fríggjadagur 9. juli 1999síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 128 - 9. JULI 1999
tíðindablaðið
17
Kapprodur i Sandavågi i 100 år
Nú róð verður kapp á Sandvági á Vestanstevnu, er júst liðin ein øld, síðan fyrsti, skipaði kappróðurin var á vágni. Í
1899 var róð kapp við einum 10 mannafari av Lofti móti einum 10 mannafari úr Koltri. Koltursbáturin, mannaður við
skopuningum, vann
ANDRIAS THOMASSEN
Fyrsti róður her í Sanda
vági, sum menn víst vita
um, ið varð rógvin sum
kappróður. var um aldar-
skiftið - nágreiniligari 1899
millum eitt nærum aldar-
gamalt tíggjumannafar av
Lofti, mannað við miðving-
um og sandavågsmonnum,
og eitt tiggjumannafar ur
Koltri, mannað við
skopuningum.
Kappróðurin hevdi Sverri
Paturson fingið í lag. Skop-
uningar vunnu.
Orsøkin var, siga menn,
at skopuningar høvdu róð-
ursmann og vágamenn ong-
an.
Loftabáturin lá á odda í
fyrstuni, men av tí at róðrar-
menninir vóru ójavnir í
hvørjum borði, gekk båturin
skeivur. Tí máttu teir mitt
undir róðrinum flyta mann-
skapið, til teir fingu beint
bátin. Ei dáni í, tað tá dragn-
aði hjá teimum.
Róður undir
krignum
Fleiri år gingu nú, til tess
sandavágsmenn av álvara
tóku kappróðurin upp.
A 6lavsøku høvdu menn
funnid upp å at hava kapp-
róður, men luttók eingin
5 i 4
Ørnin, sum hevur verið meistari seinastu tvey árini, býr í dag í einum gomlum,
óruddiligum pakkhúsi í Sandavági
sandavágsbátur tey fyrstu
árini.
Har aftur ímóti vórðu
sandavágsmenn bidnir at
rógva við á avbygdabátum,
og róði onkur vidhvørt.
Mær vitandi: Ingvard
Jacobsen, Albert Thomas-
sen og Sivard Heinesen.
Undir ørðum heimsbar-
daga varð í Vestmanna hild-
in stevna í 1942. Tá mann-
aðu sandavágsmenn bát.
Valið stóð ímillum tveir bát-
ar. Steigabáturin "Guli" og
áttamannafarið hjá Edvardi
á Lofti. Bátarnir vóru
royndir, og gekk Loftabát-
urin skjótari.
Teir hildu norð á Vest-
manna við honum og bóru
sigurin heim aftur við sær.
Hvor maður fekk medalju.
(úr 50 ára minnisriti S.LF. s
- kappróðurin hevur Jens
Pauli Heinesen skrivað)
( Mynd: Edvard Joensen)
Nýggjari
róður
Tá Vágastevnan - ella Vest-
anstevnan - kom, kyknaði
kappróðrarandin rættiliga.
Nógvir bátar fóru tá at
rógva við, og róð varð við
ymiskum bátum m.a. Lofta-
bátinum, sum hevur luttikið
lika upp í 70'ini á Vestan-
stevnum,
Loftabáturin er júst nú
pussaður upp, so møguliga
verður hann at síggja á
Vestanstevnuni í Sandavági
í ár.
Fyrsta
Ørnin
Jåkup Pauli Henriksen åtti
ein gentu - og dreingjabåt
nevndur Ørnin, sum r60
varð við, til Petur Elias Pet-
ersen smíðaði kappróðrar-
bátin Ørnin, sum fyrstu ferð
varð róð við í 1951. Seinri í
50'unum smíðaði hann átta-
mannafarið Sandavágsbát-
in, ið róði fyri fyrstu ferð í
1955.
Øll fimmti og seksti árini
var dúgliga róð í Sandavági,
úrslitini við teimum nýggju
bátunum vóru góð. Bygdar-
fólkið hevði stóran áhugað
í kappróðri, og hvort kvold
vant varð, samlaðist nógv
fólk á Bakkanum, og fóru
tey heilt út á Dunnagjógv
fyri at fylgja kappróðrinum.
Tá róðu bæði dreingir og
gentur við Ørnini, umframt
at róð varð við Sandavágs-
bátinum, og fyrst í 60-inum
kom so Skúgvur, sum
Ferdinand Heinesen, vann
á lutaseðli.
