Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-07-09, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. juli 1999síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 128 - 9. JULI 1999 Góðu stevnugestir! Nú er hásummar. Farið er um longsta dag. Føroyar eru klæddar í sín sera vakra grøna stakk. Tað ýðir av lívi bæði í bø og í haga. Skúlarnir eru afturlatnir, og børn og ungdómur fegn- ast um, at summarfrítíðin er byrjað. Somuleiðis tey vaksnu. Arbeiðsbyrðan er lætt av herðum okkara í nakrar vik- ur, og vit kunnu rætta rygg- in og njóta summarið í For- oyum. Men summarið her á landi er sera stutt. Og tí eisini so ógvuliga intenst. Tað er sum um, at hvor góð lota skal nýtast til okk- urt skilagott. Eitt ótal av ymsum tiltøk- um verða fyriskipað. Gongutúrar bæði um dag- in og ikki minst um náttina. Minnir fyri lívið. Hugtak- andi er at vera á báti hesa ársins tíð. At damla tætt fram við landi, síggja og hoyra »ein varligan drátt í tara«, ásannandi at »hvitar lysa gjar- og flidnarendur«. Fyri okkum sum liva å tíðindablaðið - Suni Joensen, bygdarráðsformaður í Sandavági brimplåssi, er hetta eitt ser- liga minnisríkt upplivilsi. Og allar summarstevnur- nar, har fólk koma saman til itrottartiltøk, til gaman og álvara. Eitt høvi til so mangt: Hjá ungdómi at (Mynd: Edvard Joensen) kappast á báti og í leiki, at stuttleika sær, og kanska enntá at hittast í loyndum. Hjá fólki annars at hitta hvønn annan, at vitja vinir og kenningar. Og at vera saman í góðum veitslulag. Alt hetta og mangt afturat fara vit at uppliva á Vestanstevnuni 1999. Í eitt ár hava vit í Sanda- vági glett okkum til at vera vertir fyri Vestanstevnuni í ár. Tað er bert fjórða hvort år, at okkum býðst høvi til at vera vestanstevnuvertir. Ti vilja vit hvørja ferd royna at fyriskipa so væl, sum hugsast kann. Soleiðis er eisini í år. Ein fyrireikingarnevnd undir Ítróttarfelagnum hevur nú í drúgva tíð arbeitt við at fáa vestanstevnuskránna so góða og fjølbroytta, sum gjørligt. I Sandavågi fer øll bygdin at leggja allar årar i sjógv, fyri at fáa hesa sein- astu Vestanstevnuna fyri aldarskiftið at vera so minnisríka sum til ber. Vestanstevnugestir bæði úr bygd og by, børn, ung og tilkomin, vita skulu tit, at øll eru hjartaliga væl- komin til Sandavågs at halda Vestanstevnuna 1999 saman vid okkum. Suni Joensen, bygdarráðsformaður Vælkomin á Vestanstevnu i Sandavagi 1999 Tíðindablaðið Sosialurin er á Vestanstevnu við Toy- ota Avensis frá P/F Reyni Service í Hoyvík ( Mynd: Edvard Joensen)