fríggjadagur 9. juli 1999síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 128 - 9. JULI 1999
tíðindablaðið
Landsstýrismaðurin um Térsvøll:
- Undarlig viðgerð
Mentamálaráðharrin, Signar á Brúnni, undrast á håttin,
ið málið um Térsvøll er handfarid. Hóast fyrsta ætlanin
hjá Grunninum Térsvølli var uppá 10 milliónir,
samsvarar játtaði stuðulin á leið við talið, ið ætlanin nú
kostar, nevniliga 25.600.000 krónur. Signar á Brúnni
váttar, at eftir óllum at dóma, so fær núverandi ætlan
stuðulin, ið játtaður var til fyrstu ætlanina, sum ljóðaði
uppá góðar 26 milliónir krónur
DAGFINN OLSEN
Signar á Brúnni, lands
stýrismaður metir málið um
Térsvøll at hava fingið
løgna viðgerð og hann held-
ur, at eingin nøktandi måls-
viðgerð hevur verið.
Hann váttar, at hann var
ørkymladur av málinum og
vildi ikki avgreiða studulin,
fyrr enn hann hevði lagt fyri
løgtingið, Fíggjarnevndini.
Víst var til Légarnevndina
og síðani Fíggjarmálastýrið.
- Málið fer síðani í Fíggj-
arnevndina, ið ikki metir, at
viðmerkingarnar til fíggj-
arlógina eru so bindandi og
at landsstýrismaðurin kann
avgreiða málið, og tað var
ikki júst tað, ið eg hevði
væntað, sigur Signar á
Brúnni.
- Eg fór út og spurdi meg
fyri, tí eg var í iva orsakað
av viðmerkingunum, tí lesir
ein viðmerkingarnar, so er
málið eitt sindur løgid, sig-
ur Signar á Brúnni.
Undarlig viðgerð
- Eg meti, at málið av fyrst-
an tíð hevur fingið unda-
rliga viðgerð, tí Fíggjar-
nevndin kemur so tíðliga
inn í málið og setir eina
upphædd við nøkrum við-
merkingum. Eg havi upp-
fatað tað soleiðis, at nøkur
verulig og neyv málsvið-
gerð hevur ikki verið av
fyrstan tíð og so setir løg-
tingið eina upphædd og síð-
ani kemur málsviðgerðin.
Løgtingid er yvir landsstýri-
num og peningur er avsett-
ur, men eg meti, at málið er
undarliga handfarið, heldur
Signar á Brúnni.
Spurdur, um løgtings-
fíggjarlógin tolir, at stuðul
skal latast til 25.600.000
krónur, ístaðin fyri 10 milli-
ónir, sigur Signar á Brúnni,
at her gerst málið so undar
ligt.
- Tað er júst her, málið
gerst undarligt, tí peningur
in stendur longu avsettur.
Teir eru avsettir til hetta og
okkurt afturat. Upprunaliga
hevur verið tosað um eina
upphædd, sum er nóg
stórri, enn tær 10 milliónir-
nar. 2,9 milliónir eru av-
settar yvir 3 ár og tað eru
eini 30% av eini 25 ella 26
milliónum, altso upphædd-
ini, sum ætlanin endar við
at kosta
Í hesi stuðulsupphædd er
so eisini ein ætlan hjá EB
um vøll. Vanliga stuðuls-
upphæddin til hallir og vall-
ir og annað tílíkt er 30 %,
men Signar á Brúnni av-
sannar tó, at ein við at lata
so stóra upphædd til Tórs-
vøll, letur onnur feløg sita
eftir við ongum, hóast tey
kanska kundu hugsað sær
okkurt, tí bert Torsvøllur og
EB hava sekt, so koma aðr-
ar umsóknir, so koma tær á
aðra fíggjarlóg.
Signar á Brúnni metir í
dag, at stuðulin er vísur,
men fyrst skal hann hava
eitt tilmæli frá sínum em-
bætisfólkum og síðani verð-
ur stóða tikin og málið av-
greitt.
