fríggjadagur 9. juli 1999síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 128 - 9. JULI 1999
tíðindablaðið
- Neyðin eftir sjúkrasystrum er ikki so stór, sum hon
verður gjørd til. Ti veruleikin er, at ein heilur, vælskikkaður
starvsbålkur, sum eisini kann átaka sær sjúkrarókt, verður útihýstur av sjúkrahúsunum, sigur Fribjørg Jacobsen
Vit eru útihýst av teimum
føroysku sjúkrahúsunum A
— Tað er ikki rætt, at tað er so ómeta-
liga trupult, at manna røktarstørvini
á sjúkrahúsunum, sum tað verður
sagt. Tað einasta, sum skal til, er, at
gamlir fordómar verða sleptir, sigur
Fríbjórg Jacobsen, formaður í
Sjúkrahjálparafelagnum
AKI BERTHOLDSEN
Í farnu viku ljóðaði neyð-
arróp av Landssjúkrahúsin-
um í Havn: Tað var vónleyst
at fáa avloysarar til sjúkra-
systrastørv i summarfrítíð-
ini. Og harafturat var tað so
strævið at verða sjúkrasyst-
ir, at alt ov nógvar góvust.
Avleidingin av gøllum hes-
um er, at tað tí er stórt trot á
sjúkrasystrum.
Hesum er Fribjørg Jac-
obsen, formaður í Sjúkra-
hjålaprafelag Føroya als
ikki samd i.
— Hesin trupulleikin verð-
ur gjørdur nógv stórri, enn
hann í veruleikanum er.
— Tí tað einasta, sum skal
til fyri at loysa ein heilt stór-
an part av hesum trupul-
leikanum, er nýhugsan, og
at gamlir fordómar verða
sleptir, leggur hon afturat.
Sleppa ikki framat
Hon sigur, at stóðan er
nevniliga tann, at tað er ein
stórur, kvalifiseradur fak-
bólkur, sum væl er førur fyri
at átaka sær heilt nógvar av
teimum uppgávunum, sum
sjukrasystrarnar í dag røkja.
— Men veruleikin er, at
hesin fakbólkurin sleppur
ikki framat nøkrum størvum
á sjúkrahúsunum, sigur
Fridbjørg Jacobsen.
— Hevdi hesin fakbólk-
urin fingið loyvi til at átikið
sær størvini í sjúkrahúsum,
sum hann er útbúgvin til,
hevði ein stórur partur av
manningartrupulleikunum
verið loystur.
Tann fakbólkurin, sum
Fridbjørg Jacobsen hugsar
um, eru atstødingarnir.
--Higartil hevur åskoda-
nin m.a. hjá sjúkrasystrun-
um, verið tann, at tann ein-
asti yrkisbólkur, sum hevur
fortreytir fyri sjukrarøkt,
eru sjúkrasystrarnar sjálvar.
— Men hetta er ikki rætt,
og eg haldi, at hetta er ein
stór undirmeting av okkara
fakbólki
— Tí tað eru ikki bara
sjúkrasystrar, sum hava skil
fyri røkt.
— Atstødingarnir, sum á
donskum eita „sosial og
sundhedsassistent“ hava
lært í tvey og eitt hálvt ár,
og teir eru fult út skikkaðar
at átaka sær røktaruppgåv-
ur, næstan fult á hædd við
sjúkrasystrarnar.
— Tær hava eina útbúgv-
ing,sum fevnir bæði um
røkt, heilivág og sålarfrødi.
— Atstødingarnir hava
bara ikki kvalifikatiónirnar
at geva heilt so nógvan
heilivág, sum sjúkrasystr-
arnar, men annars er ongin
munur á. Men tær kunnu
geva heilivág í ávísan mun.
