i Føroyum og kring heimin. Leguleidslan I leguleiðsluni eru 12 fólk. Leguovasti er Dávid Rein- ert Hansen. Hini í legu- leidsluni, sum øll hava ser- ligar ábyrgdaruppgávur eru: Kári Olsen, Kjartan Dals- gaard, Verner Hansen, Magni Laksáfoss, Kirsten Danielsen, Rúni Thomsen, Palli Mortensen, Uni Næs, Thomas Lambastein, Char- les J. Olsen og Gimmi Olsen. Umli. 350 luttakarar A leguni verda uml. 350 skótar, sum koma frå 21 skótaliðum, herav 16 lid úr Føroyum, 3 úr Danmark og 3 úr Noregi. Skráin fyri leguna Skráin fyri leguna er fjøl- broytt við nógvum ymisk- um virksemi. Skótarnir koma á leguna hósdagin 8. juli og fara tá at byggja leguplássini upp. Teir fara at búgva í tjóldum og sjálvir at matgerða uttandura. Hós- kvoldið verður setanarlegu- bál. Flestu dagarnar er skráin býtt upp í tríggjar virknisøktir og eina kvøld- skrá. Vanliga byrjar dags- skráin við veking kl. 07.00 á morgni og kl. 23.00 skal verða friður á leguni. Nógv valfrítt virksemi Tríggjar dagar á leguni verður skipað fyri valfríum virksemi. Tá verða 14 ymisk virksemi, og kunnu skótarnir so royna nókur teirra: Primitiv matgerð, jarnsmíð, ullavirking, gips- maskur, kassabilar, sjóvirk- semi, klintring og síging, drekar, útróður, fiskavirk- ing, missiónsarbeiði, tunnu- flakar, signalering og for- oyskt barnaspæl. Fjølbroytt kvøldskrå Umframt felags legubål, sum verða fyrsta og seinasta kvøldid á leguni, so verður ymiskt annað á skránni hini kvøldini: kvøldandaktir í Selatraðar kirkju, patrúlju- mix, rockkonsert við bólk- inum Siesta, Ungdóms- skóta- og rovarakvøld og eitt hugnakvøld fyri Gil- well-skótar. Utferðir við bussi og gonguferðir Allir skótarnir sleppa á eina útferð við bussi. Skipað verður fyir ymiskum útferð- um, til Kirkjubøar og Havn- ar, til Klaksvikar og Vidar- eidis, til Gjåar, Tjørnuvikar og Saksunar, og til Oyndar- fjørð, Elduvíkar, Funnings og Eiðis. Gonguferðirnar verða skipaðar soleiðis, at skótarnir fara av leguøkin- um seinnapartin og koma aftur á leguna næsta dag út á seinnapartin. Allar gongu- ferðirnar enda við at skót- arnir sleppa at svimja í Fuglafirði. Fimm ymiskar gonguferðir á uml. 20 km. verða í Eysturoynni og í Streymoynni. Sunnudagurin er vitjanardagur Sunnudagin 11. juli frá kl. 09.00 til 18.00 verður legan opin fyri almenninginum. Kl. 10.00 verður leguguds- tænasta, har Uni Næs præd- ikar. Seinnapartin frá kl. 13 verður sokallaður marknað- ardagur, har luttakandi skótaliðini fara at skipa fyri 77 ára gamal. + Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at kæri maður mín, pápi og abbi okkara EIGIL JOENSEN bakarameistari, Tórshavn andaðist á Ríkissjúkrahúsinum mikudagin 7. juli, Jarðarferðin verður lýst seinni. Familjunnar vegna Maja ymiskum virksemi, sum skótar og vitjandi kunnu lut- taka í. Vónandi koma nógv fólk, foreldur og onnur áhugaði at vitja á landsleguni sunnu- dagin. Legubók til allar lutakararnar Í sambandi við leguna, hava KFUM-skótarnir = útgivið lítla bók, sum lýsir skrá og virksemi á leguni og inni- heldur kort av leguni, legu- sangin, sum Eiríkur og Tummas Lauritsen hava yrkt og aðrar skótasangir. Bókin verður latin skótun- um, tá ið teir koma á leguna. Legan endar 15. juli Mikukvoldið 14. juli verður endað við legubáli og hós- morgunin verður legan tikin niður.