Skúgvur fekk fram úr góð
úrslit í Sandavági. Við trim-
um bátum á vágni kann sig-
ast, at kappróður var hvort
kvold, vant varð
Kappróðrarfelag
Seint í sekstiárunum varð
Sandavágs Kappróðrafelag
stovnað. Felagið lat smíða
áttamannafarið Sandavágs-
bátin. Hendan bát smíðaði
Niclas í Koltri, men hesin
bátur fekk ongantíð góð úr-
slit.
I 1978 rann saman aftur
ímillum Sandavågs ltróttar-
felag og Sandavágs Kapp-
róðrarfelag. S.LF. lat í 1979
Niclas í Koltri smíða núver-
andi Ørnina, og í 1983
smíðaði Niclas í Koltri nýtt
áttamannafar, sum eisini
verður nevndur Sandavågs-
båturin.
Ørnin, vid gentumanning,
hevur borið nógvar sigrar
heim, og somuleiðishevur
Ørnin vunnið fimm FM-
heitið. Tað seinasta í 1998.
Tey fyrstu 8 árini gekk
ikki nakað serligt hjá Orn-
ini, tó vóru genturnar nr.
tvey á Olavsøku í 1980.
Dreingirnir hava havt meiri
áhuga í fótbóltinum um
sumrarnar og hava tí bert
hendinga ferðir mannað
bátin.
EDVARD JOENSEN
Løgmaður kom til Sanda-
vágs at búgva í 1555. Steig-
in varð tikin til løgmans-
garð, og har vórðu teir ver-
andi.
Eingin veit rættiliga hví,
tað var soleiðis, greiðir frá-
søgumaður okkara, Sigurd
Petersen frå. Men ivaleyst
hava teir keypt sær jørð her
soleiðis av og á.
Til Sandavágs liggja 48
merkur.
Tá fyrsti løgmadurin kom
til Sandavágs, sat hann við
16 mørkum beinanvegin.
Steigin er 24 merkur, sum
er helvtin av allari jørðini í
Sandavági. Sandabøndur
áttu tær 8 merkurnar á
Heimaru Síðu, greiðir
Sigurd Petersen frá. At
løgmaður hevur fingið
handaru jørðina, kann vera
tí, at hon hevur verið lættari
at fingið, tí hon hevur verið
Ohøgligari at røkt.
Prógv eru fyri at sanda-
menn ikki góðvilliga hava
latið heimaru jørðina frá
sær.
Skjótt stóðst strid millum
lógmann og sandamenn um
útrakstur. Løgmaður vildi
sleppa at reka neytini í hag-
an hjá sandabóndum, men
teir noktaðu.
Endin var eitt sakarmál,
har løgmaður fekk hagan.
Tá var tað, at løgmansgard-
urin fekk 24 merkur, ella
helvtina av sandavágshaga-
num.
Løgmaður sat á Steig. Og ætlanir eru nú um at umvæla gamla garðin
Úr løgmansøguni
Frá 1555 til 1816 búðu 17 løgmenn í Sandavági. Og hóast tað kann hava havt
mikið gott við sær, at hava so mætan mann í bygdini, hevur tað neyvan hóvað
øllum, at lógmansgarðurin er farin við helvtini av jørdini í bygdini
( Mynd: Jens Kristian Vang)
Sakin um hagan gekk
gjógnum fleiri løgmenn,
sigur Sigurd Petersen.
Men bøndurnir sótu eftir
við bønum. Og dagin í dag
eru átta merkur av haga-
leysum bø i Sandavågi,
greidir Sigurd Petersen frå.
Någreiniliga årstalid fyri,
nær løgmadur fekk allar 24
merkurnar å Steig, dugir
Sigurd Petersen ikki at siga,
men helst er tað nakað
skjótt eftir, at hann er komin
til Sandavågs i 1555.
Løgmaður situr so við all-
ari hesi jørdini heilt til 1816,
tå løgmansembætid verður
avtikið.
Seinasti løgmadurin á
Steig var Jørgen Frants
Hammershaimb, sum var
faðir W.U. Hammershaimb.
Í 1822 verður Steigin
seld. Hon varð býtt í átta
nummur. Tríggjar merkur
hvørt nummar.
Helvtin
vóru menn
aðrastaðni frá, sum keyptu.
Helvtin sandavågsmenn.
Numrini vórðu nevnd eftir
teimum, sum keyptu, og
bera hesi nøvn enn.
Suðuroyar Dánjal keypti
Dánjalsnummar, Kolla-
fjarðar Jógvan keypti
Nummari hjá Kollafjarða
Jógvani.
Onnur eru .Hoyvíks-
nummari, Olanummar,
Loftanummarid, Eyðans-
nummarið, Jåkupsanumm-
ar.