Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-07-09, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. juli 1999síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

4 tíðindablaðið NR. 128 - 9. JULI 1999 Dímunnarbóndin: Vånaligt internetsamband á Dimun Hóast framkomna tóknifróðin júst átti at komið avbyrgdum stóðum sum Stóru Dímun tilgóðar, er hetta ikki so. Hóast bæði útvarp og sjónvarp virka væl, er Internetsambandið í oynni vánaligt EDVARD JOENSEN Internetsambandið til Dím- unnar er rættiliga vánaligt, hóast júst hetta samband átti at knýtt oynna nærri um- heiminum. Ola Jákup í Dímun, bóndi á Stóru Dímun, sigur, at her- fyri fingu tey sett Internet- samband í telduna har úti. Men tað virkaði illa, og tey hildu tí, at okkurt var galið hjá teimum. Men seinni er so komið Um fuglin sigur Óla Jákup í Dímun, at í ár hevur verið væl av lunda. Hann hevur verið í bakkanum hvønn dag. Og tað metir dímunnarbóndin sum gott tekin. Onnur ár er tað meira enn so komið fyri, at lundin hev- ur verið burtur í fleiri dagar, tá hann er farin at finna sær fødi. „Tað kundi bent á, heldur Ola Jákup, at fødin er nærri landinum í ár. fuglur flytir til, vónar Óla Jákup í Dímun. Havhesturin er nógvur, sigur Ola Jákup. Og hann dugir ikki at síggja nakra minking har seinastu árini. Hóast væl er til av vaksn- ari ritu, hava pisurnar ikki havt tað so gott seinastu ár- ini. Ritupisurnar eru júst út- komnar, men dímunnar- bóndin er eitt sindur iva- samur um, hvørja lagnu tær fáa. Meginparturin av lomviganum situr við bringuni út. Tað er tekin um, at tað er geld- fuglur. Ola Jákup í Dímun metir, at tað noyðist fremmandur búfuglur at flyta til, um stovnurin skal økjast munandi í bræði eftir, at tað er sjálvt sam- bandið út í oynna, sum ikki er nóg gott. So tað vóna dímunnar- fólkini at hjålpt verður upp á nakað skjótt. Annars sigur Ola Jákup í Dímun, at bæði útvarp og SJÓNVarnp VITKa væ Misjavnt við fugli Eitt sindur av fugli verður veitt og selt av oynni. Tad, sum fleygað verður, verður roytt og fryst, áðrenn tað verður avskipað. Men um annan fugl sigur hann, at hann metir tað vera minni til. Við lomviganum, í hvussu er tí fuglinum, sum verpur, dugir hann ikki at síggja nakra broyting í mun til tey nógvu seinnu árini. Verður tað so. at bara tann stovnurin. fara at ganga nógv år, áðr- enn hann kemur uppaftur. Hann er ov lítil. Men kanska tað fer at hjálpa, um fremmandur ( Mynd: Edvard Joensen) Ossur Havgrímsson sigst vera grivin í Øssursdrangi vid høvdinum móti Grønuskor. Men sum drangurin sær út i dag, kann eingin liggja grivin har uppi sigur Ola Jåkup í Dímun (Mynd: Edvard Joensen) >Í fjør doyðu allar samlar. Eg sá ikki eina einastu koma á flog.< Eini 30 - 50 skarvapør hava altíð átt í Dímun, sigur Ola Jákup, men nú sær einki út fyri teimum heldur. Fyri einum trimum árum síðani var ikki eitt einasta par eftir. >Og eg eri als ikki í iva um, at tað varð alt skotið<, sigur Ola Jákup í Dímun. Eini tvey fylgjandi á fyri stuttum var liggjandi góð- veður umleið 1. september, tá loyvt er at skjóta skarv. >Tá vóru ógvuliga nógvir »speedbåtar« her rundan um oynna, og tá varð skarv- urin í Dímun avoyddur<, sigur bóndin. Tó er onkur hendinga aft- urkomin nú. Av heiðafugli er eisini ógvuliga tunnligt. Eitt einsamalt tjaldurspar eigur uppi á oynni. Og so eini trý skugvapør. Tað einasta, nokk er til av, er myrisnipa. Tær eru aftur fyri rættiliga nógvar. Ola Jákup í Dímun sigur, at hann hugsar sær, at skúgvurin er ein orsøk til, at so lítið av heiðafulgi er. Dímunnarbóndin metir, at minni er til av fugli undir oynni í ár enn eitt vanliga gott ár. Tó hevur nógvur lundi verið at sæð í summar. Og hann hevur verið í bakkanum hvønn dag (Mynd: Edvard Joensen) Sjálvur hevur hann sæð, skúgvin taka lunda í bakka- num. So heiðafuglinum man hann ivaleyst eisini fara við, heldur Ola Jákup. Og av tí, at økid er so mikið lítið, er tað helst lætt hjá skúgvinum at halda ødr- um fugli burtur. Bara seyður í oynni Tað eru eingi neyt í Dímun longur. Tey hava havt onkra kúgv at mjólka til húsbrúks, men so er ikki longur. Nú er tað bara seyðinum, tey liva av, sigur bóndin. Skipanin er 450 áseyðir, og hann røkja teir so tveir mans. Bóndin letur at, at tað er væl lambað í ár, og veðrið var eisini gott í lembingini, so einki doyði burturav. Eisini hevur verið hampi- ligt til gróður, so alt í alt er seyðurin væl fyri, sigur Ola Jákup. Manningin er lítil. Tveir mans við hundum reka til húsini. Og tá so rættað er, hjálpa oll til, sum eru á oynni. Fyra eru fylgini, sum verða rikin hvor sær. So er bara at taka ta tíð, tað tekur, at hagreiða. Um summarið er tað eingin trupuleiki, sigur Ola Jákup. Tá kann tað, um tað gongur væl, bera til at av- greiða alt upp á fýra dagar. Men um heystið, tá flett- ast skal og takast upp, tekur tað sjálvandi væl longri tíð. >Tá er tað kanska meira passandi at taka eitt fylgi um vikuna ella okkurt so- vorðið.< Alt verður flogið bæði av og á oynna. Og tað er ein øgiligur lætti í mun til fyrr. Tað kann als ikki saman- berast. I dag heyði tað verið óhugsandi at flutt eftir sjó- num, sigur Ola Jákup í Dímun. Í løtuni eru tey bara fýra fólk, sum búgva fast á Dím- un. Børnini eru vaksin og ganga í skúla aðrastaðni. Men Óla Jákup vónar, at onkur teirra fer at hava á- huga í at taka við, tá hann leggur frá sær. Og sum er, hava tey ongar ætlanir um at flyta av oynni, sigur Ola Jákup í Dímun, bóndi á Stóru Dímun.