Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-07-09, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. juli 1999síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

16 tíðindablaðið NR. 128 - 9. JULI 1999 EDVARD JOENSEN Á sandinum í Sandavågi, har, stutt hagani, áin rennur oman, er Eyðansurðin. Søgnin sigur, at útlend- ingur, onkur vil vera við, at hann var norðmaður, men ikki víkingur. kom við skipi hendanvegin Tá var urð við stórum malagróti beint út fyri ánni. Hendan urðin kom bara undan á fjøru. Skipið fór á land í teirri urðini Urðin er har enn, men er ikki so stór nú, sum hon skal hava verið. tá hendan hend- ingin fór fram. Í nýggjari tíð er soleiðis skapt, at urðin sæst á fjøru, men er undir á flóð Søgnin sigur, at skips- manningin varð bjargað. Nevndur verður bara ein maður kortini, og tað var Eyðin Eyðansurð Sogn er, at fremmant skip fór á land í Sandavági, og manningin varð bjargað. Maður, nevndur Eyðin, var ein teirra. Hann bjargaði tilfari av skipinum og bygdi av tí Eyðansstovu Hann bjargaði tí tilfari, hann kundi, av skipinum og bygdi sær hus i Sandavågi. Hetta var Eyðansstova, og er húsanavnið varðveitt til dagin í dag. Hepnir hava teir hóast alt verið, at teir eru farnir á land beint har, tí hetta var eitt tað frægasta staðið at stranda yvirhøvur, sigur heimildar- maður okkara, Sigurd Peter- sen. Sandavágur er brimpláss, men kemst at sandinum, er góður møguleiki fyri at sleppa á land. Júst nær hendan hending hevur verið, ber ikki til at tíðarfesta. Men kanska eina- ferð eftir ár 1200. Men søgn er ofta soleiðis, at ikki kann nakað prógvast av tí, sagt verður frá. Tó er søgnin um Eyðans- urð kortini eitt undantak. Einaferð í fimtiárunum varnaðust sandavágsmenn í eini harðari mysing, at eitt- hvort timburkent stakk upp millum steinarnar í urðini, sum tá lá rættiliga turr. Maður fór av húsi at grava til at staðfesta, um hetta mundi vera skip Eyð- ans, ið kortini lá her einar átta øldir eftir, at tað var farið á land. Ikki vóru amboðini onnur enn spaki og hakkari, so smátt gekk. Men so mikið varð grivið kortini, at staðfest varð, at hetta var stevnið á einum skipið, teir høvdu funnið. Teir sóu stevnið, ein part av kjøli og okkurt band. Eik var, og týðuligt, at hetta var ein stór skúta, teir høvdu funnið. Roynt varð í fleiri dagar at grava hetta leyst. Eyðin fór við skipi sínum á land í Eyðansurð og bygdi av vrak- góðsi Eyðansstovu í Sandavági (Mynd E. Joensen) Men stutt var fjøran, og tå fløddi, varð sjálvandi alt fylt aftur við sandi og slík- um, sjógvurin bar við sær. Grivið var so í nakrar dagar, hvørja ferð fjóra var. men at enda máttu teir gev- ast. Tá høvdu teir tó fingið eitt petti av stevninum leyst og drigið tað niðan undir kirkjugarðin. Hetta var tað, skipsmenn- inir í síni tíð ikki hava fingið bjargað, tí tað hevur ligið ov djúpt tá. Alt hitt, teir hava kunnað brotið leyst, hava teir rími- ligt tikið og brúkt til húsini. Har lá tað so eina tíð, til tað fórst. Heimildarmaður okkara, Sigurd Petersen, sigur seg ikki vita, hvat varð av tí. Men hendingin prógvaði, at søgnin um Eyðansurð og Eyðansstovu hevur hald í veruleikanum. EDVARD JOENSEN Sandavágur er brimpláss. Og lendingarviðurskiftini hava heilt at nýggjari tíð verið rættiliga vánalig. Sum so manga aðra staðni var hellan nýtt. Og onkuntíð sandurin. Men lógvin er lúnut og tað hevur meira enn so hent seg, at bátar eru koppaðir, greiðir Sigurd Petersen frá. Vóru bátar á útróðri, og knappligt brim kom, royndu teir at meta um løgir, meðan róð varð inn eftir vágni. Teir mettu eftir bakkanum inn eftir, hvussu líkindini vóru. So varð bíða eftir løgum, og síðan hildið á. Slíkar dagar varð ofta roynt at lenda á sandinum, Men tað var ikki altíð, tað eydnaðist kortini. Vidhvørt kom fyrr, at bát- urin fór tvørur í brotinum. Einaferð kom ein bátur við tímum monnum inn móti sandinum. Menn sótu á Neystatræ- num og eygleiddu hann, meðar hann kom inneftir. Hesir menninir vóru komnir oman at taka í móti, tí lík- indini vóru soleiðis, at illa fór at vera lendandi. Lendingarvidurskifti Hóast nógvur útróður hevur verið í Sandavågi, og lendingarviðurskiftini vån- alig, eru ongar stórri vanlukkur henda á vágni Báturin holvdist, og allir menninir, sum vera man, á blåman. Einir tveir mans å landi lupu i havid og svumu tit til båtin. Teir fingu vent båti- num, og tå komu tveir mans undan. Men tann tridi var farin undir, og såst ikki aft- ur, fyrr enn teir høvdu fingið bátin rættiliga burturfrá. Í Miðvági var altíð lendandi Kortini vórðu allir tríggir menninir bjargaðir. Tveir teirra høvdu ongan skaða fingið yvirhøvur og gingu sjálvir til hús Men tann triði var so mik- ið illa fyrikomin, at hann legðist í songina og varð liggjandi eina tíð. Men hann kom tó fyri seg aftur. Hetta hendi fyri einum 70 - 80 árum síðani. Eisini seinni er tað komið fyri, at bátur er koppaður á lónni. Sigurd Petersen sigur, at í hansara tíð er bátur við smádreingjum koppadur. Men teir vóru kvikir og lupu út í góðari tíð. Og tað hann veit, er eing- in sjólátin inni á Sandavági. At so væl hevur gingið sandavágsmonnum, er helst tí, at Miðvágur er næsti granni. Mangan hevur verið at hoyrt um bátar, sum farnir eru fyri lendingini í ymsum bygdum í Føroyum. Hetta hevur ivaleyst verið tí, at eingin valmøguleiki hevur verið, tá lendast skuldi. So menn hava tikið kjansir og roynt at sloppið upp á land, har vanligt var at lenda. Sandavágsmenn hava tó ikki havt fyri neyðini at taka nøkur óráð fyri, um ikki var inn í bátahylin í Sandavági Í dag sigla sandavágsmenn við stórri bátum fram við gomlu lendingini á gjónni ( Mynd : Edvard Joensen) lendandi í heimbygdini. Róð varð til Miðvágs, og har var altíð lendandi. Kyrrupláss er. Og hetta, heldur Sigurd Petersen, man vera ein grund til, at Sandavágur er spardur fyri slíkar vanlukk- ur, sum ofta hava rakt aðrar bygdir.