— Har talan er um ser-
deldir, fær røktarstarvsf6lk-
ið, serliga venjing at arbeiða
á tí ávísu deildini, sama um
talan er um atstødingar,
sjúkrasystrar ella onnur
starvsfólk
Fridbjørg Jacobsen sigur,
at trupulleikin er bara, at
atstødingarnir eru útihýstir
av sjúkrahúsunum og fáa
ikki størv har.
— Sjúkrahjálparar hava
altíð kunna brúkst á sjúkra-
húsunum.
- Men at fáa hendan
nýggja bólkin, atstøding-
arnar, góðkendan á sjúkra-
húsunum, er púra knívskor-
ið.
Formaðurin í Sjúkra-
hjálparafelagnum sigur, at
hon skilir hetta ikki.
--Serliga ikki, tá ið trotið
á sjúkrasystrum er so stórt,
sum sagt verður.
Hon sigur, at í Danmark
er stødan heilt ødrvisi. Ti
har eru atstødingarnir ein
nátúrligur starvsbólkur á
sjúkrahúsunum.
- Tað er enntá so, at í
onkrum fórum veit eg um
ein atstøding, sum er blivin
deildarleidari á einum
sjúkrahúsi.
— So tað er undarligt, at
tær ikki kunnu brúkast á før-
oysku sjúkrahúsunum.
Hon sigur, at fyrr var
skipanin tann, at eitt ávíst
tal av størvum av hvørjum
einstakum fakbólki vóru á-
sett til at vera á sjúkra-
húsunum, so og so nógv
sjúkrasystrastórv, so og so
nógv sjúkrahjálparastørv
0.s.fr.
— Men tað er síðani at
hendan skipanin varð tikin
av, at trupulleikarnir eru far-
nir at stinga seg upp, og at
okkara starvsbólkar hava
merkt, at teir eru blivnir
útihýstir av sjúkrahúsunum. UR
Nógvir atstødingar 1
Fridbjørg Jacobsen sigur, at
tað eru heilt nógvir føroy-
ingar, sum hava tikið at-
stóðingaútbúgvingina.
Fyrr var ein útbúgving.
sum kallaðist sjúkrahjálpari.
Men hon er nú hildin
uppat.
Ístaðin er ein nýggj út-
búgving gørd, sum eitur
„Sosial og sundhedshjælp-
er“, og sum tekur eitt år.
Hendan útbúgvingin er
ætlað fólki, sum arbeiða á
ellisheimum og hjá heima-
røktini.
- Men aftaná hesa út-
búgvingina, ber til at lesa
víðari í hálvtannað ár til
„Sosiíal og Sundhedsassi-
stent“, ella Atstøding á før-
oyskum.
- Hendan útbúgvingin er
júst ætlað fólki, sum arbeiða
á sjúkrahúsum.
— Men hóast vit lesa røkt,
heilivág og sålarfrødi i
hálvtannað år afturat stødis-
útbúgvingini, sleppa vit í
Føroyum framvegis bara at
arbeiða á ellisheimum og
ellis- og røktarheimum, sig-
ur hon.
--Hetta haldi eg er rætti-
liga harmiligt, tí á henda
hátt fæst ikki nytta burturúr
útbugvingini.
— Og ikki minst hevði tað
loyst ein stóran trupulleika
á sjúkrahúsunum.
— Somuleiðis hevur tað
týdning at fáa útbúgvingina
viðurkenda, nú ætlanin er at
fara undir hana í Føroyum
eisini fyri at fáa fulla, sam-
felagsliga nyttu burturúr í-
løguni, sigur Fridbjørg Jac-
obsen.
FORHANDLEREN
Leiga videofilmar á hesum stoðum:
Statoilstødin í Gundadali tel. 314770
Statoilstødin i Kollafirdi tel. 421083
Statoilstødin i Saltangarå tel. 449133
Statoilstødin i Klaksvik tel. 457353
Statoilstødin i Sørvågi tel. 332001
Statoilstødin i Skålabotni tel. 441200
Statoilstødin i Leirvik tel. 443360
Ó STATOIL
stødirnar kring landið