Signar á Brúnni minnir á,
at orsøkin til, at menn fóru
undir bíligaru loysnina var,
at mett var Ógjórligt at
gjøgnumføra dýraru loysn-
ina. Broytingarnar henda, tå
privat koma inn og jåtta
stuðul og gjørligt verður at
gera ein dýrari vøll og tað
var hetta, ið ørkymladi
landsstýrismannin.
Spurdur, um vit í dag
hava fingið eina verri loysn
fyri sama prís, sum upp-
runaliga ætlanin hevði, sig-
ur Signar á Brúnni, at hon-
um eisini dámdi sera væl
upprunaligu ætlanina, ið var
vøkur á at líta , men at ein
tó ikki í dag kann meta um,
hvat upprunaætlanin uppá
26 milliónir í veruleikanum
hevði komið at kosta
Fáa stuðulin hjá
gomlu ætlanini
Spurdur, um núverandi ætl-
an, sum at byrja við varð
mett at kosta 10 milliónir,
so fær stuðul eftir umsókn-
ini hjá fyrstu ætlanini, ið
kostaði 26 milliónir, sigur
Signar á Brúnni at hetta
helst er so.
- Ein hevur í grundini sett
eina upphædd á fíggjar
lógina, grundað á talið, ið
tá var. Talið teir koma til í
dag svarar til talið, sum var
í fyrstu ætlanini. Um ikki
heilt, so verður stuðulin frá
fyrstu ætlnini givin til nú-
verandi ætlan, sigur Signar
á Brúnni, landsstýrismaður,
men minnir á at EB eisini
hevur rætt til 30% av sínari
ætlan og eisini skal hava sín
part av játtanini, so helst
verður upphæddin býtt
Restar so nakað í, so má tað
koma á fíggjarlógina næsta
ár.
Ungir sjónleikarar hittast
Í dógunum 18.-26. juli skipa MáF og Ung í MáF fyri ungdóms-
sjónleikarafestivali í Trongisvági. Umleið 1100 luttakarar úr Fór-
oyum, Danmark, Svóríki, Letlandi og Litava vera við. 5 sjónleikir
eru á skránni hesar dagararnar
Týsdagin 20. juli kl. 19.30
framførir danski bólkurin
»Gorgerne« sangleikin
»Hair«. Mikudagin 21. juli
kl. 17.00 framførir letlend-
ski bólkurin »Rezekne
Amateur Theatre« leikin
»The Case of the curshed
petunias« og kl. 20.00 fram-
førir svenski bélkurin »Col-
osseum« leikin »Serena-
den«.
Hósdagin 22. juli kl.
19.00 framførir føroyski
bólkurin >Brim< leikin
>Ragnarok<.
Fríggjadagin 23. juli kl.
19.00 litaviski bólkurin
>Klaipeda University 's stu-
dent theatre« leikin »Fall«.
Umframt sjónleik vera
eisini 7 sokallaðar >work-
shoppir< á festivalinum.
Hesar hava allar sjónleik
ella drama á skránni. 6 lær-
arar eru føroyskri og 1 er
dani. Danski lærarin eitur
Brian Hansen og leygar-
kvøldid 24. juli framførir
hann einmansleikin »Tige-
ren« eftir Dario Fo fyri lut-
takarunum. Ætlanin er eis-
ini at Brian skal hava eina
syning i Havn 25. juli å
Margarinfabrikkini.
Ein dagur å festivalinum
er settur av til útferð i Suð-
uroynni.
MåF vénar at suduroy-
ingar og onnur fara at taka
væl ímóti tiltakinum og
møta fjølment til syningarn-
ar
Stuðla tiltakinum hava
m.a. Nordisk Kulturfond,
Mentamáladeildin, Jóla-
merkjagrunnurin, NAR 0.0.
PRÝÐI TIL
HONDGJØRT '
FØROYSKA BUNAN
Stokb mn á gólvið og 14, okkara stóra og góða úrvæl
€ : $ í V ; « Á
u0 hondyjordun bryjdislutum tit $Ilotire
7 foroyska brúnan
HESTASKÓGVUR
SPENNIR
SPENNIR
KNAPPAR
- Tel 31 98 20
31 06 06